gera øll, sum royna at finna leið millum sjónarmið og uppáhald í einum torgreiddum heimi. Og, sjálvt um tað kann vera svart at viðganga, so gera tú og eg tað eisini. Men tað er óneyðugt at vera offur fyri [...] hvørki innihald ella meining. Tað eru vit sjálvi, sum mugu geva tí innihald og meining. Tað er krevjandi, men gevur lívinum meining og innihald. Tað var svenska skaldið Thomas Thorild (1759-1808), sum segði: [...] tey hava fingið innivist í lærubókum, so at flestøll ung kenna tey. Hentari hevði helst verið at brúkt tey snøggaru altjóða orðini fyri tað sama, og sum flest allir føroyingar kenna týdningin av. Hinvegin
ungur hugtungur maður, og ein ung væl útborin og brosandi løgreglukvinna. Við boygdum ryggi teskar ungi løgreglumaðurin okkurt við starvsfelagan, sum klappar honum á ryggin og tykist siga við hann, at [...] gøturnar kring Old Trafford so smátt við at fyllast. Tað er grátt í veðrinum og hann hevur hug at regna íð so nógv. Barrir og matvøru básar eru góð støð at kroka, meðan løgreglan heldur eygað við at alt [...] ára gamal maður við hettutroyggju og heldur regnskjólinum langt niður yvir høvdið. Tey bíligastu liggja um 80 pund (sum svarar til góðar 700 krónur), sigur hann víðari og vísir fram nøkur atgongumerki. Tað
Týskvøldið 30. november 2021 kl. 19.30 verða fyritøkur, stovnar, og frítíðar- og ítróttarfeløg í Vági boðin til kunnandi fund í Miðlatúni um skipanina, har Dennis Holm, verkætlanarleiðari, fer at greiða [...] avbjóðingum við stagnerandi ella minkandi fólkatali, serliga orsaka av at ung fólk flyta til størri plássini at nema sær útbúgving og venda ikki aftur. Nógv økir stríðast eisini við avbjóðing at fáa skikkaði [...] kring Norðuratlantshav. Øktur áhugi bæði frá ferðafólkum og frá fólki, sum leita eftir annarleiðis upplivingum (sokallaðir “adventure seekers”) og einum øðrum gerandisdegi enn í býarlívinum. Økti áhugin
uppgerðum, og vit hava kent okkum óhepnar, og kanska hevur tað ikki verið nóg gott, tá ið vit fleiri ferðir hava mist sigurin í síðstu løtu. Tað kostar nógv at spæla javnt í staðin fyri at vinna, og sunnudagin [...] eydnast at megna javnleik, og fýra ferðir hevur vágaliðið tapt. Soltna úrtøkan ber við sær, at uppflytaraliðið í Vágum er á niðurflytingarplássi. Nú er TB aftur á skránni, og tað er einki, sum eitur [...] TB sjey stig, og tá kann tað fara at kennast ógvuliga tungt. – Stóri trupulleikin er, at vit skora ov fá mál. Um vit skulu hugsa um at vinna, so er neyðugt, at vit skora fleiri ferðir, og so er neyðugt
-Please, segði hann sinniliga og lyfti hendurnar fyri at fáa tey misnøgdu at binda frið, so hann kundi halda fram. -Fólkið hevur talað, og fólkið hevur talað týðiliga, segði hann og helt fram: -Eg havi virðing [...] úrslitini frá teimum einstøku valstøðunum og statunum fram við eysturstrondini byrjaðu at koma upp á stórskíggjan, fánaði rómurin spakuliga. Tað gjørdist longri og longri ímillum gleðirópini. Ístaðin hoyrdust [...] kundi fara báðar vegir, skiltu fólk, at her var lítið og einki at gera. So kom løtan, sum viðhaldsfólkini hjá Mccain høvdu stúrt fyri, tá CNN og fleiri av hinum sjónvarpsstøðunum kunngjørdu, at demokratiska
