Skála. Dystirnir verða fríggjakvøldið 27. august kl. 20.00 og leygardagin 28. august kl. 16.00. Tað hevur stóran týdning, at okkara spælarar fáa altjóða royndir, og vóna vit tí, at teir fáa nakað burtur úr [...] góðan hondbólt, og at tað verða tveir spennandi dystir, vit fara at síggja. Trúgvir áskoðarar Tað hevur verið fløvandi at sitið í nevndini hjá STÍF og merkt, hvussu væl fólk taka undir við arbeiðinum hjá [...] á løtuna. STÍF stovnað í 1942 Stranda Ítróttarfelag, STÍF, varð stovnað 11. oktober 1942. Felagið hevur luttikið í hondbólti síðani tá, og er í dag eitt rættuliga virkið hondbóltsfelag, har luttikið verður
tjóð hevur fostrað mangar frálíkar tónleikarar. Kortini er tað ein sannroynd, at tað enn restar nógv í at geva uppvaksandi ættarliðnum og teimum virkandi tónleikarunum nóg góðar umstøður. Hetta hevur m.a [...] myndugleikar hava ikki priorieeterað tónleikaundirvísingina og hetta yrkið sum heild nóg høgt. Man hevur verið ov skjótur at hugsa, at hetta við tónleiki er bara nakað, sum hoyrir frítíðini og undirhaldi [...] tað er ikki nakað, sum tað almenna eigur at fara ov miðvíst inní, stuðla og byggja upp. Hvør bygd hevur jú sítt hornorkestur, sítt kór osfr. Og tað sýnist at fungera fínt. Tað vit sóknast eftir er, at tað
tikin beinleiðis úr enskum máli. Hetta hevur serliga verið galdandi fyri sluppir og trolarar (t.d. »skailett« »stima«, »veirar« »sjorast« osfr.). Men Tórður Jóansson hevur við granskingarstarvi sínum víst á [...] á, at føroyska málið eisini langt áðrenn hetta hevur fingið lániorð frá fremmandum sjófólki og øðrum vitjandi. Tí hevur nevndin fyri Felagið Høganes hildið tað vera spennandi at hoyra nærri um forvitnisligu
Travel. Fyritøkan hevur gingið hampuliga, síðan tey lótu upp í september 1988. Tá vóru tey fimm fólk. Hóast kreppuna fingu tey eina góða byrjan, sigur hann, og metir nú, at fyritøkan hevur stabiliserað seg [...] Ferðaskrivstovan Faroe Travel, sum higartil hevur hildið til upp á Hálsi í Havn, er nú flutt í egin høli í miðbýnum. Tað er í Sverrisgøtu 20 við síðuna av Havnar Sjúkrakassa. Har sum málingahandilin Ælabogin [...] Har avgreiðir felagið øll pappír, so sum frakt, toll og so framvegis, fyri kundan. Dánjal Poulsen hevur stórar vónir til summarflúgvingina komandi. Hann sigur, at væl hevði borið til at selt fleiri flo
samfelagið hevur at liva av. Hetta valskeiðið er nú so langt liðið, at landstýrið í mesta lagi kann verða sitandi í eitt hálvt ár aftan á at hetta fíggjarlógaruppskot fer samtykt. Vanliga hevur nógv verið [...] landsstýrissamgongu í so góðum standi, sum tað nú einaferð ber til aftan á tey bakkøst, ið hesum landi hevur verið fyri, sigur hann. Anfinn Kallsberg sigur, at henda samgonga setti sær fyri at gera sparingar [...] verður settur arbeiðsbólkur at fyrireika nýggja pensiónsuppsparingarskipan. Í tí tíð hendan samgongan hevur eftir, fer landsstýrið at halda fram við arbeiðinum at finna økið, har lógarbroytingar kunnu gerast
verkamannafylkingini mynda somu flokkar landsstýri ídag, og sigast má, at sjáldan ella ongantíð fyrr hevur politiski ruðuleikin verið so fullkomin, sum undir sitandi samgongu. Var tað nakað annað parlament [...] g, hevði tað fyri langt síðan tikið avleiðingarnar av tí politiska sjónleiki, sum dag og dagliga hevur verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum. Men sjálvt um somu fjølmiðlar yvir fyri tí føroyska veljaranum [...] við hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal
gøtukvinnur ikki longur ráð at tapa. GÍ hevur einki stig fingið higartil, og tær eru einsamallar á aftasta plássi. Eftir tapið móti Stjørnuni seinasta vikuskiftið, hevur tað týdning hjá GÍ at venda skeivu gongdini [...] VÍF liggur í løtuni einsamalt á odda í bestu mansdeildini, og hóast liðið hevur spælt ímóti bæði Kyndil og StÍF, sum vanliga teljast millum bestu liðini í deildini, hava teir fult stigatal eftir fyrstu [...] ár, er tað av alstórum týdningi, at teir longu nú vísa vestmenningum, at teir kunnu spæla við. VÍF hevur seinastu tveir dystirnar havt trupulleikar í fyrra partinum av dystinum, men fram móti leikloki hava
fyri, at skriva søguna hjá felagnum, greiður Kristian á Neystabø frá. Hann hevur verið formaður í B36 seinastu 10 árini, og hevur samskipað arbeiðið við bókini. ? Upprunaliga løgdu vit dent á at savna tilfarið [...] Kletti hevur havt nógvar samrøður við eldru limirnar í felagnum, sum tað var farið at minkað burturav, tá arbeiðið við at skriva søguna byrjaði fyri seks árum síðani, og Vagnur Dahl Michelsen hevur fest
varð við Føroya Landsstýri í 1992. Henda ósemja partanna millum hevur nú staðið við í vikur og ført við sær, at eingin undirvísing hevur verið á avvarðandi skúlum. Næmingarnir eru teir, ið raktir eru meinast [...] num til fyrr nevnda uppskotið um eyka-játtan sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum: Landsstýrið hevur sum kunnugt hildið fast um, at tveir flokkar á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði skulu leggjast [...] gíslar í einum máli, sum átti fyri langari tíð síðan at verið loyst. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur víst á sparingar sum grundgeving fyri, at flokkar verða lagdirsaman og at 28 næmingar kunnu vera í
Skotlandi og landað um vikuskiftið, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Óli Jacobsen hevur onga grund til at ivast í avtalum, hann ger við John Petersen, landsstýrismann. »Vit eru samgongufelagar [...] tiltøkini fríggjadagin vóru ólóglig. Hinvegin er hann heldur ikki í iva um, at hann einki ólógligt hevur gjørt, tá hann mælti skipum til at landa uttanlands. Óli Jacobsen sigur, at tað er tvætl, tá Ingeborg [...] fiskidøgunum. Men tað ger nú heldur ikki so nógv, sigur Óli Jacobsen. Tí tann avtalan okkara millum hevur verið alment frammi í fjølmiðlunum, so hana eiga øll at vita um. Um eini trý skip hava verið uttanlands