Fólkaatkvøða í Havnini um at leggja kommunur saman

Áðrenn fleiri kommunur leggja saman við Havnini, kann tað koma upp á tal at hava fólkaatkvøðu í Havn fyri at vita um havnarfólk yvirhøvur vilja hava Havnina størri enn hon longu er, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Skal Tórshavnar Kommuna verða størri enn hon longu er?

Tað er ein spurningur, sum kanska verður lagdur út til fólkaatkvøðugreiðslu í Havnini í næstu framtíð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ásannar, at Tórshavnar Kommuna er longu ein ógvuliga víðfør kommuna sum er. Tí heldur hann, at tað er ein spurningur, um tað er rætt at leggja fleiri kommunur afturat Havnini, uttan fyrst at spyrja borgaran, um teir yvirhøvur vilja hava, at fleiri kommunur sleppa at leggja afturat Havnini.

Hann staðfestir kortini, at hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í býráðnum, men sjálvur heldur hann, at tað er rætt at umhugsa spurningin.


Kann raka høvuðsstaðin

Hetta sigur hann, nú ein stórur meiriluti av vestmenningum hevur gjørt av, at Vestmanna Kommuna skal samstarva við Streymoyarøkið í framtíðini. Í veruleikanum vil tað siga, at vestmenningar vilja samstarva við Havnina, tí tað er hon, sum er tann stóra magnetin.

Tað merkir so eisini, at Kvívíkar kommuna skal samstarva við Streymoy, tí Løgtingið hevur ásett, at Vestmanna og Kvívík skulu hava sama samstarvsøki.

Hinvegin hava vestmenningar fyribils ikki tosað um beinleiðis samanlegging, men einans um samstarv.

Borgarstjórin í Havnini hevur ikki so nógvar viðmerkingar til fólkaatkvøðuna í Vestmanna, tí tað hevur Býráðið í Havn onga ávirkan havt á.

Men hann heldur ikki, at nakað skuldi verið í vegin fyri einum samstarvi við Vestmanna og Kvívík, so at kommunurnar sleppa frá óneyðugum íløgum.

Hinvegin er hann meiri ivingarsamur, skuldi spurningurin um beinleiðis kommunusamanlegging komið upp á tal seinni.

- Havnin er ein ógvuliga víðfør kommuna og hesi seinastu árini eru bæði Kollafjørður, Velbastaður og Kirkjubøur, Hestur, Koltur og Nólsoy komin uppí Tórshavnar Kommunu

Umframt at fevna um allan syðra partin í Suðurstreymoy, fevnir Tórshavnar Kommuna sostatt um tríggjar, smáar oyggjar.

- Tað er eitt stórt øki at røkja, sum hevur kravt nógva fíggjarorku og tað er ein spurningur, um tað er ráðiligt at gera økið enn størri við at fáa Vestmanna og Kvívík upp í afturat, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at vandi er fyri, at, verður hildið fram at gera Tórshavnar Kommunu størri, kann hon verða so umfatandi at røkja, at tað fer at raka sjálvan høvuðsstaðin.

Hann fer tí ikki at góðtaka, at vit ikki fáa framt neyðugar útbyggingar í Havn og havt neyðugu tænastur í Havn á einum nøktandi støði, tí Kommunan er blivin so víðfør, at “útjaðarin” skal drena kommununa fyri fíggjarliga orku.

- Eitt nú er tørvur á Ellis-og røktarheimi í Vestmanna, men vit mugu ikki gloyma, at tað er øgiliga stórt trot á ellis- og røktarheimsplássum í høvuðsstaðnum og vit mugu ansa eftir, at vit forsøma sjálva Havnina tí at ov nógvar kommunur koma afturat.

Í øllum førum heldur hann sostatt, at tað kundi verið eitt gott hugskot at havt fólkaatkvøðu í Havnini, fyri at vita, um havnarfólk yvirhøvur vilja hava fleiri kommunur upp í.

- Tað er ein spurningur, sum eg haldi, at vit eiga at taka upp nú, sigur Heðin Mortensen.

Hin møguleikin verður, at Tórshavnar Býráð sjálvt tekur eina greiða støðu til, at nú skal Havnin ikki verða størri.

Sjálvur er tað tann greiða støðan hjá borgarstjóranum, at nú skal Havnin ikki vera størri, tí so er vandi fyri, at sjálvur høvuðsstaðurin fer at vera forsømdur.

- Kemur tað upp á tal at fáa Vestmanna og Kvívík upp í Havnina, er talan um tvær stórar og víðførar kommunur, sum verða lagdar afturat Havnini og tað kann gerast ein trupulleiki.

Hann heldur hinvegin, at leggja Vestmanna og Kvívík saman, er talan um eina stóra kommunu og tað heldur hann hevði verið ein meiri hóskilig samanlegging.

Hann staðfestir eisini, at í løtuni eru ongir fyrispurningar eru um at leggja saman við Havnini.