Ferðaskrivstovan Faroe Travel, sum higartil hevur hildið til upp á Hálsi í Havn, er nú flutt í egin høli í miðbýnum. Tað er í Sverrisgøtu 20 við síðuna av Havnar Sjúkrakassa. Har sum málingahandilin Ælabogin fyrr var.
Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at í dag eru 10 arbeiðspláss hjá Faroe Travel. Fyritøkan hevur gingið hampuliga, síðan tey lótu upp í september 1988. Tá vóru tey fimm fólk.
Hóast kreppuna fingu tey eina góða byrjan, sigur hann, og metir nú, at fyritøkan hevur stabiliserað seg.
Faroe Travel selir mest flogferðaseðlar og charterferðir.
Nógvir av kundunum eru handilsfólk og sjófólk, sum ferðast víða. Og tað er eingin trupuleiki. Tað ber væl til at keypa ferðaseðil í Sverrisgøtu úr Vágum til Tokyo. Við væl útbygda on-line sambandinum síggja tey beinanvegin á telduni, um nakað setur er tøkt á flogfarinum hjá Japan Airlines úr Singapore.
Sniðið á flogferðaseðlinum er broytt nakað seinastu árini. Nú er seðilin vorðin so nýtmótans, at til ber hjá tí, sum ferðast tíðum uttan tað stóra viðføri, sjálvur at checka inn í lufthavnini. Seðilin er soleiðis gjørdur, at hann bara kann dragast gøgnum ein maskinu, so lesur hon alt tað skrivaða inn, og tú stendur við bordingkortinum í hondini.
Hetta er kanska heldur avancerað fyri fólk, sum ikki ferðast so ofta, sigur Dánjal Poulsen, sum uggar fólk við, at tað fer altíð at vera avgreiðslufólk á flogvøllinum kortini.
Felagið selur eisini lidnar frítíðarferðir.
Hesar ferðir keypir Faroe Travel ofta frá danska felagnum Profil Rejser, sum er eitt slag av heilsølu á økinum, sigur Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel.
Annars kann felagið avgreiða ferðatryggingar, hotelbíleggingar og flogfrakt, um ein ynskir tað.
Faroe Travel flytir flogfrakt frá hurð til hurð við felagnum Faroe Cargo. Har avgreiðir felagið øll pappír, so sum frakt, toll og so framvegis, fyri kundan.
Dánjal Poulsen hevur stórar vónir til summarflúgvingina komandi. Hann sigur, at væl hevði borið til at selt fleiri flogferðaseðlar um summarið, um pláss var. Tað verður tað komandi summar, tá Atlantsflog fær eitt flogfar afturat, og tí vónar hann framgongd í søluni.
Hetta flogfarið fer at flúgva fyri Atlantsflog frá 19. juni og til 16. august.