Poul. Poul býr heima einsamallur í stásiliga heiminum hjá bróðurinum Olivuri og konuni Ennu, sum nú bæði eru deyð. Enna var ættað úr Hvalba. Olivur og hon fingu tvær døtur, Ebba og Jonna, sum báðar búgva [...] - Andrass er langabbasonur Palla hjá Olávusi. Góði Poul, tú hevur nú í so mong ár búð einsamallur, eftir at Enna og Olivur bróður eru farin. Tú hevur hildið heimið og passa tað, sum um tú átti tað sjálvur [...] Í dag er tað ein stórur dagur í Toftalíð, ja, í allari Vágs bygd, nú Poul Olsen, Poul hjá Lávusi, fyllur 100 ár. Tað er ikki einum og hvørjum lagað at fylla 100 ár og at vera so raskur og væl fyri sum
honum, soleiðis at friðurin til skotini var lítil og eingin. Men har fánaði alt. Orsøkirnar til hetta eru ivaleyst fleiri, men onkursvegna mundi tað eisini vera so, at her gekk mest sum ov væl. Tosað hevði [...] almikið. Heldur ikki vongspælið, sum ikki hevði koyrt serliga væl í Finnlandi, men sum skuldi betrast nú, var nøkur hóttan í so máta. Einamest tí pressið frá bakspælarunum var sera lítið, og at sendingarnar [...] síðum, men avrikini undanfarnu tvey árini hava í øllum førum prógvað, at hornasteinarnir á liðnum eru í lagi. Við miðvísu venjingarætlanini, sum varð løgd tíðliga í vár, átti fortreytirnar fyri enn betri
eitt kritikk punkt av dómarunum í Føroyum, at teir eru ov skjótir við floytuni. Í ár er tað broytt og dystirnir blíva av tí sama ferðmiklari. Tað eru líka nakrir spælarar, sum líka skulu tveita seg ella [...] trýstur mest er ÍF næstan ikki frammanfyri miðjuna, men tá teir megna at hóra undan trýstinum, so eru teir eisini nær við at økja um leiðsluna, sum teir vunnu sær í fyrra hálvleiki. Vendin kemur sjey minuttir [...] merkir fyri báðar partar. Umframt ÍF, so hevur Heðin eisini búð niðri og spælt fótbólt har, men hevur nú í eini fýra ár spælt við Víkingi. Hann ætlar sær nakað innanfyri fótbólt og hóast hann er ungur, so
bert at verða ein brøkpart % ,av føðini hjá makreli, fyri at ein stórur partur av ynglinum frá eitt nú toski og hýsu er etin.. Nevnast skal, at Jan frammanundan at verkætlanin ”Makrelur á Landgr [...] í náttúruni, er neyðugt við sera nógvum og umboðandi prøvum. Náttúran er sera fjølbroytt og tí eru frávikini stór. Prøvarnir mugu verða tiknir soleiðis, at teir dekka alt Føroya øki, bæði til stað [...] makrelurin hevur beinleiðis ávirkan ella óbeinleiðis ávirkan. Tað áhugaverda er at fáa vitan vitan um hvussu stór samlaða ávirkanin er á vistskipanina sum heild, herundir eisini ávirkanin á tosk
Jonhard Eliasen ---- Baader-kreditturin í 1996 Í bløðunum á vári 1996 lesa vit yvirskrift til grein um sokallaða ‘Baader-málið’, at Jørgen Niclasen ikki vil kallast tjóvur. Í greinini verður hann endurgivin [...] funnið fram tilfar úr ymsum skjalagoymslum – tó ikki tí hjá Jørgeni sjálvum – sigur Jørgen, at hann nú, eftir nágreiniliga at hava sett seg inn í málið, er ‘uppaftur stoltari’ av tí, hann sum stjóri avrikaði [...] Arbeiðshátturin hjá Jørgeni í sambandi við flat-skattin og forskotsskattingina av eftirlønaruppsparing eru dømi um, at muran í Jørgeni framvegis er tann at vera eftirsnarin heldur enn fyrivarin.Neyvan er hann
