Tað er boðskapurin frá MFS, sum er meginfelagið hjá føroyingum, sum eru undir lestri.
Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, hava tey tískil heitt á Løgtingið um at fáa eina hægri játtan at arbeiða við.
Tey siga, at MFS arbeiðir fyri at bøta um korini, og umstøðurnar hjá lesandi føroyingum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Í Føroyum royna tey serliga at styrkja og menna Fróðskaparsetrið og skapa góðar, hugnaligar og mennandi lestrarumstøður fyri føroysk og útlendsk lesandi.
Í Danmark, og øðrum útlondum er høvuðsuppgávan at byggja brýr ímillum tey lesandi og føroyska samfelagið og arbeiðsmarknaðin.
Samstundis virka tey fyri at styrkja samanhaldið ímillum føroysk lesandi, har tey kunnu røkja mál og mentan, og styrka og varðveita tilknýtið til Føroyar.
– Hetta stóra arbeiðið krevur tó nógva arbeiðsorku, og í løtuni brenna vit ljósið í báðum endum, sigur Sissal Hofgaard Hestoy, forkvinna í MFS í eini áheitan á Løgtingið.
Hon sigur, at tey hava eitt skrivstovufólk, ið arbeiðir átta tímar um vikuna umframt at forkvinnan fær eina súmbolska samsýning upp á 2.000 kr. um mánaðin.
Alt annað arbeiði er sjálvboðið – og tað eru fleiri lesandi, sum arbeiða fulla viku í MFS, umframt at tey eru fulltíðarlesandi á universiteti.
– Hett merkir, at fáa vit ikki meiri pengar til virksemi okkara, mugu vit antin minka um virksemið – ella koyra vit á okkara sjálvbodnu til tey hokna undir stóru arbeiðsbyrðuni, sigur hon.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2020, fær MFS 251.000 krónur at arbeiða fyri. Men tey siga, at teirra vón er, at hendan upphæddin verður tvífaldað – um ikki í einum, so eftir nøkrum árum.