Í útvarpssamrøðu mánakvøldið nýtti Høgni Hoydal møguleikan at niðurgera uppskotið um smidligari og lagaligari tilgongd Føroyar og Danmarkar millum. At HH so eisini nýtti høvið at bera fram ósannindir og annars at speireka undirritaða ? ja, tað skal hesaferð fara aftur við borðinum.
Uppskotið um broyttu karmarnar, ein samveldisskipan, hevur eittans endamál: At avgerðirnar um framtíðarstøðu okkara verða hjá Løgtinginum og Føroya Fólki.
Hetta hóvar ikki HH, sum heldur vil halda fram undir heimastýrisskipanini, har neyðugt verður við ótaldum samráðingarumførum, so hvørt einstøku málsøkini verða yvirtikin. Men tað er kanska júst í samsvari við politikkin hjá HH, tí tá verða samráðingarúrslitini altíð treytað av danskari vælvild/illvilja hjá skiftandi donskum stjórnum. Sostatt fer áhaldandi at bera til at kóka politiska súpan upp á viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum ? valskeið aftan á valskeið....
Úr leysum lofti
Í somu viðtalu pástendur HH, at uppskotið hjá undirritaða limar okkum inn í danska ríkið. Hetta er sjálvsagt tikið úr leysum lofti. Øll, sum hava minsta skil fyri ríkisrættarligu viðurskiftunum vita, at henda niðurstøða er púra burturvið og vísir bert, hvussu ósakligur HH er, tá samanum kemur.
Og so páhaldið hjá HH um, at samtyktin um Sjálvstýri Føroya Fólks er størsta fullveldisstigið?! Hvussu kann HH sleppa ? uttan viðmerking, at bera fram slíkan pástand, tá løgtingssamtyktin bert er áheitan á landsstýrið um at yvirtaka málsøki eftir heimastýrislógini og at málsetningurin longu er brotin, tí bert eitt av tíggju málum, sum skuldu yvirtakast ársskiftið 2001/02, er komið undir føroyskt málsræði? Og ikki minst, so binda løgtingssamtyktir bert í tí valskeiði, tær eru samtyktar!
Men hvussu sær samveldisuppskotið so út:
1.Føroyska heimastýrið kann gera av, at øll málsøki, undantikin uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættur og gjaldoyramál, kunnu yvirtakast sum føroysk sermál við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.
2.Heimildirnar hjá Landsstýri og Løgtingi í uttanríkismálum verða víðkaðar til at umfata altjóða sáttmálagerðir viðvíkjandi yvirtiknum málum og medavgerðarætti í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum.
3.Tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar verða sjálvstøðugar, koma málsøkini uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættur og gjaldoyramál undir føroyskt málsræði.
4.Danska stjórnin boðar altjóða samfelagnum frá nýggja sáttmálanum.
Uppskotið er beinleiðis týðing av yvirlýsingini frá 14. januar hjá løgmanni og forsætismálaráðharranum.
Lagt er upp til einfaldan og smidligan karm, har avgerðirnar um framtíðarstøðu okkara verða tiknar av føroyingum og ikki av dønum. Forðað verður sostatt fyri, at skiftandi danskar stjórnir fara at hava møguleika at leggja føtur fyri ynski úr Føroyum um yvirtøkur. Talan er um skipan, sum tekur av heimastýrislógina og sum setur tilgongdina millum Føroyar og Danmark á skinnarar ? einvegis, og sum føroyingar ynskja tað.
Onnur avleiðing er, at tær fýra dimensiónirnar í føroyskum politikki verða sjóðaðar niður í tvær, nevniliga høgra og vinstrapolitikk.
Hetta uppskotið slær HH upp í glens, kanska í ómegd, ella tí at HH trýr meiri uppá 7-mílabroytingar innan heimastýrislógina, har danir hava seinasta orðið?!
HH hevur avdúkað, at hann onga loysn eigur upp á viðurskiftini Føroyar og Danmarkar ímillum, uttan - heimastýrisskipanina. Nú er soðið vorðið tunt - nevndi nakar nýggju klæði keisarans?
Tvær lýsingar
Hvítabók um samveldi: felagsheiti fyri ymisk sløg av ríkjum, ríkjasambondum og sambandsríkjum, ið hava tað til felags, at tey í sjálvum grundstøðinum (t.d. í stjórnarskipanini ella í altjóðarættarligum sáttmála) eru samansett av meira ella minni sjálvstøðugum umveldum. Dømi eru m.a. Ísland- Danmark 1918-1944 og USA. Og Ensk-Føroyska orðabókin (Stiðin) um Commonwelth: Tjóðveldi, lýðveldi. Og um The British Commonwelth of Nations = Bretska Samveldið.