vøllinum saman, at teir eru eitt ógvuliga sterkt par á síðuni, og tað vístu teir enn einaferð í gjár. Liðið hjá Víkingi gav seg hinvegin sjálvt, í rættiliga stóran mun. Sigrar eru krav Eitt annað, sum eisini [...] Víkingur hevur fleiri aðrar, sum í løtuni teljast millum landsins bestu á sínum plássi. Súni Olsen kenna vit og vita hvør dugir er í. Atli Gregersen vísti veruliga sínar dygdir sum stýrimaður í verjuni, har hann [...] eisini gevur seg sjálvt nú, er at EB/Streymur einki hevur eftir at tapa. Landskappingin byrjar sunnudagin og ein sigur á KÍ er eitt ófrávíkiligt krav. Sama má sigast um dystin hjá Víkingi, sum skal vinna
vera millum toppliðini. Teir hava sagt, at eitt sætta pláss er ikki veruleikafjart at rokna við, og nú eru teir á sjeynda plássinum. Jákup hevði ikki so ógvuliga nógv at gera sunnudagin, men eina ferð var [...] hevur verið óvanliga nógv regn í Danmark síðstu vikurnar, og tað sást aftur á grasvøllunum, sum bæði eru tungir og uppeltir. Síðst tá AGF var í Herfølge endaði tað 1-1, og tann dysturin verður serliga mintur [...] sýndur FCK. Fyrst vóru tað Europa Cup dystirnir móti Chelsea, og so kom keypið av Briani Laudrup uppí. Vit søgdu í blaðnum leygardagin, at tað er greitt, at Brian Laudrup ikki fer at spæla við FCK fyrrenn eftir
á privatum hondum, karmarnir eru broyttir og húsini hava verið umvæld og umbygd fleiri ferðir síðani. Nú møguleikin er til staðar, eigur av álvara at verða umhugsað, um vit ikki eiga at reisa hesum und [...] hvussu trupult tað er at fáa nakað til lesnað í Føroyum; sambandið við Danmark er so vánaligt, bøkur eru so dýrar, og hjá teimum prestum ella embætismonnum, sum eiga sløð av bókum, er savnið so lítið, at
kærleika í bestu føroysku balladuni nakrantíð. Jørgin Dahl. Kompromisleysur, dugnaligur og krevjandi. Tað eru nøkur av orðunum, sum verða sett á hann, tá teir, sum kenna hann best, greiða frá hansara eginleikum [...] framvegis tann dagin í dag. Ja, eg hugsi ofta mítt, tá prátað verður um, at føroyskur rockur er betri nú enn nakrantíð. Sjálvur haldi eg, at tú skalt fara sera tíðliga upp um morgunin, um tú vilt røkka støðið [...] Jørgin fekk tann leiklutin í føroyskum rocktónleiki, sum hann fekk. Hann vildi veruliga nakað, og tá vit aðrir fóru burtur av, helt hann fast um tónleikin, sigur Heri. Karl Martin Samuelsen greiðir frá, at
Nyholm Debes í fráhaldsblaðnum Dúgvan: "Aftur hava vit innan Havnar Avhaldsfelag mist ein góðan og trúgvan felaga. Heine Justinussen (á Trønni) er nú um dagarnar deyður. Heini á Trønni var íðin og ar [...] kendi danski fótbóltsspælarin Frank Arnesen, sonur Stendor hjá Mariu. Maria og sonur hennara Arni eru fyrr umrødd í hesi røð. Rasmine (1873-1954) Lærarabókin skrivar: Áðrenn Rasmina fór at lesa, gekk hon [...] hevur verið at funnist á samkomum felagsins. Tí kennist tað bæði sárt og ilt at vita, at sessur hansara nú fer at standa tómur ella verða nýttur av einum hvørjum øðrum, men man so lagna menniskjunar vera og