BÚSTAÐARMØGULEIKAR
Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús við kjallara. Men tað eru ung og eldri, sum ynskja sær aðrar bústaðarloysnir. Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki um at skapa fortreytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum, og tí legði hann fyrst í farna mánaði á ting fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at síggja til, at hesar fortreytir verða skaptar.
- Øll ynskja ikki at sita í einum stórum húsum og gjalda til tey alt lívið, men sum er hava tey lítlar og ongar møguleikar fyri øðrum. Ei heldur ynskja tey at seta seg í eina nýggja stóra skuld bara fyri at flyta í okkurt annað, sigur Heðin Mortensen.
Hóast útvegan av alternativum bústaðarmøguleikum er ein kommunal uppgáva, heldur løgtingsmaðurin, at landið eigur at ganga á odda og skapa fortreytir. Tað sparir tað eisini kommununum fyri nógvar útreiðslur í sambandi við ráðgeving og annað.
- Tørvurin á alternativum íbúðarmøguleikum er so ovurhonds stórur, at landið eigur at ganga á odda, eitt nú við at stinga út í kortið ein nýggjan skipaðan politikk á bústaðarøkinum. Tað vil siga skapa fortreytir fyri, at lutaíbúðir, leiguíbúðir, íbúðir til eldri og brekað, sum til dømis sjálvsognarstovnar reka, koma. Íbúðir eiga at verða bygdar soleiðis, at tær nøkta ein og hvønn tørv til eina og hvørja tíð.
- Tað er ongantíð stungið út í kortið, hvørjar møguleikar vit hava. Í so máta eru vit eftirbátur í Føroyum. Hyggja vit til Íslands og Danmarkar, síggja vit eitt nógv liðiligari bústaðarmynstur. Fáa vit ein liðiligari bústaðarmarknað verða møguleikarnir at útvega ein bústað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka størri, tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika. Út frá einum skipaðum bústaðarpolitikki eigur stuðul at verða latin til alternativar møguleikar gjøgnum Íbúðargrunnin ella Húsalánsgrunnin. Og er ikki nóg mikið av peningi har, eigur løgtingið seta meiri pening í, soleiðis at møguleikar verða til staðar.
Einastu alternativu bústaðarmøguleikarnir, sum eru í Føroyum í dag, er í høvuðsstaðnum. Til dømis á Berjabrekku verða íbúðir bygdar, sum í grundini eru til ein og hvønn tørv. Hesar eru avmarkaðar í tali og fyri langari tíð síðani umbidnar.
Ilt er at siga, um uppskotið verður samtykt í tinginum. Tingfólk funnust undir fyrstu viðgerð at uppskotsstillaranum fyri at uppskotið var ov lítið ítøkiligt og høvdu hug at sláa tað upp í glens.
- Hesi vita ikki, hvussu støðan er og hvat gongur fyri seg í samfelagnum, tá ið tey ikki taka uppskotið í álvara. Tað er ikki mín uppgáva at siga landsstýrismanninum, hvussu hann skal bera seg at við at skapa fortreytir, sigur Heðin Mortensen, sum um uppskotið fellur kortini ikki ætlar sær at helma í, men seinni leggja eitt líknandi uppskot fram á ting.
Málið varð beint í trivnaðarnevndina eftir fyrstu viðgerð.










