kristindómin, sum onkur vil vera við. Viðgerðin er tvørturímóti eitt tekin um, at evnið verður tikið í størsta álvara, skrivar Heini í Skorin og heldur fram. - Víðari harmast Pauli Høj um, at eg ikki havi [...] hvussu sendingin skuldi uppsetast, ella at hann hevur broytt dagsskránna, aftaná upptøkurnar í Kelduni vórðu gjørdar.” Í mun til hendan kritikkin er at siga, at Arni Klein Abrahamsen umboðar eitt týðandi [...] Kelduni, at hann ikki hevur verið nóg væl kunnaður um endamálið við sendirøðini, tá upptøkur byrjaðu í 2017. Pauli Høj skrivar soleiðis: ”Programleiðarin segði, at endamálið við sendingunum var at lýsa á
trupult var eisini at fáa fígging. Men tey, ið eru í víkingalæru, hava møguleika at skjóta við ørvi og boga, at gera prýðislutir, at matgerða á víkingahátt, at sigla við seglum og rógva, at fáast við eldsmíð [...] djór eisini at síggja í Hoyvík, t.d. dunnur, gæs og ross. Í vikuskiftinum sleppur almenningurin at vitja og tá verður barnaríðing og sigur Roar Olsen, at hevur onkur hug at hjálpa við t.d. at leiða ross [...] eldsmíð, ullavirking, plantuliting og at veva og partvís at fáast við træskurð og at rista rúnir. Ein kan glímast, ríða og eisini eru barnaspøl á skránni, umframt, at skeiðluttakarar kunnu gera egin víkingaklæði
tí at minni tíð fer til rutinuuppgávur, ið nú kunnu avgreiðast á heimasíðuni. - Fyri okkum hevur tað samstundis nógv at siga, at heimasíðan gevur kundunum eina uppliving av øktari tænastu, av tí at vit [...] vísti, at kundarnir ynsktu at fáa fleiri sjálvavgreiðslumøguleikar á internetinum, og út frá hesum var so dentur lagdur á at fáa heimasíðuna funktionella og lætta. Millum fyrimunirnar er so eisini, at sta [...] eisini um myndina av okkum sum eitt tryggingarfelag, ið appelerar til tey yngru. Jónsvein sigur, at ætlanin er ikki at steðga her, tí arbeitt verður alla somlu tíðina við at menna og betra heimasíðuna
bátinum. ?Sum ungur fekk eg ofta lúsingar av ymsum slag. Tá var ikki bara at siga tað at fara til lækna og tískil var tað ofta mamma, sum kom mær til hjálpar. Áhugin fyri sjúkrarøkt er helst komin av at síggja [...] Hann dylir ikki fyri, at tað er fløvandi at fáa slíka heiðursgávu, men leggur afturat, at hann gjørdi ikki meir enn sína skyldu. ? Eg gjørdi ikki annað, enn eg hevði vónað, at onkur annar gjørdi fyri meg [...] staðnum royndu at lyfta beinið fyri at steðga bløðingini. Jógvan Mørkøre er á veg úr Oyrarbakka til Hósvíkar og varnast at okkurt er áfatt, men koyrir framvið monnunum, tí hann væntar, at menninir høvdu
fyrilestrinum segði hann m.a., at ein orsøk til, at íslendska málið stóð so sterkt var, at teir fingu sína bíbliu so tíðliga, og legði hann afturat, at tað vísti seg, at allastaðni har bíblian var týdd [...] Eftir at hava lisið greinina hjá Hanusi Kamban í Sosialinum undir heitinum “Føroysk kjakmentan”, má sigast, at tað tykist, sum hann kennir seg ikki sørt sviknan av, at føroyski mentanarbulurin ikki náddi [...] meg beinanvegin siga, at hetta er ikki nøkur andalig bók), har partur av einum kapituli viðger fordómar, staðfesta hesir einaferð enn, at fordómar eru “metingar, ið verða gjørdar, uttan at hava gjøllig innlit
var ævintýrligur, orsøkin at eg í dag virðismeti jólini so høgt. Um kvøldarnar plagdu vit at spæla kort, ”Túsund”. Omma líka eldhugað sum eg. Tá omma um kvøldið kom at siga góða nátt, signaði hon meg [...] fóru vit ein biltúr norð til Hvannasunds at geva seyðnum. Á vegnum steðgaðu vit at keypa okkum kræmarís. Haldi, at omma tímdi líka væl at steðga á og keypa ís sum eg gjørdi. Hon nýtti tær góðu løturnar, [...] samstundis sum tíðin onkursvegna var fráverandi. At kjallarin hjá ommu ikki fór í luftina er eitt undur. Hvørja jólaferiu tá leið mót nýggjári, var fastur táttur at gera ”bumbur” úr fýrverki. Onkur brendur
við. Onkur sangur er yrktur til høvi. Felags fyri tey øll er, at teimum dámar væl at syngja, siga fyriskipararnir. Góð systkin Systkinini hava altíð verð røsk at fara í føðingardag hjá hvør øðrum, at fara [...] fara tey og skyldfólk teirra at halda leygardagin. Hóast sjálvur dagurin ikki verður fyrr enn í juli fyri at geva teimum báðum systkjunum, sum búgva í Danmark, høvi til at vera við. Byrjað verður við [...] óvanligt fyrr við barnríkum familjum, men meira óvanligt er, at ein heilur barnaflokkur megnar at koma høgt upp í árini. Helst er tað føroyskt met, at tólv systkin úr Rituvík í næstum runda tey 1000 árini samanlagt
bara onkur tímir at brúka hana. Tað kann ikki vera ósagt, at eg kenni nógvar av hesum monnunum heilt væl, sum nevndir eru í bókini. Kenni eg teir rætt, kundi ikki ein einasti teirra funnið uppá, at gjørt [...] undantakið, tí velji eg at lata ivan koma teimum til góðar, táið teir vera pumpaðir upp sum harðhjartað militer brótaraross, ið ætlaðu at drepa frá hond, fyri at fáa valdið yvir Føroyum. Sum ein teirra segði [...] av við, her er so lítið at taka av frammanundan, at tað hevði verið nonsens at skotið burturav, bara fyri at fáa valdið yvir ongum.” Góðan lestur, somikið áhugaverd er bókin, at eg las hana í einum strekki
og nógvi undanvindurin hesar síðstu ferðirnar ger, at HB er besta og ? sum støðan er í løtuni ? einasta boðið upp á eitt lið, sum hevur møguleika bæði at vinna FM og steypakappingina. Um teir fáa fulla úrtøku [...] Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, [...] B68 í morgin kemur í Gundadal. Verjuspælarin Florin Miháescu er langtíðarskaddur. Hagtølini siga, at HB fer at vinna, ella verður tað javnleikur. Síðani besta deildin í 1988 var víðkað til tíggju lið, hevur
og sum ætlaðu at taka lut í ár, eru ógvuliga harmir um, at hon er avlýst. - Nógv eru rakt og vónbrotin. Í londunum kring okkum verða javnlíkar søluframsýningar mettar at eiga stóran leiklut í at geva [...] aftur, fingu fyrireikararnir eina kenslu av, at umsóknin fór at verða gingin á møti, soleiðis at stevnan kundi haldast. Men langt um leingi komu boðini um, at 40 prosent av tí umsóknin ljóðaði uppá, kundi [...] Tað er líka so nógv drálið sum vantandi peningaligi stuðulin, sum er orsøkin til avlýsingina. Vit kundu havt reist pengarnar aðra staðni frá, um vit í góðari tíð fingu at vita, at stuðulin gjørdist so lítil