Alt tykist avgjørt

VB-Stjørnan 23-20 (10-11):

Fingu tær tað ikki fyri viku síðani, so er líkt til, at Stjørnan nú hevur fingið mønustingin í gulldystinum, efitr at tær taptu fyri VB


 

Hondbóltur ? kvinnur


Tað er kanska dekan ov tiðliga at siga, at FM-kappingin í hondbólti er avgjørd, longu áðrenn farið verður undir endaspælið. Men niðurstøðan fær illa verið ein onnur, eftir at einasti avbjóðarin hjá VÍF, Stjørnan, mátti taka til takkar við einum tapi suðuri í Vági sunnudagin.


Dag um dag

Tá árið byrjaði, var tað kanska eingin, sum hevði verið bilsin, um VB megnaði at vinna móti Klaksvíkingum á heimavølli, men sum árið hevur lagað seg, so var hetta kortini mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið.

VB hevur langt ífrá livað upp til vónirnar um, at liðið veruliga skuldi bjóða VÍF av í oddinum, og ikki minst vórðu tær nærum úrlætnar, tá tær fyrr í heyst vitjaðu í Klaksvík.

Har afturat hevði VB verið í Havn leygardagin, har tær við bit og slit vunnu fjórðingsfinaluna í steypakappingini móti Kyndli, og tað var ikki væntandi, at dysturin móti Stjørnuni skuldi gerast minni krevjandi. At Stjørnan eisini hevði havt sínar trupulleikar í steypakappingini var tó kanska ein ábending um, at styrkin ikki er, sum hon onkun tíð hevur verið, men tað kundi tó roknast við, at liðið megnaði at basa VB.

Undir dystinum kom tó ongan tíð til sjóndar, at VB skuldi vera nakað serliga nógv moyrari enn Stjørnan. Tvørtur ímóti hildu tær alla tíðina sera fast um mótstøðuna, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki høvdu tær eisini yvirskot til at gera eitt gott hál á máltalvuni. Eitt hál, sum í veruleikanum avgjørdi dystin, tí eftir hetta kom Stjørnan ongan tíð aftur fram at VB. Tær megnaðu at skapa spenning í seinastu løtuna, tá munurin varð minkaður niður í eitt mál, men so var eisini uppi, og við tveimum málum í seinasta minuttinum kundi VB so avgera dystin.


Alt avgjørt

Sum nevnt, so merkti sigurin eftir øllum at døma, at VB í veruleikanum avgjørdi FM-heitið við sigrinum. Sjálvandi hevði VÍF átt leiklutin sum favorittar ? eisini um Stjørnan vann ? men fyri kappingina hevði tað verið gott, um munurion millum oddin ikki var meira enn tvey stig, nú farast skal undir endaspælið.

Við tapinum hjá Stjørnuni verða nú trý stig á muni, og sjálvt hin mest optimistiski klaksvíkingurin roknar neyvan við, at Stjørnan megnar at vinna báðar dystirnar móti VÍF í endaspælinum, umframt at vinna allar dystirnar móti hinum liðunum.

Hjá VB mundi sigurin hinvegin koma sera væl við. Liðið hevur sum sagt ikki livað upp til vónirnar í ár, men spurningurin er so, um hetta kanska var avgerandi løtan, har vend kom í.

Undir øllum umstøðum hava tær framvegis triðja plássið at spæla um, tá tær komandi vikuskifti skulu spæla móti Neistanum, og sigurin á Stjørnuni fer helst at viðføra, at leikararnir eisini kunnu fara at hugsa um silvurmerkini. Har afturat er liðið aftur í ár í hálvfinaluni í steypakappingini, so hóast talan neyvan verður um FM, so er als ikki vist, at árið í Vági verður so vánaligt kortini.


Dysturin í tølum

VB-Stjørnan 23-20 (10-11)

Málskjúttar:

VB: Regina Radó 7(2), Gabriella Fekete 5, Gurið Mortensen 4, Margret Augustinussen 2, Jensia Petersen 2, Sólrun Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2

Stjørnan: Joan M. Joensen 6(1), Simona Dziugyte 4(2), Anna Kristina Samson 4, Ragna Andreasen 2(1), Andrijana Milodanovic 2(1), Bára Skaale 1, Una Olsen 1

Brotskøst: VB 3, Stjørnan 5

Útvísingar: VB 5, Stjørnan 2

Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen