Fakfestivalurin um pedagogikk á frítíðarskúlunum varð hildin á Sjómansskúlanum í Havn fríggjadagin. Gott 100 luttakarar vóru, og fingu tey ein sera áhugaverdan og spennandi dag, har fyrilestarnir spentu so víða sum frá Hvat er frítíð í nútímans samfelagnum til pedagog og lærarasamstarv, og frá broytingum í samfelagnum seinastu 40-50 árini til hvørji virði vit leggja í okkara børn.
Kanska serliga hetta seinna er áhugavert, tí sum er, er samstarvið millum lærarar og pedagogar ikki serliga sjónligt í Føroyum. Men sum skilst eru ætlanir frammi fyri at bøta um tað.
Hetta kom eisini seinni fram undir pallborðskjakinum.
Samstarv
Eitt kjak, sum er nakað gamalt eftirhondini, er kjakið um í hvønn mun lærarar og pedagogar skulu samstarva. Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Føroya pedagogfelag segði millum annað í sínum uppleggi við pallborðið, at samstarv er millum feløgini, men tað er bara ikki vorðið so sjónligt enn.
? Bæði feløgini hava avgjørt at samstarva meira, serliga á hesum økinum, sum vit tosa um í dag, segði Jarvin millum annað.
Hann legði tó afturat, at fyrsta treytin fyri tí er, at partarnir setast niður og skilgreina leiklutin hjá sær.
Hann nevndi eisini, at tá hann í 1994 gekk á pedagogútbúgvingini, var ein sokallaður kombi-pedagog og læraraflokkur. Hetta eydnaðist sambært Jarvini stak væl, og øll vóru vælnøgd við tað.
? Tíverri datt tað niðurfyri aftur, og varð einans tað eina árið, segði hann.
Jóhannes Eli Iversen, formaður í Føroya Lærarafelag kom inn á, at tað mugu greiðar reglur til fyri hetta økið.
? Lyklaorðini í einum samstarvi millum lærarar og pedagogar á hesum økinum eru greiðar reglur og virðing fyri hvørjum øðrum. Hava vit tað, so eri eg vísur í, at tað ikki verður nakar stórvegis trupulleiki við einum samstarvi, segði formaður lærarafelags millum annað á pallborðsfundinum.
Fýra fyrilestrar
Ein av fyrilestrarhaldarunum fyrr um dagin var danin Stig G. Lund. Hann helt fyrilestur um nútímans frítíð og frítíðarpedagogikk. Eisini tosaði hann nógv um samstarv millum lærarar og pedagogar.
Hann tosaði um hetta, at pedagogar eru í vanda fyri at enda sum talvuvaskarar, men hann helt, at um fokus verður til dømis sett á verkstaðararbeiði, so ber betur til at fáa eitt samstarv millum hesar báðar bólkarnar upp á beinini.
Tá Stig G. Lund var liðugur, var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn og kundu fara út at njóta tað góða veðrið eina løtu. Yvirhøvur lat til, at fólk vóru stak vælnøgd og hildu, at danin hevði tosað um nógv spennandi og áhugaverd viðurskifti.
Hini trý, sum hildu fyrilestur, vóru Rógvi Thomsen, undirvísir í pedagogikki á Føroya Læraraskúla, Hans Mourits Foldbo, undirvísir í sálarfrøði á Føroya Læraraskúla og Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur.
Pallborð
Óluva Zachariassen var orðstýrari hendan dagin, og var tað somuleiðis hennara uppgáva at stýra pallborðskjakinum. Sjey luttakarar vóru við borðið: Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Føroya Pedagogfelag, Ann-Elisabeth Joensen, leiðari Frítíðarskúlin í Hornabø og næstformaður í Pedagogfelagnum, Johannes Eli Iversen, formaður í Føroya Lærarafelag, Elin Lindenskov, býráðslimur í Tórshavn, Heðin Mortensen, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu, Mia Pedersen, varaborgarstjóri í Vestmanna kommunu og forkvinna í Føroya Kommunufelag og Jógvan Philbrow, leiðari í Frítíðarskúlanum í Fuglafirði.
Fyrst fingu luttakararnir fimm minuttir í part, har tey kundu varpa ljós á onkur viðurskifti. Síðani vórðu spurningar og viðmerkingar førdir fram bæði frá pallborðinum og áhoyrarunum.
Pallborðið snúði seg millum annað um, hvørjar hugsjónir politikkararnir hava um frítíðarskúlarnar. Bæði umboðini fyri verandi frítíðarskúlar, sum luttóku á festivalinum, førdi fram, at karmarnir fyri frítíðarskúlunum í Tórshavn og Fuglafirði ikki eru nøktandi. Ann Elisabeth Joensen, leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø segði tó í sínum uppleggi, at munandi batar hava verið at sæð á økinum, men enn er langt eftir á mál.
Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, segði millum annað, at hann alt fyri eitt fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal greina, hvussu frítíðarskúlin skal víðkast og síggja út í framtíðini.
Hann vísti eisini á, at barnaansingartrupulleikin í Tórshavnar kommunu er við at verða loystur, og so fer betur at bera til at seta fokus á frítíðarskúlarnar. Eisini greiddi hann frá, at í sambandi við nýggjar skúlabyggingar, er tikið hædd fyri frítíðarskúlunum.
Hetta opnaði kjakið um, hvørs tað er rætt at frítíðarskúlarnir húsast í skúlunum, tí tá børnini hava fingið frí úr skúlanum er meiningin, at tey ikki skulu vera har meira.
Tosað varð aftur og fram um hetta, men týðuligt var, at partarnir allir vóru samdir um, at óansæð hvat, so skuldu børnini í frítíðarskúlaaldri ikki merkja tað, sum at tey fóru úr einum skúla í ein annan.
Góð undirtøka
Synergi gjørdi eina kanning, har luttakararnir fingu nakrar spurningar. Millum annað varð spurt um, lærarar eiga at sleppa inn í frítíðarskúlarnar at arbeiða. Til hetta svaraði 66 % nei. Men tá spurningurin varð vendur á høvdi og spurt var, um pedagogar eiga at sleppa inn í fyrstu flokkarnar ella forskúlarnar, svaraðu heili 75 % ja.
Eisini spurdi Synergi luttakararnar, um tørvur er á einum slíkum tiltaki á hvørjum ári. Til hetta svaraðu heili 80 %, at tað halda tey. 18,5 % svaraðu, at tað hevði verið nóg mikið, um ein tílíkur fakfestivalur hevði verðið annaðhvørt ár. Sostatt kann staðfestast, at Synergi hevur rakt seymin á høvdið við at skipa fyri hesum fakfestivalinum.
Frítíðarskúlarnir mugu sigast at vera rímuliga nýggir í Føroyum, og tí er hetta økið kanska nakað ókent fyri mong. Men fakfestivalurin hjá Synergi var kanska ein góð byrjan og gott ískoyti til kjakið um frítíðarpedagogikkin í Føroyum.