endamál og royndir vísa, at skal tað eydnast at halda teimum ungu til, er neyðugt, at tilhaldið er opið, tá ið tað skal, og ikki verður stongt við jøvnum millumbili og tí er tað betri at brúka dagstovnin tin [...] tað fer at krevja minst tvey starvsfólk, men annars skulu einar 70.000 krónur brúkast til at útvega innbúgv, spøl, og aðrar hentleikar, fyri. Tað verður opið mikukvøld og fríggjakvøld, so at tað er ikki [...] fingið nakað navn, men ætlanin er, at tey ungu og bygdafólkið annars, fáa møguleika til at vera við í einari navnakapping. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, sigur, at ungdómstilhald sum hetta, hevur ómetaliga
og fataðu, hvat feilar mær, og at eg stríðist. Tað hevði eisini verið nógv lættari hjá mær at viðurkent, at eg var kropsliga ella sjónliga sjúk, enn tað er at viðurkenna, at fái heilaskaða og gerist tarnað [...] Eg dugi illa at forklára, hvussu hart mítt lív er. Ikki at megna at arbeiða, ikki kunna fáa koyrikoyrt, ikki kunna blíva mamma, ikki kunna vera einsamøll, um eg nú fái herðindi, ikki klára at eta vanligan [...] tunguni. At vera so veik og kedd dagliga tí mítt lív er soleiðis. Eg hevði nógv heldur viljað farið til arbeiðis enn at sitið heima og hugt Netflix ella sovið, sigur hon – Onkuníð haldi eg, at tað hevði
endamálið er at varpa ljós á hval og kóp sum matvøra. Felagsskapurin sum hevur við hval og kóp í Norðuratlantshavi at gera, Nammco, hevur havt ársfund og har skutu umboðini fyri Føroyar upp at hava eina ráðstevnu [...] í Nammco, og Kate Sanderson sigur, at limalondini tóku væl ímóti uppskotinum. Japan, sum var við á ársfundinum sum eygleiðari, boðaði frá, at eisini tey høvdu áhuga at vera við á ráðstevnuni. Eisini USA [...] kokkar úr londum, sum veiða hval og kóp, at vísa síni kynstur og at vísa, hvussu hvalur og kópur verður etin í teimum ymsu londunum, og teir fara samstundis eisini at viðgera, hvussu hvalur og kópur kunnu
Michelsen vísti á, at tað hevur akkurát einki broytt - uttan tað at læknadømið hevur skift navn. Hann sigur, at spurningurin eigur at verða reistur, um myndugleikarnir gera nóg nógv fyri at lýsa eftir kom [...] hann, at ein loysn kann vera at Heilsutrygd ger eina serliga skipan fyri kommunulæknarnar í Suðuroy, so at teir fáa onkrar serligar, fíggjarligar ágóðar fyri at lokka læknar til oynna. Hann sigur, at tað [...] Michelsen, at tað er ein ótolandi støða. Ein glotti er kortini fyri framman, og tað er, at ein kommunulækni hevur søkt um fast starv á Tvøroyri. Fyrr var Suðuroyggin tvey læknadømi, men í eini roynd at bøta
ymisku verkætlanirnar fyri at tryggja, at góðskan altíð er á hægsta stigi. Felagið arbeiðir tí støðugt við at tryggja neyðuga út- og endurútbgving av starvsfólkum soleiðis, at neyðugu førleikarnir eru í [...] eisini í ársfrásøgnini, at felagið leggur stóran dent á, at allar uppgávur verða væl úr hondum greiddar. Hetta krevur vælútbúgvið fólk við røttu royndunum. – Tí er sera týdningarmikið, at fólk við hóskandi [...] og langfreistaða skuldin er 3,9 milliónir krónur. Felagið skrivar í ársroknskapinum, at býtið í ognum felagsins er, at støðisognin fevnir um 8,6 milliónir krónur, og ogn í umferð er 24 milliónir krónur.
Løgtingið um at fáa eina hægri játtan at arbeiða við. Tey siga, at MFS arbeiðir fyri at bøta um korini, og umstøðurnar hjá lesandi føroyingum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í Føroyum royna tey serliga at styrkja [...] sigur hon. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2020, fær MFS 251.000 krónur at arbeiða fyri. Men tey siga, at teirra vón er, at hendan upphæddin verður tvífaldað – um ikki í einum, so eftir nøkrum árum [...] Í Danmark, og øðrum útlondum er høvuðsuppgávan at byggja brýr ímillum tey lesandi og føroyska samfelagið og arbeiðsmarknaðin. Samstundis virka tey fyri at styrkja samanhaldið ímillum føroysk lesandi, har
røðuni ætlar Petur Mittún ikki at rætta fremstafingur eftir nøkrum, tó vil hann nýta høvið til at styðja uppundir, at fólk taka lut í sosiala virkseminum í Føroyum. Røðan fer at taka støði í evnunum felagsskapur [...] rákið í útheiminum, at sjálvboðið arbeiði er undir trýsti. Fólk hava nógv um at vera, og tí verður sjálvboðið arbeiði niðurraðfest. Hetta sæst ikki í Føroyum enn, men Petur Mittún metir, at gongdin møguliga [...] møguliga eisini verður at síggja her heima í framtíðini. Við hesum í huga, skaðar ikki at eggja fólki til at luttaka í størri ella minni mun, sigur hann. – Tað er ymiskt, hvussu nógva orku ein vil leggja í f
ikki fara at síggja í tingsalinum eftir valið, tí tey hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum var valdur á Fólkating fyrr í vár, og tá boðaði hann frá, at hann ikki [...] ikki hon fer at stilla upp. Sjeyndi tinglimurin, sum vit ikki vita hvat fer at gera, er fyrrverandi limurin í Javnaðarflokkinum, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Hann sleppur ikki at stilla upp [...] ikki fór at stilla uppaftur til løgtingsvalið. Við øðrum orðum er hann ein, sum vit ikki fara at síggja í Løgtinginum. Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum gjørdi tað sama. Undan fólkatingsvalinum
krónur at menna útbúgving í føroyskum til teir borgarar í Føroyum, sum hava føroyskt sum annaðmál. – Í broytingaruppskotinum er eisini tikið hædd fyri, at pensjónistar fáa meira at liva fyri, og at skattalætti [...] undir eina miðvísa gongd at fáa eftirsleipið burtur. Fróðskaparsetrið verður eisini raðfest komandi árini. Pengar verða settir av at arbeiða við Bologna avtaluni, sum er ein tilgongd at fáa útbúgvingarnar á [...] fíggjarlógaruppskotið, og samgongan hevur valt at raðfesta rakstur og løgur fyri 134 milliónir krónur. – Fyrst í komandi ári ætlar landsstýrið undir eina tilgongd at fremja tillagingar í rakstrinum, sigur Jørgen
Fólkaheilsuráðið spyr: “Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni?” Hetta bæði fyri at skapa tilvit um, at vit øll kunnu gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, og at tað eru tær smáu gerðirnar, sum muna. [...] Vikan er eitt upplagt høvi til at varpa ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin gjøgnum alla vikuna, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi. Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni? Vikan eitur [...] filmsbrotum eggjar til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum við at fylgja ABC boðskapinum: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera