Tey sjálvbodnu eiga stóran lut í góðu úrslitunum

Petur Mittún setur ólavsøkuna seinnapartin

 

– Vit hava lyndi til at halda vakið eyga við ítróttaligu úrslitunum, men hetta er eisini eitt høvi at varpa ljós á sjálvbodnað arbeiðið, sum liggur aftanfyri úrslitini.

Tað sigur Petur Mittún, sum Tórshavnar Ítróttarráð í ár hevur heitt á at seta ólavsøkuna. 

Petur Mittún er aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya. Hann gleðist um framgongdina, sum er í føroyskum ítrótti í dag. Hann sigur, at tað eru felagsavrik, sum skapa framburðin, og hann hevur sín uppruna í sosialum felagsskapum.  

– Sama, um talan er um ítróttafeløg ella felagsskapir av øðrum slag, er felagsnevnarin hin sami. Tað eru nevniliga tey, sum dagliga leiða virksemið hjá felagsskapunum, sum eiga stóran lut í góðu úrslitunum.

Í røðuni ætlar Petur Mittún ikki at rætta fremstafingur eftir nøkrum, tó vil hann nýta høvið til at styðja uppundir, at fólk taka lut í sosiala virkseminum í Føroyum. Røðan fer at taka støði í evnunum felagsskapur og sjálvboðið arbeiði.


Sjálvbodna arbeiðið er undir trýsti
Í dag er rákið í útheiminum, at sjálvboðið arbeiði er undir trýsti. Fólk hava nógv um at vera, og tí verður sjálvboðið arbeiði niðurraðfest. Hetta sæst ikki í Føroyum enn, men Petur Mittún metir, at gongdin møguliga eisini verður at síggja her heima í framtíðini.

Við hesum í huga, skaðar ikki at eggja fólki til at luttaka í størri ella minni mun, sigur hann.

– Tað er ymiskt, hvussu nógva orku ein vil leggja í felagsskapirnar. Meðan summi brúka alla frítíðina til sjálvboðið arbeiði, ganga onnur minni upp í tað. Men øll íkøst til felagsskapin eru týdningarmikil.

Klokkan 14 verður skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við kommunuskúlan og oman á Vaglið, har Petur Mittún setur ólavsøkuna 2019.