Mín tíð er farin

Eftir at hava sitið í býráðnum í 24 ár út í eitt, varð Dánjal av Rana feldur á valinum týskvøldið

Tá ið tað nývalda býráðið á Tvøroyri tekur við á nýggjárinum, verður ein gamlan kenningur ikki at síggja rundan um fundarborðið.

Dánjal av Rana, sum hevur verið býráðslimur í samfeld 24 ár, varð nevniliga ikki afturvaldur á býráðsvalinum týskvøldið.

Men tað skilst á honum, at tað tekur hann ikki so tungt.

-Eg eri farin um tey sjeyti og gott og væl tað. So mín tíð er farin, sigur gamli kommunalpolitikarin og fakfelagsmaðurin úr Trongisvági.

Hann sigur, at hann hevði ikki væntað at verða afturvaldur hesuferð, tí hann er blivin so gamal.

-Eg bjóðaði mær at stilla upp, um hinir á listanum hildu, at teir høvdu brúk fyri mær. Eg vildi fegin styðja tey, sum hava styðjað meg. Teir vildu hava meg á listan og tí læt eg meg stilla upp.

Men hesuferð fekk Dánjal av Rana bara 25 atkvøður og tað var alt ov lítið til at verða afturvaldur.

-Tað ger ikki so nógv, tí eg havi havt mína tíð í býráðnum, sigur hann.

Dánjal av Rana varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1976 og har hevur hann sitið síðani. Tær báðu fyrstu ferðina stillaði hann upp á javnaðarlistanum. Men so fór javnaðarflokkurin á Tvøroyri í tvíningar og á valinum í 1984 stillaði Dánjal av Rana upp á javnaðarlistanum. Hin vongurin av javnaðarflokkinum nevndist sosialdemokratarnir.

Síðain 1988 hevur hann stillað upp einum samgongulista, saman við politikarum úr øðrum flokkum.

Og taðvar eisini tann tíð, tá ið hann var vælumtóktur á Tvøroyri. Á tí eina valinum fekk hann heilar 195 atkvøður sjálvur, og tað er millum tað mesta, ið nakar hevur fingið.

Dánjal av Rana var eisini býráðsformaður í átta ár frá 1984-1992.


Myndin tann sama

Annars heldur Dánjal av Rana, at myndin eftir hetta býráðsvalið er tann sama, sum hon hevur verið nógv tey seinastu valinum.

- Javnaðarlistin knógvar ikki meiri enn teir somu tríggjar býráðslimirnar. Restin er so býtt ímillum aðrar flokkar.

- Í fleiri valskeið á rað hevur tað verið so, at hinir flokkarnir hava mannað samgonguna í býráðnum ímeðan javnaðarflokkurin hevur sitið í andstøðu.

-Tað kann saktans enda við tí sama hesuferð, tí teir flestu býráðslimirnir á hinum listunum, eru vanir at samstarva, so tað kann henda, at teir halda fram við tí. Men spurningurin verður sjálvandi um tað eydnast javnaðarflokkinum at fáa antin umboðið fyri sambandsflokkin, ella umboðið fyri uttanflokkalistan í parti við sær. Eydnast tað, hava teir meirilutan og kunnu skipa samgongu.