Sp/f Tari keypt smoltstøðina í Fámjin

Tað hendir ikki so lítið í Fámjin, sum onkur kundi hildið. Smoltstøðin er seld, nýggir vegir eru bygdir, og her verður arbeitt við at leggja fipurkaðal um alla bygdina.

 

 

 

Tað gleðir borgarstjóran í Fámjins kommunu, Jóanes Lisberg, at tunnilin til Fámjins nú sær út til at vera á gáttini. Kjak hevur verið um undangóðkenningar av fyritøkum, sum kunnu bjóða upp á verkætlanina, men tað er ikki hetta, sum skapar høvuðbrýggj ella órógv í Fámjin. 

 

- Vit hava ikki ligið á teirri latu síðuni, tá ræður um hesa - fyri bygdina - so altavgerandi tunnilsverkætlan. Eg trúgvi, at myndugleikarnir eftirhondini eru troyttir av okkum, sum vit hava hingið í teimum fyri at fáa henda tunnil. Nú ræður bara um at koma í gongd, soleiðis at fólkið í Fámjin hevur nakað at síggja fram til. 

Tunnilin til Fámjins verður umleið 1200 metrar langur, og borgarstjórin metir, at verður full ferð sett á, tá verkætlanin fer í gongd - vónandi tíðliga í komandi ári - fer tað bara at taka einar 5-6 mánaðir at bora tunnilin.

- Soleiðis er slett ikki óhugsandi, at tunnilin fer at koma ígjøgnum longu um eitt ár ella so, um alt gongur væl, sigur hann. 

Jóanes Lisberg heldur fyri, at kanska er okkurt smáting gloymt í kommununi hesa tíðina, hann hevur verið borgarstjóri, tí so nógv tíð og orka hevur verið brúkt upp á tunnilin. - Um so er, taki eg tað á mín kappa, leggur hann aftrat.

 

Hóast Fámjins kommuna er lítil við sínum 86 borgarum, hevur kommunan góðar skattgjaldarar, og higartil í ár eru komnar ein fjórðings miljón krónur meira inn í kommuskatti enn somu tíð í fjør. 

Tá hugt verður yvir ár, hevur fólkatalið í Fámjin verið í minking, men tað eru eisini sveiggj í fólkatalinum upp eftir, og í seinastuni er onkur fluttur til bygdina. Jóanis Lisberg heldur, at tá fólkatalið var minst í hansara tíð sum borgarstjóri, var tað niðri á 78. - Vit eru fegin um hvønn einasta borgara og hvørja familju, sum vil seta búgv her hjá okkum, sigur hann.

Tað er eisini ymiskt, sum bendir á, at Fámjin ikki fer at minka meira, men kanska heldur veksa.

- Tað eru fólk, sum hava søkt um byggiloyvi til sethús, og tað hava vit ikki sæð her í kommununi í nógv ár.

Borgarstjórin vísir á, at kommunan eigur eingi grundstykki at byggja á, men tað merkir ikki, at møguleikar ikki eru at byggja kortini. - Hava fólk hug at seta búgv her, trúgvi eg ikki, at tað skuldi verið trupult at funnið gott byggilendi í bygdini, sum søkjast kann um.

Jóanis Lisberg sigur, at kommunan hevur gjørt stórar íløgur í tveir spildurnýggjar vegir, sum vóru bæði smalir og vánaligir. Her eru eisini sett nýggj gøtuljós, og nú vantar bara at asfalttera. - Hetta eru vegir Út á Teigar og niðan í Kálvhússtovu, sum tey rópa.

 

##med2##

Borgarstjórin sigur, at ein onnur verkætlan, sum tey hava framt, er, at áin mitt í bygdini er løgd undir heilt. Felagið, Sp/f Tari, hevur keypt smoltstøðina í Fámjin, sum kommunan hevur átt í fleiri ár, og hetta líkar Jóanisi Lisberg væl. Tað er sera hugnaligt, heldur borgarstjórin, at onkur sær møguleikar í smoltstøðini og kann brúka hana til okkurt.

 

- Vit eru spent eftir at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum. Nú má so bygningurin fyrst ruddast og setast í stand.

 

Jóanis Lisberg sigur, at í Fámjin verður eisini arbeitt við einari verkætlan at byggja summarhús, og her er tað onkur, sum hevur sett seg í samband við kommuna um eina verkætlan. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður við hesum, men her hugsar kommunan sær, at eitt møguligt summarhúsøkið liggur eitt lítið sindur avsíðis og ikki órógvar tað, sum er.

 

- Nú fáa vit at síggja, hvussu verður við hesum, sigur borgarstjórin, sum hevur eitt skattaprosent á 16 at bjóða sínum borgarum, og hann leggur aftrat, at ætlanin hjá sitandi bygdarráði er at húsast við hesum prosentinum, tó at eldraøkið á hvørjum ári kostar kommununi nakrar hundrað túsund krónum oman yvir tað, sum kommunan annars fær til eldraøkið.