Mannfallið er stórt í EB/Streymi

Fýra av teimum, sum ivaleyst høvdu verið millum teir fyrstu ellivu, eru ikki tøkir ímóti ósigraða toppliðnum

KÍ riggar til at fara norður til Eiðis, har fyrsta bríksl í Hólmanum verður klokkan 19.

 

KÍ hevur ikki spælt kappingardyst síðani heimadystin í Conference League ímóti RFS úr Riga í Lettlandi.

 

Sjálvandi harmast teir í Klaksvík framvegis um, at teir ikki tóku av møguleikanum, sum kundi borið KÍ kanska eins langt fram í Europa sum í fjør og møguliga uppaftur longur. RSF vann samantalt eftir longda leiktíð.

 

Nú er fokus hjá klaksvíkingum á landskappingini og fyrsta dystinum eftir summarfrítíðina, sum verður í Hólmanum á Eiði í kvøld.

 

KÍ hevur ikki spælt í landskappingini síðani 25. juni. Tá endaði tað málleyst í Gundadali ímóti B36. Claes Philip Kronberg varð ta ferðina útvístur tríggjar minuttir undan steðginum, og tí er hann leikbannaður í kvøld.

 

Tað eru nógvir um boðið í Klaksvík. Jóannes Bjartalíð er tøkur aftur, og ein annar møguleiki á miðvøllinum er Ivar Sollie Rønning, sum hevur verið darvaður av skaðum, og sum í ólavsøkudystinum á Argjum skoraði øll málini, tá ið KÍ vann 3-2 ímóti AB.

 

KÍ er ósigrað topplið við 41 stigum fyri 15 dystir, og EB/Streymur er á sætta plássi við 15 stigum fyri 14 dystir.

 

Í ólavsøkuumfarinum var tað søtur sigur hjá EB/Streymi at vinna 1-0 í Sørvági.

 

Tá ið EB/Streymur var í Klaksvík 11. apríl, endaði tað við 3-0 heimasigri.

 

Undan heimadystinum í kvøld er tað greitt, at EB/Streyma liðið verður skert. Verjuspælarin Petur Zachariasen er framvegis skaddur í hælsinuni. Hann fer um heilt stutta tíð av landinum í lestrarørindum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla, áðrenn hann fer avstað.

 

Hjalti K. Djurhuus, sum hevur verið ein av lyklaspælarunum á miðvøllinum, er farin av landinum í lestrarørindum.

 

Og so rakar tað heilt meint, at tveir av teimum, sum tað verður roknað heilt nógv við, eru raktir av sjúku og tí eftir øllum at døma ikki vera førir fyri at spæla í kvøld. Talan er um liðformannin og verjuálitið Andras Ó. Olsen og um miðvallaran Bárð Olsen, ið fyri stuttum flutti aftur til barndómsfelagið, og sum verður roknaður at vera tann, sum er bestur at skipa framrættaða spælið.