- Jólini geva mær nakrar góðar og tiltrongdar frídagar. Eg fari niður í gear, og tað treingi eg til, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.

Á jólum fái eg nakrar tiltrongdar frídagar

- Skal eg nevna okkurt ting, sum eg ynski mær í jólagávu, dámar mær væl ein ávísan ring, sum eg haldi meg fara at fáa, sigur Tóra við Keldu.

 

- Jólini geva mær nakrar góðar og tiltrongdar frídagar. Eg fari niður í gear, og tað treingi eg til, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.

Forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu, fer í ár at halda jól saman við foreldrunum, verforeldrunum og sínum systkjum, og tað gleðir hon seg til. 

- Vit fáa dunnu við øllum góðum afturvið og mandlurís omaná. Jólaaftan verður eitt hugnaligt og róligt kvøld saman við mínum - við práti, jólatónleiki og onkrum hugnaligum í sjónvarpinum.

Hon væntar, at tey seinni um kvøldið helst fara at vitja onkran í familjuni - ella at onkur í familjuni kemur at vitja hjá teimum. 

 

Men, hevur Tóra við Keldu nakað jólagávuynski? 

- Tað er ein góður spurningur. Um eg skal nevna okkurt ting, so dámar mær væl ein ávísan ring, sum eg haldi meg fara at fáa. 

Hon heldur, at onkur hevur fortalað seg eitt sindur.

- Men, um tað ikki verður ein ringur, so verður tað óivað okkurt annað lekkurt, heldur hon fyri.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini geva mær nakrar góðar og tiltrongdar frídagar. Eg fari niður í gear, og tað treingi eg til. 

Hon sigur, at sjálvsagt minna jólini hana eisini á, at Jesus varð føddur. 

- Hóast hann neyvan varð føddur hesa ársins tíð, so hevur hendingin týdning fyri meg. Jólaevangeliið um ljósið, sum kom inn í myrka heimin, er vakurt og hugtakandi. 

Tóra við Keldu sigur, at hon ár um ár verður hugtikin av ymiskum pørtum av søguni.

- Søgan er líkasum livandi og alt eftir, hvar eg sjálv eri, so leggi eg merki til hatta ella hitt, ásannar hon.   

 

Er tað okkurt, sum Tóra við Keldu serliga minnist í árinum sum fer?  

- Í ár vóru vit úti í Stóru Dímun og fagnaðu, at vit fýra, sum hava ferðast saman um landið, nú hava verið í øllum bygdum, býum og í øllum oyggjum í Føroyum. 

Hon sigur, at hetta hevur verið ein góð ferð og heldur, at Føroyar eru eitt deiligt og fjølbroytt land. 

 

- Eg fegnist eisini um 40 ára dagin hjá Megd, sum varð hátíðarhildin við bókaútgávu í oktober. 

Tóra við Keldu sigur, at hetta tekur hon við sær sum eitt gott minni frá 2021.

- Tað er mítt ynski, at enn fleiri føroyingar, ið bera brek, fáa møguleika at liva og virka í Føroyum í 2022.

 

 

 

 

 

 

- Jólini geva mær nakrar góðar og tiltrongdar frídagar. Eg fari niður í gear, og tað treingi eg til, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.