Tað hevur mest verið tosað um, at Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan í Føroyum. Tað er eisini skilligt, nú so stutt tíð er eftir, til frágreiðingin frá bankakanningarnevndini verður almannakunngjørd.
Men við á ríkisfundinum verður eisini grønlendski leiðarin, Jonathan Motzfeldt. Onki er at ivast í, at hann kennir møguleika fyri at ríkisfundurin druknar í føroysku bankakanningini. Við danska blaðið Akutelt sigur hann:
- Hesin fundurin hevur nógv størri týdning, enn málið um føroyska bankan. Tað málið skal ikki oyðileggja henda fundin.
Men, sum Aktuelt skrivar víðari, so veit Motzfeldt, at henda greiða støða ikki verður so løtt at halda fast við, tá til stykkis kemur.
- Blaðið skrivar víðari at í Føroyum upptekur bankakanningin øll sinnini, og at bankakanningin kann enda sum eitt vandamál í donskum politikki.
Motzfeldt í trupulleikum
Jonathan Motzfeldt hevur annars sjálvur fingið trupulleikar at dragast við. Tá Margretha drotning beyð til nýggjársborðhald, á slottinum hjá Chr. VII, møtti hann ikki.
Bíðað varð góða løtu eftir grønlendska leiðaranum, men líka lítið hjálpti. Har kom ongin maður.
Ekstra Blaðið ger, sum vera man, søguna til eina gølu, og sagt verður millum annað, at Motzfeldt ikki í framtíðini nýtist at hugsa um, at hann skal til Keypmannahavnar nýggjársdag, at eta saman við drotningini, tí hann verður nokk ikki boðin við framyvir.
Hvat er hent, er ikki vist, men siðameistarin hjá Margrethu drotning, Cristian Eugen-Olsen, sigur, at tey hava sent innbjóðingina til Grønlands, og at tey hava fingið váttan um, at hon er móttikin.
Hinvegin verður sagt úr Grønlandi, at tey hava sent avboð vegna Jonathan Motzfeldt, men avboðini eru so ikki komin vegin fram. Her stendur orð móti orði.
Hvussu er og ikki, so hevur Jonathan Motzfeldt valt at verða í Grønlandi í sambandi við nýggjársrøðu sína. Men av tí at hon var upptikin 29. desember, so heldur Ekstra Blaðið ikki, at tað kann brúkast sum undanførsla.
Undirsáttar
Í oddagreinini leygardagin, skrivar Ekstra Blaðið, at orsøkin til, at Jonathan Motzfeldt ikki kom, er ein heilt onnur.
Hann vil heilt einfalt ikki verða mettur sum undirsáttur sum Nyrup og allir hinir forfeingiligu hanarnir og hønurnar. Motzfeldt vil ikki verða leikari í hesi láturligu framførslu. Hann er grønlendingur, frælsur og demokratiskt valdur og ikki statistur í einum einaræðisleiki.
Um tað nú er so, sum blaðið skrivar, skulu vit ikki taka støðu til, men vit kunnu leggja afturat, at okkara løgmaður, Edmund Joensen, var til staðar í Keypmannahavn, nýggjársdag
Hóast hesa politisku-royalu gøluna, so er onki at ivast í, at Motzfelt verður eins vælkomin til Danmarkar í framtíðini, og hann hevur verið fyrr, hóast Ekstra Blaðið ivast.