felag á føroyska landsliðum. Hann skifti frá Arminia Bielefeld í Týsklandi til Wassland-Beveren í Belgia í summar. - Mær dámar væl lívið í Belgia. Vit hava fingið ein ókey start, sjálvt um tað hevur verið [...] merkir tíðina á bonkinum í Týsklandi. - Í so máta hevur tað verið eitt sindur krevjandi, og eg havi havt mínar smærru snuddir at dragast við. Sjálvt um eg havi spælt, so havi eg ikki følt meg hundrað prosent [...] er eisini ein avleiðing av, at eg ikki havi spælt so nógv í Týsklandi. Nú leiti eg eftir at blíva fult klárur, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið sleppur avstað við týskum í løtuni. - Vit hava bæði týskan
higartil í ár eru komnar ein fjórðings miljón krónur meira inn í kommuskatti enn somu tíð í fjør. Tá hugt verður yvir ár, hevur fólkatalið í Fámjin verið í minking, men tað eru eisini sveiggj í fólkatalinum [...] ymiskt, sum bendir á, at Fámjin ikki fer at minka meira, men kanska heldur veksa. - Tað eru fólk, sum hava søkt um byggiloyvi til sethús, og tað hava vit ikki sæð her í kommununi í nógv ár. Borgarstjórin vísir [...] byggja á, men tað merkir ikki, at møguleikar ikki eru at byggja kortini. - Hava fólk hug at seta búgv her, trúgvi eg ikki, at tað skuldi verið trupult at funnið gott byggilendi í bygdini, sum søkjast kann
upp á kanska 27 mió. kr. í 2014. Og so er tað sjálvandi sera einfalt at síggja hvør, ið skal vera syndari í málinum. Tað er sjálvandi Vindrøkt. Øll skilja helst, at um SEV ikki fær fleiri vindmyllur, so [...] framleiðsluna, tá vit skulu bíða,” sum hann er endurgivin í Dimmu. Hálvir sannleikar Stjórin á SEV sigur ikki ósatt omanfyri, men hann sigur heldur ikki alt. Og tað er einvíst og óreiðiligt. Um SEV sum táverandi [...] Sjálvandi skal vónin vera tann, at hetta broytist. Tó er ikki nógv í løtuni, sum talar fyri tí. Tað, sum eigur at standa púra greitt fyri el-brúkarar í Føroyum, er, at tað er burtur úr vón og viti at mótarbeiða
ar fyribils ikki tosað um beinleiðis samanlegging, men einans um samstarv. Borgarstjórin í Havnini hevur ikki so nógvar viðmerkingar til fólkaatkvøðuna í Vestmanna, tí tað hevur Býráðið í Havn onga ávirkan [...] at tað fer at raka sjálvan høvuðsstaðin. Hann fer tí ikki at góðtaka, at vit ikki fáa framt neyðugar útbyggingar í Havn og havt neyðugu tænastur í Havn á einum nøktandi støði, tí Kommunan er blivin so [...] orku. - Eitt nú er tørvur á Ellis-og røktarheimi í Vestmanna, men vit mugu ikki gloyma, at tað er øgiliga stórt trot á ellis- og røktarheimsplássum í høvuðsstaðnum og vit mugu ansa eftir, at vit forsøma
stórar trupulleikar – ikki bert á vinnuøkinum, men eisini tá hugsað verður um øll tey mongu samstarvsøkini. Sostatt má okkurt henda í hesum máli, og føroyskir politikkarar kunnu ikki í tað óendaliga halda [...] seta spónin í. Harvið hava vit ikki sagt, at vit skulu søkja um limaskap, men vit eiga nú at byrja orðaskiftið um, hvat vit vilja og ikki fara fram eftir fummum, sum opinbart gjørt hevur verið í EFTA málinum [...] við. Tjóðin, har ES var um enn uppaftur meira tabu enn í Føroyum, Ísland, er í ramasta álvara farin at umhugsa limaskap. Sama støðan er í Noregi og kemur tann dagur, tá hesir okkara fremstu kappingarneytar
