Men, hevur Tóra við Keldu nakað jólagávuynski? - Tað er ein góður spurningur. Um eg skal nevna okkurt ting, so dámar mær væl ein ávísan ring, sum eg haldi meg fara at fáa. Hon heldur, at onkur hevur fortalað [...] minna jólini hana eisini á, at Jesus varð føddur. - Hóast hann neyvan varð føddur hesa ársins tíð, so hevur hendingin týdning fyri meg. Jólaevangeliið um ljósið, sum kom inn í myrka heimin, er vakurt og hugtakandi [...] saman um landið, nú hava verið í øllum bygdum, býum og í øllum oyggjum í Føroyum. Hon sigur, at hetta hevur verið ein góð ferð og heldur, at Føroyar eru eitt deiligt og fjølbroytt land. - Eg fegnist eisini
sett í verk, er, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu. Og tað hevur givið úrslit, tí landslæknin hevur fortalt í Kvf, at koronu-tilburðir verða staðfestir í hvørjum einasta flogfari, [...] sett í sóttarhald, skulu sita í sjey dagar. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at hetta hevur fingið fólk at setast aftur. Fólk vilja ikki koma í ta støðu, at tey verða sett í sóttarhald á jólum [...] eru negativ, men tey kunnu vera so óheppin, at tey koma at sita í flogfarinum beint við onkran, sum hevur koronu, og so enda tey eisini í sóttarhaldi. Tað eru eisini nøkur, sum eru smittað við koronum eftir
Nú uppsjóvarskip hava fingið nógvan svartkjaft, og stórt trýst hevur verið á móttøku og framleiðslu hjá Havsbrún, hevur spurningurin verið frammi, hvørt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at loyva [...] landingartørni, og hetta hevur í ávísan mun kostað í mistari fiskitíð - og kanska eisini í mistari góðsku á fiskinum. Men, nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, hevur í løtuni ongar ætlanir
eftir eru í kappingini, tí HC Galychanka Lviv hevur vunnið alt, ið vinnast kann í Ukraina – og hetta eru ikki gomul úrslit, liðið kann vísa á. Seks ferðir hevur liðið verið meistari í Ukraina, frá 2015 til [...] í 2016, 2017 og 2019 og fýra ferðir, frá 2016 til 2019 hevur vunnið ukrainska stórsteypadystin. HC Galychanka Lviv er stovnað í 1989, men tað hevur serliga verið síðani 2014, at tað er blivið ein maktfaktorur
nógv til hvørt ár. Soleiðis hevur verið alt tað, eg minnist. Dávur Juul sigur, at hann er altíð í kirkju á jólum, og soleiðis er eisini allar aðrar sunnudagar, tá hann hevur møguleikan til tess. - Mær dámar [...] borgarstjóri øðrvísi enn annars? - Nei, tað vænti eg ikki, er stutta svarið hjá borgarstjóranum. Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? - Eg havi trivist væl og havi ikki kett meg eina einastu [...] Fuglafirði hendir nógv. Her er nýtt ítróttarhús tikið í brúk í ár, eldrasambýlið Vesturstova er umbygd og hevur fingið fleiri nýggj seingjarpláss, sum vórðu tikin í brúk heyst - og skúlin er um at verða liðugur
Síðani Atlantsflog varð stovnað, hevur tað útlært fleiri hundrað fólk sum mekanikarar, flogskiparar, flogternur og hópin av øðrum størvum í flogvinnuni. Og síðani 2016 hevur felagið bjóðað 17 ungum føroyingum [...] sama stig, sum tey vóru í áðrenn korona fór at ganga, ella í hvussu so er har á leið. Atlantsflog hevur rættiliga leingi havt ætlanir um at flúgva uppá New York og Niels Mortensen væntar, at tað fer at [...] ikki fyrr enn í síðstu løtu, at at fólk keypa sær ferðaseðil, sigur hann. Sum vit skrivaðu áður, hevur Atlantsflog sett sjey av uppsøgdu flogskiparunum aftur í starv, og væntandi verða fleiri starvsfólk
sætta plássi við 18 stigum. ÍF hevur ikki vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan er eitt stig – javnleikurin á heimavølli ímóti NSÍ fyri tveimum vikum síðani. ÍF hevur ikki vunnið síðani 16. mai, tá [...] umfarið. Tá hittast EB/Streymur og 07 Vestur í Hólmanum á Eiði. EB/Streymur hevur 15 stig og frægari málmun enn B68, og 07 Vestur hevur á áttanda plássi 14 stig. Tá ið EB/Streymur 28. apríl vann 3-1 í Sørvági
Tað skrivar Fiskaaling í kvøld. Sissal Vágsheyg Erenbjerg hevur saman við starvsfeløgum ment eitt nýtt 3D modell fyri havið um Føroyar og kring oyggjarnar. Modellið, sum kallast FarCoast800, kann framleiða [...] kunna koyra eitt tílikt modell í Føroyum krevst háavrikandi teldumegi, ella “superteldur”. Fiskaaling hevur atgongd til júst slíka teldumegi vegna samstarv við Havstovuna í Bergen. Nú nýggj teldumegi er útvegað [...] NorKyst skipanirnar. Tólið, sum verður ment í samstarvi millum Fiskaaling og Havforskningen í Bergen, hevur heitið FarCoast. Tað skal nýtast til millum annað at kortleggja streymviðurskriftini í Sundalagnum
KÍ riggar til at fara norður til Eiðis, har fyrsta bríksl í Hólmanum verður klokkan 19. KÍ hevur ikki spælt kappingardyst síðani heimadystin í Conference League ímóti RFS úr Riga í Lettlandi. Sjálvandi [...] landskappingini og fyrsta dystinum eftir summarfrítíðina, sum verður í Hólmanum á Eiði í kvøld. KÍ hevur ikki spælt í landskappingini síðani 25. juni. Tá endaði tað málleyst í Gundadali ímóti B36. Claes [...] Jóannes Bjartalíð er tøkur aftur, og ein annar møguleiki á miðvøllinum er Ivar Sollie Rønning, sum hevur verið darvaður av skaðum, og sum í ólavsøkudystinum á Argjum skoraði øll málini, tá ið KÍ vann 3-2
tí endamáli at forða fyri, at pedofil kunnu fáa størv, har tey hava við børn og ung at gera. Tað hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðað frá. Í ólavsøkurøðuni segði hann, at landsstýrið arbeiðir [...] orða eina lóg um barnaváttanir. Tá ið hon er sett í gildi, skulu øll, sum átaka sær eitt starv , sum hevur við børn og ung at gera, hava eina barnaváttan sum prógvar, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang [...] at leita eftir upplýsingum um fólk – og sostatt bar heldur ikki til at skriva barnaváttanir. Tað hevur gingið ómetaliga strilti at koma á mál, men nú er hendan lógin um persónsupplýsingar loksins sett