1. deild menn:
H71-StÍF 24-32 (14-15)
Tað var helst eitt sindur óvæntað, men tað var eingin sum helst ivi.
StÍF vann tryggan sigur á liðnum, sum mong hava hildið verða einasta veruliga boðið til at geva VÍF mótstøðu í ár, H71.
Hoyvíkingar løgdu væl fyri í kappingini og vunnu báðar sínar fyrstu dystir, men teir komu niður á jørðina, tá strandingar settu teir uppá pláss leygardagin. Úrslitið av dystinum var heili 32-24 til StÍF, eftir at bert eitt mál hevði verið á muni í hálvleikinum.
Arthur Johansen gjørdi 13 av málunum hjá StÍF, meðan Poli Hansen gjørdi fimm. Hjá H71 skoraði Halgir Dahl-Olsen átta mál og Hans Guðmundsson seks.
Úrslitið hevði við sær at VÍF nú er einsamalt á odda, H71 er framvegis nummar 2, og StÍF hevur nú tikið seg fram á triðja plássið.