Tað er einki at ivast í, at tað er mest Einari fyri at takka, at tað endaliga eydnaðist okkum at fáa nýggja Tekniska skúlan bygdan her norðuri. - Einar hevur eisini tann eginleika at duga at fegnast, tá [...] uppeftir aftur, plagdi hann lívgandi at siga. - Hetta eru dygdir, eg altíð fari at minnast Einar fyri, segði Jógvan við Keldu at enda, tá vit spurdu hann, hvønn týdning Einar hevur havt fyri Klaksvíkina [...] Einar at biðja sær kjans við skipi. Einar er ikki stórur á vøkstri, so skiparin spurdi hann: ?Hevur mamma tín givið tær loyvi?? Eftir at hava siglt sum messudrongur eina tíð, varð hann biðin at koma í
einki at spæla fyri. Satt at siga, hava øll liðini, uttan Stjørnan, Tjaldur og Neistin, havt lítið at spælt fyri seinastu mánaðirnar. Eingin flytir, eftir øllum at døma, niður í næstbestu deildina. Hinvegin [...] tóktist sum, at gestirnir høvdu ikki yvirskot til at vinna seg aftur. Kyndil var ikki til reiðar, er einfalda niðurstøðan. Tað hevur sjálvsagt sína ávirkan á seinastu landskappingardystirnar, at tað er einki [...] Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur havt ómetaliga lítið at fegnast um seinastu mánaðirnar. Sigurin á Kyndli um vikuskiftið var tann fyrsti í hesum kappingarárinum. Eitt stig var í skjáttuni undan dystinum
bossunum í enska fótbóltssambandinum. Málið endaði við, at Mark Palios, sum sat í leiðsluni í enska fótbóltssambandinum, mátti siga sín sess frá sær, tí at hann hevði havt ein óhepnan leiklut í málinum. Sven [...] nú segði hann, at Rio Ferdinand var dovin, og at Michael Owen ikki treivst í Newcastle og vildi sleppa til eitt nýtt felag. Eftir hesa gøluna komu fótbóltssambandið og Eriksson ásamt um at steðga samstarvinum [...] Skrivstovukvinnan Faria Alam fekk eina fleirfaldaðað millióna upphædd fyri at siga sína søgu í bløðunum. Síðani kom tað fram, at Sven Göran Eriksson eisini hevði havt samband við fyrrverandi svenska sjó
Høgh Olesen, at siga seg úr starvi. Hetta hendi í samráð við rektaran á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, sum er setanarmyndugleiki hjá deildarleiðaranum í Suðuroy. Samstundis er avtalað, at Susanne Høgh [...] sigur Susanne Høgh Olesen. Sosialurin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá rektaranum, Súsannu Mortensen, men hon sat á fundi og hevði ikki tíð at úttala seg áðrenn evstamark í dag. [...] viku á, at sjey av ellivu lærarum á Heilsuskúlanum vóru sjúkrameldaðir, tí samstarvið við deildarleiðaran var ótolandi. Fakfeløg hjá bæði næmingum og lærarum vístu í yvirlýsing á teirra ónøgd við, at Ment
eydnað. Eitt er at flyta innihaldið yvir í føroyskt, at annað er at fáa dialogin at virka sum dialog. At hettar eydnast avbera væl, hevur sjálvandi m.a. samband við, at týðarin er bæði vandin og royndur [...] alstóra ávirkan á. Tað vil við øðrum orðum siga, at skulu vit bert so nøkulunda skilja okkara hugsjónarligu fortreytir, koma vit ikki uttan um hesar. Teir so at siga definera sjónarringin. Tað sum harumframt [...] a er merkisvert, at Platon aftur verður týddur til føroyskt. Men so kann ein spyrja, um tað er viðkomandi at lesa bókmentir, ið hava hálvttriðjatúsund ár á baki. Hevur Platon nakað at sig einum nútímans
ískoyti til tað at “uppføra” seg pent sum heimsborgari, um vit so kunnu siga. Hann vísir á, at málið hjá felagnum er at náa upp á tey 55% úr varandi orkukeldum í 2015, og hann heldur, at vit eiga at seta okkum [...] úr stjórastarvinum, at hann vildi vera tøkur í ráðum, um brúk var fyri tí. - Enn er alt so nýtt, og tí dugi eg ikki at siga, hvør tørvurin verður í so máta, men tað er náttúrligt, at Klæmint Weihe, sum hevur [...] føroyingar eiga vit at vera errin av, at ein so stórur partur av okkara elframleiðslu stavar frá varandi orkukeldum, og úteftir eiga vit at fortelja hetta og kunna gleðast um tað. Vit eiga eisini at kunna fortelja
samfelag -Men hvat nú - nú sigst álvara at vera í. Nú fara oljufeløgini at leita, og kanningarnar komandi fara fyrst og fremst at snúgva seg um tað - tað vil siga, at tær verða meiri staðbundnar. Hvussu rekur [...] fyri, haldi eg ikki, at vit í dag nóg væl eru før fyri at siga, hvat støðan fer at vera í einum givnum ári út frá eini støðu roknað út frá øllum árunum í miðal. Skuldi tað so hent, at olja varð funnin, so [...] millum feløgini. Tað er ongantíð rætt at taka fólk framúr, tað kann lætt koma aftur um brekkur, men eg fari tó at loyva mær at nevna nøkur nøvn. Og tað ber ikki til ikki at nevna Halvor Snarvold, sum hevur
gjørt nakað skeivt, so er at siga tað. Men sum málið stendur, er hansara frágreiðing tað einasta, sum onnur hava at halda seg til. Og minnist til: Løgtingið hevur samtykt, at handfaringin av hesum máli [...] til at stevna fólki í rættin at vitna. Hann hevur fría atgongd til at gera kanningar í øllum hølum har hann heldur tað verða neyðugt. Og sjálvur er hann enntá vardur av eini áseting sum sigur, at verða [...] før kravdi, at eisini meira enn ársgamlar álvarsamar átalur skulu hava fylgjur. Tí sleppa myndugleikar væl frá at ignorera Umboðsmannin, so verður TAÐ siðvenjan. Og so er lítil meining í at hava stovnin
víst á, at talan var um korruptión, ólógligt útgjald av pengum fyri at fáa móttakaran at gera sær eftir vild. Einasta, vit hava at ugga okkum við, er at tað ber til hjá flokkunum í Føroyum at siga nei til [...] kostnaðin. Hetta vil siga, at teir, sum skuldu eitast at umboða okkum, vóru goldnir av donsku skattgjaldarunum. Vanliga verður sagt, at ein diplomatur er ein maður, sum fær løn fyri at lúgva fyri sítt land [...] føroysku. Tað eydnaðist at fáa føroyingar at velja umboð á danating, og var tað ein feitur biti at fáa hjá tí valda, serliga teimum frynsugóðum fyri at takka, sum fáast kundu, um so var at hann fór í part við
bert millum tingfólk, sum satt at siga ikki altíð hava bestu fyritreytir fyri at úttala seg um viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum yvirhøvur. Støðan í dag er tíverri tann, at Føroyar eru einasta norðurland [...] til tess at tryggja, at føroyingar fáa somu rættindi í viðkomandi londum. Strasbourg sáttmálin varð tikin fram sum grundgeving fyri hesum. Og at enda varð sligið fast, at málið bert fór at verða viðgjørt [...] sum heild, umframt at veita fakliga og gjølliga kunning og ráðgeving um treytir og mannagongdir. Tað sýnist í hvussu er at vera stór semja um, at hetta er eitt sjálvsagt málsøki at seta á yvirtøkulistan