spurdir, um teir høvdu sløkkiútgerð, men tá ið teir ikki høvdu tað, var einki at gera. Ikki fyrr enn førarin sá, at ikki bar til at sløkkja eldin, bað hann okkum koma út og taka alt við okkum, sigur Randi Kúrberg [...] komi bara til tað, at bussførarin hevur verið óførur. Sum ferðafólk fingu vit ongantíð varuga av, at eldur var í bussinum meðan vit vóru í tunnlinum. Heldur ikki gáaðu vit eftir, at hann setti ferðina [...] sá ikki eld fyrr enn komið var inn í tunnilin. Eftir at førarin gjørdist greiður yvir eldin, skundaði hann sær at fáa bussin út úr tunnlinum, royndi at sløkkja eldin og tá ið tað ikki eydnaðist, fekk hann
Einasta treyt fyri at blíva limur í Náttarravnunum er, at tú er ein ábyrgdarfullur vaksin (yvir 20 ár). Fyri at sleppa at ganga skipaðar túrar í okkara jakkum er eisini neyðugt, at tú hevur ein hugburð [...] náttarravnar; tó er ymiskt, hvussu virkin hesi eru. Vit hava sum mál at gerast so nógvir virknir ravnar, at vit kunnu nøkta tørvin við at limirnir ganga ein túr fyri hvørt tveir mánaða skeið. Flestu ravnarnir [...] annars øll vaksin, um at koma við í tiltakið. Byrðan verður lættari at bera, jú fleiri vit eru. Ringið til onkran av nevndarlimunum, so eru tit við. Einki limagjald er. Tey sum hava roynt at gingið eina nátt
tær framvegis triðja plássið at spæla um, tá tær komandi vikuskifti skulu spæla móti Neistanum, og sigurin á Stjørnuni fer helst at viðføra, at leikararnir eisini kunnu fara at hugsa um silvurmerkini. Har [...] Tað er kanska dekan ov tiðliga at siga, at FM-kappingin í hondbólti er avgjørd, longu áðrenn farið verður undir endaspælið. Men niðurstøðan fær illa verið ein onnur, eftir at einasti avbjóðarin hjá VÍF, Stjørnan [...] tað var ikki væntandi, at dysturin móti Stjørnuni skuldi gerast minni krevjandi. At Stjørnan eisini hevði havt sínar trupulleikar í steypakappingini var tó kanska ein ábending um, at styrkin ikki er, sum
sigur, at stundum noyðast teir at bíða á Toftum, áðrenn teir sleppa fram at, og tá gerst dagurin uppaftur longri. Spurdur, um teir stytta um útróðrardagin við at fara fyrri til lands, sigur hann, at tað gera [...] nøgdir við. Juul sigur, at teir hava fingið hús til leigu í Vík. ? Fiskurin verður landaður á Eiði, og síðan fara vit til Víkar at sova, sigur hann. Útróðrarmaðurin sigur at enda, at seinasta summar royndist [...] Jacobsen, sum eigur Maj N, sigur, at teir royndu uttarliga og eystarliga við hendan dagin. ? Vit plaga ikki at vera so uttarliga, sigur hann. Aðrir góðir dagar Juul sigur, at hóast veðurlagið hevur verið rættiliga
avtalurnar, sum loyva USA og NATO at brúka Grønland og Føroyar í hernaðarligum høpi, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum hevur ilt við at síggja, at hetta er í tráð við pástandin um, at ríkið er ein eind við trimum [...] heldur Tórbjørn Jacobsen, at ósamsvar er í tí, sum Løgmálaráðið sigur. - Tú kann ikki fyrst pástanda, at talan er um tríggjar javnbjóðis partar og so beint aftaná pástanda, at tað eru nøkur viðurskifti [...] gjørdist ikki nógv klókari av at spyrja danska forsætisráðharran, hvat hann leggur í orðið ?ríkisfelagsskapur.? Svarið frá forsætisráðharranum, sum er skrivað í Løgmálaráðnum, vísur, at tað lekur millum teori
