Um 17.26-tíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum kranabili, sum stóð parkeraður á parkeringsplássinum beint uttan fyri skúlan í Søldarfirði. Bilurin kolaðist upp og verður ikki til bil aftur. Í fyrstani ljóðaði, at eldur var komin í bilin, eftir at hann hevði koyrt og varð settur á parkeringsplássið. Løgreglan segði seg hava skilt, at tað møguliga var hiti frá einum syllindara í einum hjóli, sum hevði fest í aftarliga undir bilinum.
Men hetta er ein misskiljing. Kranabilurin hevði nevniliga ikki koyrt í eitt heilt samdøgur, tá eldur kom í hann.
Helst el-skipanin
Tann, sum eigur lastbilin, er Ássvein Mikkelsen, sum býr í Søldarfirði. Hann heldur, at løgreglan man hava misskilt hann, tá tey spurdu seg fyri um, hvat møguliga kundi vera hent við bilinum.
- Kranabilurin hevði slett ikki koyrt í eitt heilt samdøgur, tá eldur kom í. Eg hevði nevniliga arbeitt upp á bilin á einum verkstaði leygardagin og hevði sett bilin á parkeringsplássið umleið eitt samdøgur, áðrenn eldur kom í.
Ássvein Mikkelsen sigur, at hann var staddur í kjallaranum, tá hann hoyrdi eitt hvørt og hugdi út.
- Eg búgvi beint oman fyri, har bilurin stóð, og eg gjørdist rættiliga skakkur, tá eg sá, at kranabilurin stóð í ljósum loga.
Hann sigur í morgun, at hansara meting er, at eldur er komin í, har sikringar og rele sita í sjálvum bilhúsinum.??
- Men, tað er bara mín leysa meting.??
Tá hann arbeiddi upp á bilin á verkstaðnum leygardagin, hevði hann slett ikki fingist við sikringar og rele, men hevði gjørt aðrar mekaniskar umvælingar.?
Í góðum standi
Ássvein Mikkelsen sigur, at hetta var ein gamal kranabilur, men hann var góðum standi, nú hann brendi.
- Eg keypti bilin fyri góðum ári síðan og havi gjørt nógv við hann síðan tá. Eisini havi eg brúkt nógvan pening upp á at hava bilin í góðum standi. Eg havi havt nógva koyring hetta seinasta árið, og eg havi serliga arbeitt fyri EM-Asfalt.
Nú noyðist hann at finna sær ein annan kranabil, tí bilurin, sum brendi sunnudagin, kemur ongantíð at koyra aftur.
- Hetta kemur óvart á meg, men eg ætli mær ikki at gevast á hendur.
Spurdur, um tað kann hugsast, at eldur er settur á bilin, sigur hann at enda, at tað hevur hann onga sum helst orsøk at halda.
- Nei, tann tankin er í mínari verð púrasta óhugsandi, sigur Ássvein Mikkelsen.