Nú verður ein skipan sett í verk við tí endamáli at forða fyri, at pedofil kunnu fáa størv, har tey hava við børn og ung at gera. Tað hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boðað frá.
Í ólavsøkurøðuni segði hann, at landsstýrið arbeiðir við at orða eina lóg um barnaváttanir. Tá ið hon er sett í gildi, skulu øll, sum átaka sær eitt starv , sum hevur við børn og ung at gera, hava eina barnaváttan sum prógvar, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Tað merkir, at krøv fara at verða sett um at vísa eina barnaváttan, áðrenn fólk kunnu verða sett í størv, ið hava við børn og ung at gera. Skipanin við barnaváttanum verður eisini galdandi á ítróttarøkinum, segði løgmaður. Hetta verður eisini galdandi á ítróttarøkinum og í øðrum frítíðarítrivum.
Tað var longu í 2012, at Løgtingið einmælt samtykti eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at seta eina slíka skipan í gildi. Men tað varð av ongum, tí ein donsk lóg um persónsupplýsingar var ikki sett í gildi í Føroyum og fyrr enn hon var tað, varð ikki heimild hjá løgregluni til fara í kriminalskrásetingina at leita eftir upplýsingum um fólk – og sostatt bar heldur ikki til at skriva barnaváttanir.
Tað hevur gingið ómetaliga strilti at koma á mál, men nú er hendan lógin um persónsupplýsingar loksins sett í gildi í Føroyum, og sostatt er eisini klárt hjá Løgtinginum at samtykkja eina lóg um barnaváttanir.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur hetta økið, segði longu fyri hálvum øðrum árum síðani, at so so títt og knapt hendan lógin um persónsupplýsingar er sett í gildi í Føroyum, verður ein skipan við barnaváttan eisini sett í gildi í Føroyum.
Hann legði eisini dent á, at kravið um barnaváttanin verður galdandi allastaðni, har børn og ung eru, bæði í ítróttarfeløgum, hjá skótum, á dagstovnum, í skúlum og hjá øðrum arbeiðsgevarum.
Tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, verður tað bara ein avgreiðsluspurningur at fáa tað samtykt. Málið hevur verið umrøtt fleiri ferðir og tær vigerðirnar hava víst, at alt Løgtingið er samt um, at vit skulu hava eina slíka skipan.











