- Nógv fólk í Føroyum hava ilt í afturpartinum av tí, eg geri, og eg fái javnan speiskar viðmerkingar um tað. Men hinvegin eru eisini fólk, sum rósa myndunum, og sum halda tað vera kul, at eg geri tað, eg havi hug til, sigur 30 ára gamla Rannvá Joensen.
Hon sigur seg tó ikki taka tað serliga tungt, um fólk koma við keðiligum viðmerkingum.
- Fólk skulu hava loyvi at halda tað, tey vilja. Men eg haldi hetta vera stuttligt, og so leingi, eg havi hug, so haldi eg á, slær hon fast.
Gamlir grísar
30 ára gamla havnardaman er nógv eftirspurd sum modell, og hon hevur í minsta lagið eitt arbeiði um vikuna - ofta fleiri, um tíðin loyvir tí. Men modellstarvið er ikki nakar gamal dreymur hjá Rannvá.
- Tað byrjaði púra tilvildarliga, tá ein make-up artistur setti seg í samband við meg á Facebook. Tað var eitt tíðarskeið, tá eg dyrkaði tann klassiska pin-up stílin við reyðari varrastift, uppsettum hári og vælsmurdum eygum - og eg hevði eina slíka profilmynd á Facebook.
Makeup artisturin vildi hava Rannvá til eina pin-up myndatøku, men hon ivaðist.
Rannvá tosaði við vinfólkini um tilboðið, og tey ráddu henni øll til at royna tað.
- Tað endaði við, at eg fór. Eg var framvegis ivasom, tá eg møtti upp, men tey vóru bæði fitt og professionel. Tað var eitt sindur torført, og eg føldi meg eitt sindur býtta at standa og posera frammanfyri myndatólinum og hálvavegna spæla sjónleik við einum flirtrandi andlitsbrá, sum jú er ein partur av pin-up stílinum, viðgongur Rannvá.
Tað gekk tó ikki long tíð, fyrr enn Rannvá var føst fús frammanfyri linsuni. Nú hevur hon arbeitt saman við nógvum ymsum fotografum, men tað eru ikki allir, sum hava imponerað hana.
- Tað eru heilt ótrúliga nógvir gamlir grísar, sum bara vilja sleppa at avmynda konufólk. Og teir royna at trýsta teg, so tú støðugt skalt vísa meiri húð. Men eg standi føst við míni mørk, og eg ansi sera væl eftir, hvørjum eg arbeiði saman við, sigur Rannvá.
Hon hevur hvørki fingið sær agent ella modelbureau, sum kunnu finna henni modell-uppgávur. Í staðin nýtir Rannvá serliga Facebook til at fáa arbeiði. Hon hevur eina síðu, har hon hevur lagt nakrar av sínum modelmyndum, og hon er eisini limur í einum netverki fyri fotografar, stylistar og modellir.
- Eg vil stýra tí sjálv. Eg geri bara tað, sum eg haldi vera stuttligt, og eg arbeiði bara saman við fólki, sum eg havi hug til, slær hon fast.
Nær uppgávurnar skulu gerast spælir eisini inn, tí umframt at vera í skúla hvønn dag, er Rannvá einlig mamma. Tað er tí avmarkað, nær hon fær møtt til arbeiðis.
- Eg havi sagt nei til nógvar uppgávur, tí tíðin strekkir ikki til hjá mær. Men eg plagi at taka í minsta lagi eina uppgávu um vikuna.
Ymsar myndir
Rannvá hevur í størstan mun pin-up uppgávur, og hon er blivin føst modell hjá einum donskum merki, nevnt »Dixie Gray«, sum ger klæðir í pin-up stílinum.
Men hon hevur eisini gjørt aðrar myndir, bæði mótamyndir og sonevndar babe-myndir, sum hava meiri sexuellar undirtónar.
- Eg haldi tað vera spennandi at gera mótamyndir - og tað er nakað heilt annað enn pin-up. Tú skalt posera øðrvísi og hava eitt heilt annað andlitsbrá. Tað er ikki sjónleikur í so stóran mun, sum pin-up myndirnar.
Ein av mótamyndunum, sum Rannvá hevur tikið, vísti eitt úrval av blandaðum skandinaviskum móta, og myndirnar vórðu tiknar til eitt Norðurlendskt online magazine. Ein av myndunum endaði við at verða hennara fyrsta forsíðumynd.
- Tað var ein stór løta, og eg var bæði glað og errin. Mótamodellirnar eru ofta blaðungir tannáringar, sum hava eitt heilt serligt look, so tað var stórt at fáa eina forsíðu.
Rannvá greiðir frá, at hon eisini hevur gjørt nakrar babe-myndir, sum til dømis eru at síggja í stílfullum mannfólkamagasinum, men tað dámar henni ikki serliga væl.
- Pin-up er eitt sindur argandi og flirtandi, og tað er eitt sindur frekt. Babe-myndirnar hava eina meiri vulgera, sexuella útstráling. Eg havi roynt tað nakrar ferðir, men mær dámar tað ikki nakað serligt, so tað er ikki nakað, eg renni eftir.