gongur sjón fyri søgn, at rentan er nógv uppfarin í seinastuni og ikki um at tala er oljan dýrkað og matvørur við, so tað er eyðsæð, at fólk hava ikki líka góð ráð at betala lán aftur nú, sum tey høvdu [...] Men alt hetta sær ikki út til at nerva íbúðarbyggingina undir Kongavarða á Argjum, sum eftir ætlan verður skuldi vera í fimm byggistigum við tilsaman umleið 300 bústaðum. - Vit byggja í fleiri stigum og [...] flyta inn í tey fyrstu 32 raðhúsini. Eftir ólavsøku verður farið undir at reisa teir fyrstu fimm íbúðarblokkarnar við tilsamans 55 íbúðum og í mai mánaði næsta ár, verður klárt at flyta inn í tær íbúðirnar
Nei, soleiðis vil eg avgjørt ikki rópa hetta. Vit eiga avgjørt at taka eitt slíkt mál í fullum álvara, men í dag kunnu vit bara fegnast um, at hetta eftir øllum at døma ikki gjørdist ein náttúruvanlukka [...] nøgdin í minsta lagi snýr seg um einar 1000-5000 litrar. Hon vísir á, at tað hevur ikki gjørt kanningararbeiði lættari, at nøgdirnar av olju umborð á skipinum eru so stórar, og at skiparin ikki hevur viljað [...] hvussu stórar nøgdir av olju, talan í veruleikanum var um. Vit gjørdu av at seta eitt “apparat” í gongd og skipa okkum sum best við teimum førleikum og møguleikum, vit hava í landinum. Eg haldi avgjørt, at
so fá og smá. ÍSB spyr um hetta ikki er skomm fyri okkum føroyingar, bara at spæla við, men ikki gjalda gildið?, -Vit hava verið við í norðurlendska samstarvinum í ISB í 25 ár og tað er ógvuliga eyðmýkjandi [...] Samuelsen er skrivari í Ìtróttafelagnum Fyri Brekað, vanliga nevnt ÍSB. Og hann er ógvuliga ørkymlaður í hesum døgum. Tað er samgonguni, sum hann er ørkymlaður av. Samgongan er nevniliga í ferð við at seta [...] seta tey brekaðu í Føroyum í eina ótrúliga pínliga og eyðmýkjandi støðu. Næsta ár ætlaði ÍSB at átaka sær at umsita norðurlendsku skrivstovuna hjá ítróttafeløgunum fyri brekað í Norðurlondum. Fyri at kunna
Dráttur fær betri skil á móttøkunum, so skal ein ikki eina løtu ivast í, at tær hava betru áleypararnar. Eisini skal hevarin ikki vera bangin fyri, at hon ikki býtir bóltarnar javnt ímillum hesar áleyparar [...] gjørt eitt gott arbeiði innan flogbólt í Vágun. Ikki bert fólk úr Miðvági og Sandavági var á staðnum, men eisini fólk úr Sørvági. Landsliðsevni Og stemningur var í høllini, tá Dráttur legði fyri við at [...] riggaði, og klaksvíkingarnir funnu ikki seg sjálvar. Álopsspælið var gott, og tað var í heilum at Dráttur-leikararnir Helga Nordendal og Sólgerð Henriksen buldraðu bóltin í gólvið á miðjuni. Ja, tær vóru
illa mannaðir. Málmaðurin Waldemar Nowicki var ikki við, og í hansara stað stóð Allin Simonsen í málinum. Hann er vanliga útispælari, men er kortini ikki heilt ókendur við uppgávuna sum málverji, m.a. [...] Popczynski, spældi ein branddyst. Lagið er ringt í Vági, tí tað hevur snøgt sagt gingið av skriðuni. Og tað illa gongst, er skjótt, at marginalarnir ikki eru í tínum parti, og so er skjótt at missa mótið. [...] framman fyri málinum hjá B71, men tað eydnaðist ikki VB at vinna á sandoyingum, og tískil eru teir framvegis bert eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Teir í B71 vóru sera glaðir fyri javnleikin, sum