um at gera hesar kanningarnar. Hon váttar at tað eru eini 3-4 feløg í bólkinum men kann ikki upplýsa hvørji tey eru. Annars hava eisini onnur oljufeløg møguleika at keypa tilfarið. Ætlanin er at halda [...] gera mun millum tað, sum er likið frá skipum, og so tað, sum lekur upp úr sjálvum havbotninum. Eisini gera tey aðrar kanningar, eitt nú magnetiskar kanningar. Talan er um eitt øki uppá 17.500 ferkilometrar [...] ferkilometrar millum Føroyar og so Hvíta økið. Tey koma so eisini inn á tað Hvíta økið. Sosialurin skilur, at bretska felagið, hevur fingið eina áheitan frá einum av bólkunum av oljufeløgunum, sum er virkin á
sigur, at tað átti at borið til at toygd summarferiunar longri, so at fólk hevði summarferiu báði í mai, juni, juli og august. ? Men hjá okkum skulu øllum hava summarferiu uppá 10 vikur í juli og í august [...] stakkato-virkseminum upp og niður alla tíðina. ? Hesin mátin at skipa arbeiðið uppá um summarið er rættiliga óheppin, tí tað skerjir virksemið munandi, og tað tekur so langa tíð at fáa alla tað upphópaðu avspákingina [...] Hinvegin vil hann siga tað, at skal virksemið skerjast, er tað helst eina frægast at gera tað seinastu helvt í desember. ? Tann tíðin er rættiliga ineffektivur kortini av tí at so fá liggja, og vilja liggja inni
ring at koma til lívs. Men tað ber til, hóast tað krevur drúgvt arbeiði, sum harumframt skal verða sera miðvíst og ógvuliga vælskipað. Ikki minst krevur tað drúgvar fyrireikingar. Komandi hósdag og fríggjadag [...] rottueituri. ? Nógv er at fara um. Tað eru bjørg og hamrar, brekkur, fløtur og mýrar. ? Skal eitt slíkt tiltak eydnast, er tað neyðugt at vita, hvar rottan heldur til um veturin fyri at kunna miðsavna útleggingina [...] ígjøgnum veturin og eru tí ikki so lættar at fyribeina við eituri. Eygleiða í fleiri ár Jens K. Jensen leggur dent á, at sjálvur er hann langt frá serkønur á økinum, og tað einasta, hann veit, er tað, Bernie Zonfrillo
Eiðiskolli. Knappliga vaks vindurin, og tað gjørdi at ein mesanur brotnaði. Tað vildi so illa til, at masturin datt niður á eitt upptøkutól, sum rakti ein upptøkumann, og hann fekk hol á høvdið. Hann fór [...] soleiðis fer burtur í onnur lond at taka film upp, hava tey altíð eyka tól við, og tað hødu hesi. Flmsupptøkurnar vórðu tó seinkaðar ein dag orsakað av óhappinum. Elis Pousen letur annars sera væl at film [...] beinanvegin á skaðastovuna og fekk nakrar pentur í høvdið. Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar. Um tólið kann gerast
mangt annað enn ævintýr og kenslubornir dreymar, og tað hevur føroyingurin mangan sannað. Havið hevur mangan eirindarleyst kravt sín prís, og hesin hevur mangan verið tungur at gjalda. Meira enn hundrað [...] Tað var í 1949, at løgtingið samtykti, at 1. november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Ein virðiligur siður - Við hesi avgerð varð ein virðiligur siður tikin upp, tí fáar tjóðir [...] føroyska vágað so nógv á havinum, og fá fólk í heiminum hava verið so bundin at havinum fyri at tryggja sær lívsgrundarlagið, sum tey fólk, sum búgva á hesum klettum. Og fáar tjóðir hava lutfalsliga goldi
sum bera okkum ónt og gott. Vit uppliva, at Jesus kemur og hóttir á bylgjunum, so tað verður silvitnislogn, eisini í lívi hins einstaka. Vit uppliva, at tað sum tóktist vakurt og sterkt munar lítið, tá [...] ásanna, at tað kostar at liva so nær havinum. - Orð siga so lítið í sorgini, men orð eru tað einasta, vit eiga til ugga og troyst, tá tey tungu boðini raka. Og vit kunnu so lítið annað gera enn at leita [...] Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur. Myndin av havinum og mánnalívinum, har lýst verður, hvussu sera tætt knýtt hetta fólkið hevur verið at havinum. - Tað hevur mangan verið havt á muni, at tað er nakað serstakt
Neistin hevði tað ikki lætt, tá liðið tók dystin upp við botnliðið Stjørnuna leygardagin. Klaksvíkskvinnur vóru á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár, og tær vístu, at verða ikki lættar at taka í Klaksvík [...] frá 2-5 til 7-2 og í hálvleikinum vóru gestirnir frammanfyri 10-7. Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma fyri seg aftur, og tað eydnaðist eisini ? partvís. Tær vóru fleiri ferðir við at fáa Neistan aftur [...] Danberg og serliga Mildrið Jacobsen munin. Mildrið gjørdi seks mál, og tá Stjørnan setti Rannvu Andreasen at mansverja Ingu Danberg, gjørdist Mildrið meiri sentral og við góðum skotum var hon við til at tryggja
H71-StÍF 24-32 (14-15) Tað var helst eitt sindur óvæntað, men tað var eingin sum helst ivi. StÍF vann tryggan sigur á liðnum, sum mong hava hildið verða einasta veruliga boðið til at geva VÍF mótstøðu í ár [...] fimm. Hjá H71 skoraði Halgir Dahl-Olsen átta mál og Hans Guðmundsson seks. Úrslitið hevði við sær at VÍF nú er einsamalt á odda, H71 er framvegis nummar 2, og StÍF hevur nú tikið seg fram á triðja plássið [...] fyri í kappingini og vunnu báðar sínar fyrstu dystir, men teir komu niður á jørðina, tá strandingar settu teir uppá pláss leygardagin. Úrslitið av dystinum var heili 32-24 til StÍF, eftir at bert eitt mál
Leygardagin vistu vit at siga, at tað er nógv, sum talar fyri, at Jens Martin Knudsen og Øssur Hansen fara at royna fótbóltseydnuna í Íslandi, og í dag kunnu vit leggja afturat, at Uni Arge tosar við íslendska [...] teimum. Tað sær ikki órímuligt út, men eg havi gjørt nakrar viðmerkingar til tað og í dag fari eg at senda teimum viðmerkingarnar, og so fáa vit at síggja, hvat teir siga, men eg haldi ikki, at tað ber til [...] spæla fótbólt, og tá møguleikin nú er har hjá mær at liva av tí í tríggjar mánar, so er tað sjálvandi freistandi at taka av. Tað er gott við nýggjum avbjóðingum. Og vit kunnu leggja afturat, at Uni Arge hevur
fyri fundin, og tað verður nevndarval. Jógvan Martin Olsen og John Reid Skoralíð fara at greiða frá skeiði um viðgerð av ítróttarskaðum, sum teir vóru á í Danmark í summar, og Johan Nielsen og Petur Mohr [...] donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni frá eisini. Noreg hevur staðið seg sera væl í fótbólti tey seinnu árini, og vit eru glaðir fyri, at útbúgvingardeildin [...] eitt sindur av pengum at arbeiða við. Felagið hevur søkt FSF um stuðul, men formaðurin heldur, at tað eisini er rímuligt, at limirnir sjálvir gjalda fyri, at teirra áhugamál verða røkt.