juli, var 22 ára gamla Milia Egilsnes Anda. Hon hevur sjálv fingið fosturtøku sum heilt ung – 18 ára gomul, og hon vil fegin deila sína søgu fyri at vísa, hvussu trupult núverandi lóggáva gjørdi tað fyri [...] fyri at fáa hjálp. – Eg fór til ein annan kommunulækna, sum av tilvild var donsk, og greiddi henni frá mínari støðu. Og fyri at lúka krøvini í fosturtøkulóggávuni, máttu vit skriva í journalin, at eg sálarliga [...] ahúsið. Har var aftur ein danskur lækni, og hann segði, at eg ikki skuldi brúka orku uppá at forklára meira, tí at hann sá, at eg var bert 18 ár. Tað gekk, og Milia fekk fosturtøku. Men tá hon hugsar um
pabba í 1970, og fingu tit 4 børn. Sum heilt ung genta rakti sorgin teg á fyrsta sinni, tá 19 ára gamli bróðir tín gekk burtur við Stella Argus . Bert 28 ára gomul misti tú mammu tína, og 5 ár seinni í [...] 1982, rakti sorgin aftur teg og pabba, tá sonur tykkara, Kitti, doyði av vanlukku bert 6 ára gamal. Tað var ein sorg, sum tú ongantíð komst yvir, men tú lærdi teg sjálvan og ikki minst okkum onnur at liva [...] árið hevur verið hart, men vit høvdu nógvar góðar løtur saman. Vit hildu øll jól saman, og tá hevði tú tað so gott. Og í februar, tá tú hevði føðingardag, vart tú so væl fyri. Tú hevði trúnna uppá, at tú
gera, og verður góðtikin uttan víðari, tí soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. Avgerðin er reint politisk og verður tikin fyri at tryggja álitið og trúvirðið hjá stjórnini. Dømini eru mong, og vit kunnu [...] landsstýrismenn í tíð og úrtíð við uppsøgn. Avgerðin hjá løgmanni at siga fiskimálaráðharran úr starvi hevur neyvan verið nøkur løtt avgerð. Samgongan er ung, pressan hevur gjørt nógv burtur úr og drigið ymisk [...] fram í hesum sambandi, og øll útlit vóru til, at atfinningarsama skrivingin móti fiskimálaráðharranum fór at halda fram. Tað vilja so uttan iva vera fleiri útleggingar av hesum, og har ein er tann, at avgerðin
ynski. Hesi eru ofta so sjúk, dagurin er einstáttaður við viðgerð og aftur viðgerð. Tey eru avbyrgd, burtur frá familju og vinum í langa tíð, og tí hava tey øll uppiborið at fáa eitt ynski eftirlíkað, sigur [...] grunnin, og tað heldur Herdis Skorastein, sum býr í Ringsted, vera ógvuliga spell. - Orsøkin til, at føroysk børn ikki eru umfatað av grunninum, er, at so skal grunnurin eisini gjalda fyri ferð aftur og fram [...] fram millum Føroya og Danmark, um føroysku børnini hava ynski, sum ikki kann eftirlíkast í Føroyum. Og tað er jú ógvuliga dýrt at ferðast, sigur Herdis Skorastein. Herdis Skorastein, sum er ættað úr Leirvík
Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019? - Í desember 2019 fingu vit okkara níggjunda ommu- og abbabarn, og hetta er tann størsta signingin, sum er til – hetta at fáa børn og ommubørn. Einki kann [...] komin longri við orku- og veðurlagspolitikkinum, og tey skuldu eisini verið komin longur við bústaðarpolitikkinum. - Vit skuldu eisini veruliga havt fyribyrgt, at tað enn eru børn og ung í Føroyum, sum detta [...] kann máta seg við ta gleði. Helena Dam á Neystabø sigur seg eisini fegnast um heilsu og førleikar. - Hetta bleiv eg eisini ámint um at virðismeta í 2017, tá eg breyt mær ryggin. Yvirhøvur havi eg fantastiska