Høgni Hoydal møguleikan at niðurgera uppskotið um smidligari og lagaligari tilgongd Føroyar og Danmarkar millum. At HH so eisini nýtti høvið at bera fram ósannindir og annars at speireka undirritaða ? ja [...] Sostatt fer áhaldandi at bera til at kóka politiska súpan upp á viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum ? valskeið aftan á valskeið.... Úr leysum lofti Í somu viðtalu pástendur HH, at uppskotið hjá undirritaða [...] kann HH sleppa ? uttan viðmerking, at bera fram slíkan pástand, tá løgtingssamtyktin bert er áheitan á landsstýrið um at yvirtaka málsøki eftir heimastýrislógini og at málsetningurin longu er brotin, tí
til at fjala loysingarkrókin. Hendan ongul, ið skal nýtast til at sifta lumpaða fongin innum lúnningina, fyri síðan at kryvja. Eftir mangar loynifundir eru teir tríggir komnir til ta niðurstøðu, at um nýggi [...] skal fyrireikast, tí hann er í apríl. Tað ræður um at hava góðan reiðskap. Nú loysingarskútan í Tinganesi er við at søkka, royna hesir í Tinganesi at nýta eitt heilt nýtt slag av agni. Sum ikki er nýtt [...] loysingarsamgongan. Loysingar-bandin í Tinganesi hugsar, at teir, við at nýta ein stóran loysingarkrók við nógvum agni á, kunnu lumpa pensionistar at býta á. Flestu pensionistar eru nevniliga rættuliga svangir
av sjálvum skúlaverkinum. - Vóni, at hesin dagurin fer at fáa undirtøku úti á skúlunum, og at hetta tiltakið kann styðja undir tilvitanina um okkara skúlaverk, og at tað nú eru vit einsamøll, ið hava ábyrgdina [...] uppgávur til sjúkraroyndir. Um so er, at gamlar sjúkrauppgávur verða brúktar, og tað kann væl vera, so fari eg at heita á allar lærarar, sum hava 9. og 10 flokk, at geva næmingunum hesar til heimauppgávur [...] Mentamálastýrið áleggur 20. mars, sum er mikudagin í komandi viku, fólkaskúlunum kring landið at hátíðarhalda, at skúlin er yvirtikin. Men Føroya Lærarafelag tekur ikki ímóti hesi áheitan við lógvabrestum
Nógv vónbrot Ingeborg Vinther sigur at hon er alt annað enn nøgd við sáttmálan. ?Tað er nógv, sum vit eru vónbrotin av, sigur hon. Hon sigur, at størsta vónbrotið er, at arbeiðsgevararnir lupu frá teimum [...] í løn Tað, sum gjørdi, at tey kortini skrivaðu undir, var fyrst og fremst, at nú hava tey fingið aldursviðbøtur við í sáttmálan. Tað hevur verið eitt hjartamál hjá fakfeløgunum at tey skulu fáa løn eftir [...] undantikin í framtíðini. ?Tvs, at ætlanin var at taka verjkfalsrættin frá einum parti av verkafólkinum, og tað kundi undir ongum umstøðum góðtakst. Men tað varð nógv tíð brúkt upp á at tað kravið afturvíst, sigur
men góð, sleppa ikki at spæla til dans. Men tann størsta grundin til, at einki orkestur eru eftir í Klaksvík longur er, at eingi høli eru at venja í. (Faktist so ER eitt hølið at venja í, men har kanst [...] fullvæl av, at fast samband er ímillum Havnina og Kambsdal, men ber tað ikki til at gera eina avtalu við Smyril Line ella Dúgvuna og nakrar bussar, so at tey fólk í Havnini sum hava hug at fara til Klaksvíkar [...] Klaksvíkar at hugna sær sleppa heim aftur?!?) Loysnin?!? Ja, hvat skal ein gera? Hevði tað ikki verið eitt hugskot at bygt eitt størri dansihøli, har pláss hevði verið hjá orkestrum at spælt í? Kundi tað