verða afturvaldur hesuferð, tí hann er blivin so gamal. -Eg bjóðaði mær at stilla upp, um hinir á listanum hildu, at teir høvdu brúk fyri mær. Eg vildi fegin styðja tey, sum hava styðjað meg. Teir vildu hava [...] eisini tann tíð, tá ið hann var vælumtóktur á Tvøroyri. Á tí eina valinum fekk hann heilar 195 atkvøður sjálvur, og tað er millum tað mesta, ið nakar hevur fingið. Dánjal av Rana var eisini býráðsformaður í [...] Tá ið tað nývalda býráðið á Tvøroyri tekur við á nýggjárinum, verður ein gamlan kenningur ikki at síggja rundan um fundarborðið. Dánjal av Rana, sum hevur verið býráðslimur í samfeld 24 ár, varð nevniliga
siga ting uppá, og eg havi ein lættan humor, so eg flenti nokk so nógv at tí tónanum, ið hann fortaldi mær tíðindini. Stjórin í Dimmalætting hevur aldrin verið í iva um, at hann var ósekur. - Kenslan hevur [...] at tað vit førdu fram var rætt. Sjálvur hevur Sveinur Tróndarson longu lagt málið afturum seg. - Hetta málið fylti nógv fyrstu tríggjar mánaðirnar aftaná 29. desember, og so var eg við í sendingin, ið [...] man fekk rætt í tí, ið man visti var rætt. Tað sigur Sveinur Tróndarson, nú Procesbevillingsnævnet hevur sýtt fyri at royna Toll-málið í Hægsta rætti. Sveinur Tróndarson var millum teir journalistar, ið Jørgen
Mikkjal kundi mynstra. - Hetta var í 1961, og vit róðu út frá syðru havnini. Hetta var eitt gott ár til fiskiskap, og inntøkan var 9000 krónur, hóast eg bara fekk 2/3 part, og var tá ein ríkur drongur. Mikkjal [...] tá eg var liðugur við 7. flokk, stóð mær í boði at fara til Danmarkar við skúlaflokkinum. Eg vildi heldur sleppa við pápa, Malbergi Simonsen, til Grønlands at rógva út frá Ravn Stóroy. Pápi, var formaður [...] gjørdi klæðini klár, men tá vit fóru til Havnar at mynstra, vildu teir ikki mynstra meg, tí eg bara var 13 ár. Á Facebook-síðuni greiðir Mikkjal Simonsen í Sørvági frá, at pápi hansara kendi Erlend Patursson
endaði í Føroyum, var venjari í Íslandi. – HB er mest vinnandi felagið i Føroyum. At gerast ein partur av hesum, og byggja víðari uppá hetta, er nakað sum tiltalar meg. Her eru nógv góð fólk virkin í felagnum [...] skulu gerast ein aktivur partur av felagsskapinum HB í fleiri ár, sigur Christopher Harrington við heimasíðuna hjá HB. Formaðurin í ungdómsnevndini, Gisli Sveinbjörnsson, sigur at hetta er ein spennandi venjari [...] kvinnum og høvðusungdómsvenjari. – Hjá kvinnum ynski eg at skapa eitt umhvørvi, har allar trívast. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði, samstundis sum at vit skulu hava tað stuttligt. Í ungdómsdeildini
plássi kemur Citroen við 179 bilum. Taka vit bara seinasta mánaðin, juli mánað, so var býtið tað sama, at Toyota var fremst, síðani Volkswagen og Citroen. Samlaða talið á seldum bilum er annars stagnerað [...] eru seldir 1653 bilar ímóti 1705 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á trý prosent. Talið á seldum persónbilum er minkað góð seks prosent, meðan talið á seldum vøruvognum er hækkað við 23
ungdómslívinum í Havn. Hann var sera musikalskur og hevði ótrúliga góða sangrødd, dugdi eisini at herma eftir kendum sangarum. Tað var t.d. ein smáting at taka mikrofonina og syngja ein góðan hjá Elvis á pallinum [...] altíð, hvar Petur var, og vit hjálptist altíð at. Seinni arbeiddi hann í mong ár á vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu. Har hava vit so havt regluligt samskifti. Petur var framum alt ein fittur fýrur. Vit [...] humoristiskan sans og dugdi væl at seta lív í. Hetta eru serliga góð evni at hava í einum stuðulsfelag, hetta at halda vilja og áræði uppi, hóast tað ikki altíð gongst so væl. Her hevði hann heilt serlig
eitt samstarv millum hesar báðar bólkarnar upp á beinini. Tá Stig G. Lund var liðugur, var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn og kundu fara út at njóta tað góða veðrið eina løtu. Yvirhøvur [...] og fram um hetta, men týðuligt var, at partarnir allir vóru samdir um, at óansæð hvat, so skuldu børnini í frítíðarskúlaaldri ikki merkja tað, sum at tey fóru úr einum skúla í ein annan. Góð undirtøka Synergi [...] mugu sigast at vera rímuliga nýggir í Føroyum, og tí er hetta økið kanska nakað ókent fyri mong. Men fakfestivalurin hjá Synergi var kanska ein góð byrjan og gott ískoyti til kjakið um frítíðarpedagogikkin
gjørt aðrar mekaniskar umvælingar.? Í góðum standi Ássvein Mikkelsen sigur, at hetta var ein gamal kranabilur, men hann var góðum standi, nú hann brendi. - Eg keypti bilin fyri góðum ári síðan og havi gjørt [...] Løgreglan segði seg hava skilt, at tað møguliga var hiti frá einum syllindara í einum hjóli, sum hevði fest í aftarliga undir bilinum. Men hetta er ein misskiljing. Kranabilurin hevði nevniliga ikki koyrt [...] koyring hetta seinasta árið, og eg havi serliga arbeitt fyri EM-Asfalt. Nú noyðist hann at finna sær ein annan kranabil, tí bilurin, sum brendi sunnudagin, kemur ongantíð at koyra aftur. - Hetta kemur óvart
hennara fyrsta forsíðumynd. - Tað var ein stór løta, og eg var bæði glað og errin. Mótamodellirnar eru ofta blaðungir tannáringar, sum hava eitt heilt serligt look, so tað var stórt at fáa eina forsíðu. Rannvá [...] fingið ein hóp at kontaktum hesa tíðina, greiðir hon frá. - Hetta er eitt umhvørvi, sum er ringt at koma inn í - tað er ein stongd kunstnaraverð, og tí er mítt modellstarv eitt gott høvi at skapa mær eitt [...] samstundis, at júst tað er ein stórur partur av orsøkini til, at hon heldur á at arbeiða. - Eg haldi hetta fyrst og fremst vera stuttligt - og so skapar tað mær eitt stórt netverk. Men hetta er á ongan hátt nakað
hvussu hon greiddi frá, um at hon var misnýtt av einum presti, tá hon var barn. Hetta gjørdist tó sum sagt eitt sindur møtikent í støðum. Men eg eri ikki vísur í, um hetta er nakar trupulleiki á Fjarðafe [...] Sarah Kelly var seinasta navnið á festivalskránni leygarkvøldið, og við tí tá tætta sirminum og lága áskoðaratalinum var konsertin flutt inn í Kelduna. Superhetju við á pall Ætlanin var, at Superhero [...] tykjast ikki at hava nakað ímóti hesum. Á onkran hátt var tað ivaleyst hóskandi á sama hátt, sum ein Dynamit framførsla er hóskandi á Summarfestivalinum. Hetta er ikki til fyri ummælarar ella tilvildarligar vilstar