ABC vikan er komin í lag, tí altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober. Vika 41 er ABC vika, og hon verður hildin frá 7. oktober til 13. oktober.
Vikan er eitt upplagt høvi til at varpa ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin gjøgnum alla vikuna, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni?
Vikan eitur ein “ABC vika”, tí vikan á ymiskan hátt við tiltøkum og filmsbrotum eggjar til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum við at fylgja ABC boðskapinum: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar gleði og innihald í lívinum.
Fólkaheilsuráðið spyr: “Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni?”
Hetta bæði fyri at skapa tilvit um, at vit øll kunnu gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, og at tað eru tær smáu gerðirnar, sum muna.
Fólkaheilsuráðið nevnir nøkur hugskot, hvat ber til at gera í vikuni. Tú kanst til dømis gera eina tilvildarliga góða ger fyri onnur, seta tær eina avbjóðing, royna okkurt nýtt ella savna vinir ella familju til eitt hugnaligt átak.
ABC vikan hevur ymiskt at bjóða
Fólkaheilsuráðið skipar fyri ABC vikuni, men tað eru ymiskir samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu, ið serliga standa fyri ymiskum almennum tiltøkum og innanhýsis átøkum gjøgnum vikuna.
Sálarlig heilsa er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fyri fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu, skrivar Fólkaheilsuráðið.