Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima. Tað eru nógv ár síðan, eg seinast helt jól heima í Føroyum. Um eg minnist rætt, eru tað seks ár síðan.
Tað sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, ið tók við sum borgarstjóri hin 1. januar í ár.
- Sum langfarasiglari eigur tú onnur hvørji jól úti og heima. Flestu børn og abbabørn búgva í Danmark, og tískil hava jólini verið hildin har, tey árini eg havi verið heima í hesum seks áraskeiði.
Dávur Juul sigur, at jólini hesaferð verða hildin sum vanlig føroysk jól.
- Jólaaftan verður tað gás og dunna, 1. jóladag verður tað ræst kjøt, og 2. jóladag er eingin føst siðvenja á miðdegi, men um kvøldið verður ein góður nátturði.
Verða jólini í ár sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?
- Nei, tað vænti eg ikki, er stutta svarið hjá borgarstjóranum.
Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?
- Eg havi trivist væl og havi ikki kett meg eina einastu løtu. Sum nýggjur í politikki og á ovastu rók frá fyrsta degi er nógv at seta seg inn í.
Dávur Juul vísir á, at í Fuglafirði hendir nógv. Her er nýtt ítróttarhús tikið í brúk í ár, eldrasambýlið Vesturstova er umbygd og hevur fingið fleiri nýggj seingjarpláss, sum vórðu tikin í brúk heyst - og skúlin er um at verða liðugur.
Borgarstjórin sigur seg vóna, at næmingarnir sleppa í nýggja skúlan eftir jólafrítíðina.
- Annars hendir nógv í Fuglafirði, har eitt nú íbúðarbygging og mangt annað spennandi er fyri framman.
Keypir tú jólagávur?
- Tey seinastu 41 árini havi eg keypt eina jólagávu, og hon er til konuna. Hinar allar klárar konan at keypa fyri meg.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Tey hava stóran týdning. Jólini eru ein høgtíð, sum nógvar aðrar - ein høgtíð, sum eg gleði meg sera nógv til hvørt ár. Soleiðis hevur verið alt tað, eg minnist.
Dávur Juul sigur, at hann er altíð í kirkju á jólum, og soleiðis er eisini allar aðrar sunnudagar, tá hann hevur møguleikan til tess.
- Mær dámar sera væl desember við øllum tí ljósi og pynti, sum prýðir bygdir, býir og alt Føroya land, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul.
##med2##