Er tað ikki uppá tíðina, at tikið verður til orðanna, nú okkara politisku mótstøðumenn við vilja draga tíðina út eins og málið um fasta sambandið fullkomiliga er farið av sporinum.
Fyri skjótt hálvum triðja ári síðani tók løgmaður fyri opnari mikrofon eina støðu, sum betur enn nakað annað gav vágafólki eitt rættuligt varskó, hvat var í væntu fyri Vága Valdømi, um hansara politiski vilji varð gjørdur til veruleika.
Hetta hendi bert fáar dagar eftir ta syndarligu vanlukku, sum hendi í Selvík, har Føroya løgmaður kolldømdi Vága Floghavn áðrenn nøkur sum helst kanning var gjørd um orsøkina til hesa so syndarligu vanlukku, í sama andadrátti mælti løgmaður til, at vit ongantíð ov skjótt fóru undir at byggja nýggjan flogvøll, t.d. á Glyvursnesi.
Tá var ikki neyðugt hjá okkara fjølmiðlum at bíða í vikur og mánaðir at fáa orð á løgmann, eins og tað var honum til lítlan sóma, at hann sum landsins hægst kosni maður sýndi teimum, sum eftir sótu, so lítla virðing og als onga sum helst samkenslu.
Øll, sum bara hava fylgt eitt sindur við í politikki, vita, at teir sum politiskt vilja steðga fasta sambandinum um Vestmannasund, eisini politiskt í nógv ár hava arbeitt fyri at niðurleggja Vága Floghavn, tí er tað fyri teir av heilt avgerandi týdningi, at tað fasta sambandið um Vestmannasund fyri ein og hvønn prís skal steðgast.
So síðani løgmaður í augst mánaði 1996 misbrúkti eina vanlukku til at vísa sín politiska illvilja ímóti Vága Valdømi, havi eg verið fullvísur í, at so skjótt tað fasta sambandið kom fram aftur, so kom hansara spjaldrarmerki av politiskum illvilja at standa líka rimmarfast, sum tá ið hann uppá forhond kolldømdi Vága Floghavn.
Eftirtíðin hevur tíverri staðfest, at so var, men fyri at fáa fullkomiligt tamarhald at steðga bæði útbygging av Vága Floghavn, einsoog hann heilt bevíst hevur saboterað allar loysnir um at fáa eina virðiliga loysn á tí fasta sambandinum um Vestmannasund, so var eingin betri møguleiki, sum til fulnar kundi geva honum jarnbrotið at knústa flogvøllin og fasta sambandið, enn at koyra Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann.
So ístaðin fyri at Vága Valdømi í Sámal Peturi í Grund hevði ein virðiligan talsmann, ikki bara fyri tí fasta sambandinum, men so sanniliga eisini viðvíkjandi flogvøllinum, fingu vit ein løgmann, sum við stýrisskipanarlógini sum vápn, nærum hevur gjørt seg sjálvan til ein løgmann í valdsmisnýtslu.
Sostatt sigur fremsti politiski fíggindi Vága Valdømis við teimum málsøkjum, sum eru heilt avgerandi fyri um Vágarnar fara inn í komandi øld sum ein framburðsoyggj, nýttar at meginøkinum, ella ein oyggj, um sitandi løgmaður fær sín vilja, sum frá einum degi til annan verður bombað ártíggir aftur í tíðina, uttan nakran møguleika fyri einum framburði, ið vágafólk hava barst fyri.
Frá at vera løgd fram sum ein verkætlan uttan at politikkur var uppií, har alt oyggjarfólkið stóð sum ein maður, sóu øll tey politisku valfeløgini í Vágum seg noyddan at koma við eini yvirlýsing, tí fyrst og fremst Føroya løgmaður hevði framprovokerað eina støðu, sum gjørdi málið politiskt.
Spurningurin, eg og helst mong við mær seta sær sjálvum, er ikki um hvussu nógvar milliónir verða settar av, ella fyri tann skuld í grunn, men heldur hvør støðan hjá eini møguligari samgongu eftir løgtingsvalið er viðvíkjandi flogvøllinum og tí fasta sambandinum, tí sum fyrr sagt so eru hesi bæði málini sera nær tengd at hvørjum øðrum.
Herfyri var formaður valfelag Fólkafloksin í Vágum í Sjónvarpi Føroya, har hann segði seg vita, at løgmaður arbeiddi við eini fjaldari ætlan, ið skuldi steðga verkætlanini viðvíkjandi fasta sambandinum um Vestmannasund.
Er tað veruliga so, at arbeitt verður aftan fyri leikpallin soleiðis, at als einki skal henda framyvir við víðari útbygging av Vága Floghavn, eins og tann peningur, sum verður játtaður til fasta sambandið, bara verður játtaður uppá kvamsvís fyri at fáa vágafólk rurað í blund, soleiðis at tey skulu halda væl standa til, tað vil tíðin vísa, livst so spyrst.
Frank Davidsen