HÓAST vit kanska ikki hava traditiónir fyri miðvíst at ala upp professionellar tónleikarar, so má kortini sigast, at henda lítla tjóð hevur fostrað mangar frálíkar tónleikarar. Kortini er tað ein sannroynd, at tað enn restar nógv í at geva uppvaksandi ættarliðnum og teimum virkandi tónleikarunum nóg góðar umstøður. Hetta hevur m.a. sína orsøk í, at okkara politikarar og myndugleikar hava ikki priorieeterað tónleikaundirvísingina og hetta yrkið sum heild nóg høgt. Man hevur verið ov skjótur at hugsa, at hetta við tónleiki er bara nakað, sum hoyrir frítíðini og undirhaldi til, og tað er ikki nakað, sum tað almenna eigur at fara ov miðvíst inní, stuðla og byggja upp. Hvør bygd hevur jú sítt hornorkestur, sítt kór osfr. Og tað sýnist at fungera fínt. Tað vit sóknast eftir er, at tað almenna veruliga vísir tónleikinum ans og metir hann sum nakað sera týdningarmikið fyri hesa tjóð og hetta fólkið. Hvat líkist tað, at tað standa meira enn 700 børn og ung á bíðilistunum til tónleika-undirvísing í høvuðsstaðnum! At børn, sum eru innskrivað nú, fyrst sleppa framat, tá tey eru vorðin hálvvakin ella vaksin!
TÓNLEIKUR eigur ikki bara at uppfatast og metast sum undirhald - sum nakað givið. Tónleikur er nógv meira enn tað. Hann er og kann verða ein týðandi partur av lívinum - av sálini - hjá hvørjum einstøkum menniskjað. Og hetta vita ikki minst tey, sum hava verið so mikið heppin at fáa undirvísing og koma sær víðari við tónleiki, og serstakliga tey, sum hava gjørt tónleikin til sítt yrki. Ikki øll kunnu hava tónleik sum yrki, men tess fleiri hava hann sum yrki og tess fleiri og betri undirvísingartilboð vit hava, tess fleiri børn og ung fáa umstøður til at uppliva tónleikin inn-anífrá. Nettup tí eiga okkara myndugleikar, ikki minst nú vit fara um eitt aldarskifti, at prioteritera tónleikaundirvísing nógv hægri. Og ein máti er at seta fleiri pengar av til endamálið. Burtur við bíðilistunum - gevið øllum børnum og ungum møguleika at spæla uppá okkurt ljóðføri og gevið teimum, ið hava hegni og gott musikkoyra umstøður at menna seg - tí teirra menning vil í síðsta enda slóða fyri, at onnur eisini sleppa at uppliva tónleikaheimin - innanífrá.