størri týdning, enn málið um føroyska bankan. Tað málið skal ikki oyðileggja henda fundin. Men, sum Aktuelt skrivar víðari, so veit Motzfeldt, at henda greiða støða ikki verður so løtt at halda fast við, [...] at tey hava fingið váttan um, at hon er móttikin. Hinvegin verður sagt úr Grønlandi, at tey hava sent avboð vegna Jonathan Motzfeldt, men avboðini eru so ikki komin vegin fram. Her stendur orð móti orði [...] Tað hevur mest verið tosað um, at Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan í Føroyum. Tað er eisini skilligt, nú so stutt tíð er eftir, til frágreiðingin frá bankakanningarnevndini verður almannakunngjørd.
detta av, fyri at bøta um skaðan. Tí sjálvt um teir nú royna at endurreisa sambandi landanna millum, so hava vit eina kenslu av, at tað er ein frágreiðing uppá, hví hetta mál hevur gingið, sum tað hevur [...] kapin so væl. Samansvørjing Eisini Politikken skrivar nógv um Føroyar í dag. Millum annað verður í eini grein sagt frá, at embætismenninir í forsætismálaráðnum alla tíðina halda seg kunnaðar um slatur [...] frágreiðingin verður almannakunngjørd. Greinskrivarin spyr m. a. um høgtstandandi embætismenn ella ráðharrar vóru vavdir inn í gøluna um Føroya Banka. Greinskrivarin kemur millum annað inn á ríkisstuðulin
at landsstýrið fer at prioritera markið framum útbjóðingina, so har verður farið varisliga fram hjá landsstýrinum hvat útbjóðing viðvíkur, so vit ikki koma at gera nakað, sum kemur at skaða okkum seinni [...] annars, at tað eru ikki avtalaðir fundir við bretar um markið, men tað er upp til báðar partar, at um teir hava nakað nýtt og nakað áhugavert at tosa um, at geva ljóð frá sær. -Føroyingar hava klárt sagt [...] g bað hann um eitt boð uppá 1998 í sambandi við royndirnar at fáa í gongd eina oljuvinnu. Løgmaður vísir tó á, at hóast vit vilja tryggja okkum at kunna vera við í tí ymiska virkseminum, so ber tað ikki
verða javnur um alt landið. Ein undanførsla so jánkaslig, at hon best prógvar, hvussu lágt vitið hjá út-róðrarmanninum verður mett. Og tað er ikki bert her vit berjast móti yvirvágini. Tá so Lønjavninga [...] rgrunnurin gjøgnum Føroya Fiskimannafelag heitir á bátaeigarar um at nýta ávísan sáttmála, ja, so mugu vit ásanna gamla orðatakið: »Øll eru líka fyri lógini, men summi eru meira líka yvirfyri henni enn [...] stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum. Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað, og ætlanin var
vísa sín politiska illvilja ímóti Vága Valdømi, havi eg verið fullvísur í, at so skjótt tað fasta sambandið kom fram aftur, so kom hansara spjaldrarmerki av politiskum illvilja at standa líka rimmarfast, sum [...] sambandinum um Vestmannasund, so var eingin betri møguleiki, sum til fulnar kundi geva honum jarnbrotið at knústa flogvøllin og fasta sambandið, enn at koyra Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann. So ístaðin [...] Selvík, har Føroya løgmaður kolldømdi Vága Floghavn áðrenn nøkur sum helst kanning var gjørd um orsøkina til hesa so syndarligu vanlukku, í sama andadrátti mælti løgmaður til, at vit ongantíð ov skjótt fóru
ikki sigldi ein dag um nýggjárið, so hetta kann nokk passa. Men veruleikin er tann, at samb. upplýsingum frá Strandferðsluni sigldi »Smyril« eftir ferðaætlanini tann 30. desember, so Ingeborg Vinther hevði [...] atkvøðugreiðslan fór fram møtti Ingeborg als ikki upp og atkvøddi tískil heldur ikki. Í »Dimmalætting« týsdagin sigur hon, at »hetta hevði sína forkláring. Hon slapp ikki norð um fjørð til tingfund fyri [...] tingfundir. Nú hava hesi 20 fakfeløgini heitt á limirnar um ikki at atkvøða fyri tinglimum, sum atkvøddu fyri skattalógini. Nú manglar bert eitt tilmæli um hvørt atkvøðast kann fyri tinglimum, sum ikki tímdu
greitt tí, at mótstøðan er ov lítil. Sjúkur Hjá Regini ræður tað framvegis um at vera við í so nógvum altjóða kappingum sum gjørligt, so hann veruliga kann gera seg galdandi millum heimsins bestu. Hann er bjóðaður [...] Føroyum, tí mótstøðan ikki er nóg góð. Av tí sama fer Regin nú til Íslands at venja, so hann kann taka seg upp aftur meira fram millum heimsins risar. ? Eg havi fingið í boði at sleppa til Íslands at venja saman [...] eina kappingargrein í Havn og eina á Kambsdali. Í Havn vann hann kappingina um at lyfta tvær tunnur og halda teimum uppi so leingi sum gjørligt, og á Kambsdali var hann raskastur at renna við bobbens.
forsætisráðharrin beinanvegin gevur valdið frá sær, so at vit, ið innborin eru í hesum ríki, kunnu velja tann tjóðfund. í- vit hava sett fram ynski um í brævi okkara til Margrethu drotning tann 9. juni [...] hvørji ríki talan er um halda tað vera markleysan frekleika, at hann sum fremmandur forsætisráðharri sigur seg koma higar at hitta vanliga fólkið og sjálvur setir dagsskránna fyri fundin, so at tey mál, sum
Sjálvir høvdu danirnir hug at bera fram undir at fáa forsætisráðharran at siga okkurt um kanningina, men tað bar líkasum ikki til. Og tá so føroyska pressan fór at tosa um onnur ting, fánaði bankamálið mestsum [...] Beinleiðis spurdur, um Edmund Joensen, løgmaður, hevði kunnað hinar báðar um tað, Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hava ført fram um jólini, svaraði løgmaður: [...] almannakunngjørt, er Poul Nyrup Rasmussen sjálvur fegin um, at hann er komin. Á tíðindafundi í Havn týskvøldið segði hann, at hann er sannførdur um, at tað var rætt ikki at lurta eftir teimum, sum vildu
vóru serliga teir útlendsku fjølmiðlarnir, ið royndu at tráspyrja forsætisráðharran um bankakanningina og harvið um tíðarskeiðið var tað rætta at fara til Føroya nú. Men tí ivaðaðist forsætisráðharrin [...] millum Danmark og Føroyar. Tí spurdi Sosialurin forsætisráðharran, um hann tekur undir við føroyska Javnaðarflokkinum, ið tosar um størri sjálvræði? ? Nú haldi eg ikki, at tað er rætt av mær at leggja [...] viðurskifti, og so taki eg støðu út frá tí, segði forsætisráðharrin, ið týðuliga vildi sleppa undan at gera beinleiðis viðmerkingar til hesi viðurskifti. Vit spurdu eisini forsætisráðharran, um hann roknaði