Vildi sjálv vera fotograf
Rannvá dámar sera væl at taka myndir, og hon hevur í grundini droymt um at at standa hinumegin myndatólið. Men tað eru nógvir fotografar um boðið, og tað er torført at fáa fótin fyri seg í vinnuni.
- Tá eg eri til arbeiðis, leggi eg merki til, hvussu fotografturin arbeiðir, hvussu hann vegleiðir meg og hvørja útgerð hann brúkar. Eg læri eina rúgvu um fotografi, og eg havi fingið ein hóp at kontaktum hesa tíðina, greiðir hon frá.
- Hetta er eitt umhvørvi, sum er ringt at koma inn í - tað er ein stongd kunstnaraverð, og tí er mítt modellstarv eitt gott høvi at skapa mær eitt netverk, greiðir Rannvá frá og avdúkar samstundis, at júst tað er ein stórur partur av orsøkini til, at hon heldur á at arbeiða.
- Eg haldi hetta fyrst og fremst vera stuttligt - og so skapar tað mær eitt stórt netverk. Men hetta er á ongan hátt nakað, eg verði rík av, slær Rannvá fast.
Eitt sindur snýt
Rannvá er tilvitað um, at tá tú arbeiðir sum modell, so er útsjóndin títt arbeiðsamboð. Hon viðgongur, at hon gongur høgt uppí útsjóndina.
- Man má síggja gott út, og man má ansa eftir ikki at forfalla. Eg kundi ikki funnið uppá at nýtt botox ella at opererað meg, men eg royni sjálvandi at "snýta" har eg kann, sigur Rannvá flennandi.
Hon greiðir frá, at tað eru nógvir mátar at framhevja góðu síðurnar og at dempa tær minni góðu.
- Sminka á strategiskum støðum hevur nógv at siga. Hóast eg havi stórar varrar, so verða mínar varrar ofta málaðar enn størri. Falskar eygnavippur verða næstan altíð nýttar, og gaffatape er sera snilt, tá bringan til dømis skal fáast at sita væl, flennir Rannvá.
Hon vísir á, at tú skjótt lærir tínar bestu síðir at kenna, og so veist tú, hvussu tú skalt posera, fyri at fáa tað besta fram.
Fyri at halda linjuna hevur Rannvá fingið sær ein persónligan venjara, og hon er í venjingarhølinum fimm ferðir um vikuna.
- Í dag verður alt eisini fotoshoppað í størri ella minni mun. Summir fotografar lyfta til dømis reyvina eitt sindur, ordna skuggarnar og onnur smáting, meðan aðrir gera so nógv, at eg næstan ikki kenni meg sjálva aftur, greiðir Rannvá frá.
Dagliga, tá hon fer í skúla, hugsar hon ikki nógv um, hvussu hon sær út. Men tá hon fer út at møta kundum og fotografum, sum vilja arbeiða saman við henni, ger hon nógv burturúr.
- Arbeiðið snýr seg jú um mína útsjónd, vísir hon á.
Familjan
- Eg havi tað gott við myndunum, og eg standi 100% inni fyri teimum. Eg haldi, at tær eru smakfullar og vakrar. Tað eru nakrar fáar, har eg føli, at fotografurin fór um míni mørk. Tær vórðu tiknar, meðan eg enn var nýggj í fakinum, men nú eri eg sera tilvitað um, hvat eg havi hug til og ikki.
At summi fólk í Føroyum tó halda hánt um pin-up myndirnar, er Rannvá fullgreið um. Hon hevur fingið nógvar negativar viðmerkingar, síðani hon byrjaði sum modell, og fólk fýra ikki fyri at siga sína erligu meining. Spurningar sum »Hvat heldur tú teg vera« kunnu vera óbehagiligir, men Rannvá dugir at rista tað av sær, sum fólk siga við hana.
Hinvegin hevur tað týdning, at familjan skal kunna góðtaka myndirnar.
- Tey hava øll sæð myndirnar og halda, at tær eru vakrar. Sjálvt omma hevur góðkent tær, so tað man vera í lagi, heldur Rannvá .
Hon óttast heldur ikki, at fýra ára gamli sonurin fer at hava trupulleikar av myndunum.
- Eg havi hann ofta við til myndatøkur, so hann veit akkurát, hvussu tað gongur fyri seg.
Rannvá er 30 ára gomul, og hon veit, at tað er ein høgur aldur innan modellheimin. Hon hevur heldur ongar seriøsar ambitiónir um at náa langt ella at gerast professionel, tí hetta er hennara frítíðarítriv og studiestarv.
- Men um eg skal droyma stórt, so hevði tað verið heilt fantastikst at komið á forsíðuna á Vogue.
- - -
Rannvá Joensen
30 ár
Úr Havn
Býr á Oyrasundskollegienum
Er einsamøll við soninum, Jústa, sum er 4 ár
Lesur á Københavns Film - og fotoskole
Starvast sum model við síðuna av skúlanum
Føst model hjá merkinum Dixie Gray