Ummæli
Herfyri kom út fyri fyrstu á føroyskum dialogurin Menon eftir kenda griska heimspekingin Platon. Tað er Hanus Kamban, rithøvundur, ið hevur týtt úr forngriskum, og er hettar annar Platondialogurin, hann týður. Hin fyrsti, Euthýfron, kom út í 2012. Forlagið Náttsólin gevur út.
Tað er ikki á hvørjum degi, at Platon kemur út á føroyskum. Mær vitandi er hann ikki týddur úr griskum síðani J.H.O. Djurhuus týddi fimm av dialogunum í tríatiárunum. So ikki kann sigast annað enn, at tað bókmentasøguliga er merkisvert, at Platon aftur verður týddur til føroyskt.
Men so kann ein spyrja, um tað er viðkomandi at lesa bókmentir, ið hava hálvttriðjatúsund ár á baki. Hevur Platon nakað at sig einum nútímans lesara? Svarið er ja, og grundgevingarna kundu verið fleiri. Fari her í stuttum at vísa á tvær.
Tað er neyvan nakar heimspekingur í vesturlendskari heimspeki, ið so grundleggjandi hevur treytað okkara hugsunarhátt, sum Platon. Tann einasti, sum hann við atliti til ávirkan kann samanberast við, er næmingur hansara Aristoteles. Og sum hann sjálvsagt hevði alstóra ávirkan á. Tað vil við øðrum orðum siga, at skulu vit bert so nøkulunda skilja okkara hugsjónarligu fortreytir, koma vit ikki uttan um hesar. Teir so at siga definera sjónarringin.
Tað sum harumframt eyðkennur ein týdningarmiklan heimspeking er sjálvsagt, at hann setur teir ævigu spurningarnar á ein orginalan hátt. Bert fyri at tríva í nakrar av hesum, so eru tað spurningar so sum: hvat er satt, hvat er gott og hvat er vakurt. Og tað er júst slíkar spurningar Platon viðgerð í dialogunum. Vit kunnu vera ósamd við teimum, oftast fyribils, svørunum Platon kemur fram til, og hann hevur verið fyri hørðum atfinningum, eisini í nýggjari tíð. Men tað, ið tað neyvan gevur meining at seta spurnartekin við, er tann týdning hann hevur havt fyri royndirnar at svara hesum spurningum.
Men hvat er so spurningurin í Menon? Tað stutta svarið er: Hvat er dygd? Teir, ið samrøða eru í høvuðsheitum Sokrates og Menon. Sokrates, ein lívsroyndur heimspekingur, og Menon, ein ungur aðalsmaður, kunnu tykjast at vera tveir ólíkir samrøðupartar. Og tað vísir seg eisini skjótt, at teir leggja rættuliga ymiskar týdningar í hugtakið dygd. Menon fatar dygd sum ein førleika ella eitt amboð, ið ein eigur at ogna sær fyri at gera seg galdandi ikki minst á politiska vígvøllinum. Fyri Sokrates er tað ikki ein spurningur um teknikk, men um etikk. Ella við øðrum orðum: Hvat er tað góða? Fyri at lýsa hesi viðurskifti fer Sokrates so at spyrja á sín eyðkenda hátt. At Menon hevur eina grunna fatan av dygdini, kemur sjálvsagt skjótt til sjóndar. Men eisini koma undan kavi aðrir djúptøknir spurningar. Hvussu er sálin hátta, og er hon ódeyðilig? Og hvør er upprunin til okkara vitan?
Hvussu eydnast so týðingin? Lat tað verða sagt beinan vegin, at hesin ummælarin ikki hevur førleikan at lesa forngrikst. So føroyska týðingin verður samanborin við aðrar týðingar. Við hesum fyrivarni er mín meting, at týðingin er sera væl eydnað. Eitt er at flyta innihaldið yvir í føroyskt, at annað er at fáa dialogin at virka sum dialog. At hettar eydnast avbera væl, hevur sjálvandi m.a. samband við, at týðarin er bæði vandin og royndur rithøvundur. Setningarnir eru smidligir og sita. Men harumframt hevur týðarin havt eina hepna hond við stílleguni. Ein freisting kundi verið at popularisara dialogin eitt vet, fyri at gjørt ein tekst um í roynd og veru abstrakt viðurskifti meira atkomiligan. Ein onnur freisting kundi verið at latið klassiska tekstin í ein háfloygdan, men eisini meira stirvnan búna. Hvørga grøvina fellur týðingin eftir mínari meining í. Eftir situr lesarin við einum dialogi, har tey hálvtriðjatúsund árini millum Platon og okkum fána burtur. Spurningarnir gerast okkara spurningar, og royndirnar at svara teimum kundu verið okkara royndir. Meira kann tú ikki krevja av eini týðing. Prentlistarliga er bókin vælaverk og ber boð um kræsnan smakk. Vónandi gongur ikki long tíð, fyrr enn triðja týðing sær dagsins ljós.










