Europa-Cup dystir í hondbólti á Skála

Europa-Cup dystirnir millum STÍF og meistararnar úr Slovakia verða í ítróttarhøllini á Skála fríggjakvøldið 27. august kl. 20.00 og leygardagin 28. august kl. 16.00

Seinasta kappingarár gjørdist STÍF føroyameistarar í hondbólti hjá 1. deild monnum, og hetta gav teimum atgongd til at luttaka í Europa-Cup fyri meistarar. Hetta er ein søgulig hending hjá STÍF, tí hetta er fyrstu ferð, at felagið luttekur í Europa-Cup. Dystirnir verða móti meistarunum í Slovakia. Liðið eitur TJVSZ, og koma teir úr býnum Kosici.

Tað verða tveir dystir, og skuldu teir verið spældir bæði sum ein heima- og ein útidystur, men fyri at minka um útreiðslurnar av hesum tiltaki, sum annars eru rættuliga stórar, er semja gjørd millum STÍF og slovakararnar um at spæla báðar dystirnar í ítróttarhøllini á Skála.

Dystirnir verða fríggjakvøldið 27. august kl. 20.00 og leygardagin 28. august kl. 16.00.

Tað hevur stóran týdning, at okkara spælarar fáa altjóða royndir, og vóna vit tí, at teir fáa nakað burtur úr hesum tiltaki. Vit vóna eisini at áskoðararnir fara at síggja góðan hondbólt, og at tað verða tveir spennandi dystir, vit fara at síggja.


Trúgvir áskoðarar

Tað hevur verið fløvandi at sitið í nevndini hjá STÍF og merkt, hvussu væl fólk taka undir við arbeiðinum hjá felagnum og trúliga møta upp og stuðla tiltøk og dystir. Vit í nevndini vóna, at fólk fara at vísa henda sama trúskap hesa ferð til Europa-Cup dystirnar og vóna, at høllin verður fullsett til báðar dystirnar bæði fyri at stuðla spælarunum og felagnum fíggjarliga.

Vit skulu eisini her nýta høvi at takka teimum, sum stuðla okkum fíggjarliga. Eisini takka vit øllum, ið rætta okkum eina hjálpandi hond, so at hetta tiltak vónandi fer at eydnast væl.

Tøkk til Nes sóknar hornorkestur, ið fer at seta dám á løtuna.


STÍF stovnað í 1942

Stranda Ítróttarfelag, STÍF, varð stovnað 11. oktober 1942. Felagið hevur luttikið í hondbólti síðani tá, og er í dag eitt rættuliga virkið hondbóltsfelag, har luttikið verður í øllum deildum og við fleiri liðum í hvørjari deild.

Fólkið í Sjóar kommunu er sostatt eitt hondbóltsfólk burturav, kann sigast, men her má ikki verða gloymt, at fólkið í Skála kommunu hevur verið felagnum ein dyggur stuðul seinastu árini.


Við hondbóltskvøðu

Andrass Danielsen,

formaður