Fótbóltur
Sven Gøran Eriksson tók undan vikuskiftinum 23 leikarar út til enska landsliðshópin, sum mikudagin skal møta Uruguay í einum venjingardysti á Anfield Road. Tíðin, Eriksson hevur eftir sum enskur landsliðsvenjari, líður ímóti endanum. Um enska fótbóltssambandið vónaði, at tann róligi sviin fór at skapa ró um sessin, fóru teir skeivir.
Eingin landsliðsvenjari hevur verið so væl umboðaður á forsíðunum á News of the World, The Sun, Daily Mirror og hinum tabloid avísunum, sum dúgliga hava sneytað í privatlívinum hjá Sven Göran. Og tær hava eisini fingið snevilin av nógvum pínligum søgum um Eriksson. Serliga eru tað hansara sambond við konufólk, ið mangan hava ruddað forsíðurnar.
Eisini hevur hann latið seg lumpað av News of the World, ið sendi ein blaðmann ílatin sum ein arabiskur oljusjeikur at fundast við Eriksson, ið ikki fekk illgruna til "oljusjeikin". Fundurin millum teir báðar varð tikin upp, uttan at Eriksson visti av hesum. Tá blaðið síðani kunngjørdi innihaldið í samrøðuni, fekk Eriksson stórar trupulleikar.
Hann hevði t.d. avdúkað persónligar upplýsingar um ávísar leikarar. Eitt nú segði hann, at Rio Ferdinand var dovin, og at Michael Owen ikki treivst í Newcastle og vildi sleppa til eitt nýtt felag.
Eftir hesa gøluna komu fótbóltssambandið og Eriksson ásamt um at steðga samstarvinum, so skjótt sum HM-endaspælið er farið afturum bak.
Gølurnar
Umframt gøluna við tí falska arabiska sjeikinum hevur Eriksson hevur prýtt forsíðurnar, eftir at hansara sambond við konufólk eru avdúkað.
Ein serliga pínlig søga fyri bæði venjaran og fyri fótbóltssambandið var um fyrrverandi skrivstovukvinnuna, Faria Alam, ið arbeiddi fyri FA. Hetta endaði í veruleikanum við einum trýkantsdrama, sum fevndi um skrivstovukvinnuna, landsliðsvenjaran og ein av bossunum í enska fótbóltssambandinum.
Málið endaði við, at Mark Palios, sum sat í leiðsluni í enska fótbóltssambandinum, mátti siga sín sess frá sær, tí at hann hevði havt ein óhepnan leiklut í málinum. Sven Göran hóraði undan ta ferðina. Skrivstovukvinnan Faria Alam fekk eina fleirfaldaðað millióna upphædd fyri at siga sína søgu í bløðunum.
Síðani kom tað fram, at Sven Göran Eriksson eisini hevði havt samband við fyrrverandi svenska sjónvarps-vertin Ulriku Johnsson, og tað varð sjálvandi klínt út á allar forsíðurnar á tabloid-avísunum.
Hóast allar hesar avdúkingar livir Sven Göran framvegis saman við italsku kvinnuni Nancy Dell´Olio.
Eingin ivi er um, at Sven Göran Eriksson ikki hevur verið serliga gott PR fyri enska fótbóltssambandið, men hansara evni sum venjari hava vigað tyngri enn allar tær gølurnar, ið hava undirhildið bretskar avíslesarar.
Tann síðsta gølan við News of the World gjørdist tó seinasti dropin, ið fekk bikarið hjá ensku fótbóltsbossunum at flóta yvir.
Kensluleysi maðurin
Tað er einki dulsmál, at Sven Göran Eriksson ongantíð hevur verið hjartabarnið hjá teimum mangan hvassorðaðu bretsku ítróttarskribentunum. Atfinningarnar hava verið lemjandi, tá enska liðið ikki hevur avrikað tað, ið tjóðin krevur. Hetta er tó einki nýtt, og Eriksson hevur verið drigin ígjøgnum díkið eins og nógvir aðrir landsliðsvenjarar hjá Onglandi.
Trupulleikin hevur mangan verið, at ensku fjølmiðlarnir, og kanska serliga bløðini, hava havt ovurstórar vónir til enska landsliðið, og at hesar vónir als ikki hava staðið mát við veruligu styrkina hjá liðnum, ið ikki hevur verið í absoluttu elituni í altjóða fótbólti í mong ár.
Eriksson er ikki ein maður, ið letur kenslurnar sita uttaná húðini. Hann sæst ongantíð vísa sína ónøgd ella gleði við avrikið hjá leikarunum á vøllinum. Hetta er møguliga tað serliga svenska lyndi, ið kemur til sjóndar.
Kanska sakna blaðmenninir eitt mótspæl frá Eriksson, ið aldri letur seg draga inn í nakað kjak við fjølmiðlamenn. Hann gremur seg ongantíð um umstøðurnar ella onnur viðurskifti, og hann tekur ongantíð aftur til orðanna, eftir at bløðini hava reiggjað svørðinum eftir tey vánaligu avrikini.
Eftir at hava ført Ongland til tvær fjórðingsfinalur í teimum seinastu endaspølunum vóna onglendingar, at tað endiliga skal eydnast teimum at røkka eini HM finalu. Og tað verður Sven Göran Eriksson, ið skal standa á odda fyri hesi royndini, hóast fleiri bretsk bløð helst vildu sloppið av við Eriksson skjótast gjørligt.