Men hann sá skjótt, at tað bar ikki til. Hetta var hvør sín heimur - og eg mátti velja. Eg eri nú vorðin fimti, og hugsaði, at tað var tíð uppá slappa av, og tí gjørdi eg av at lata aftur handilin [...] eftir, at Jákup kom at starvast hjá Gunduri. Eg fekk beinanvegin fólk at hjálpa mær, og í januar 1980 kom Nicolina Jacobsen at vera í handlinum, og seinni sama ár eisini Finnbjørg Skaalum. Eftir at hava [...] ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«. Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og verkamaðurin
var altíð formaður. Tað verður sagt um hann, at hann hevði sera gott skil á veðri og streymi, og tað lá væl fyri hjá honum at fáa fisk. Hann var stórur og sterkur, og tað er tiltikið, at hann hevði góða songrødd [...] tvírøtt. Tað eru góð og høglig útróðrarmið, sum tað er skjótt at koma til bæði frá Eiðinum og frá víkini. At fleiri bátsmanningar róðu út og at nógvur fiskur kom upp á land hevði m. a. við sær, at tað var stórur [...] til dagin og vegin, at tað var hugsningur um at fáa sær tak yvir høvdið og at hungurin varð hildin frá durunum. Jósup fekk eitt gerðið uppi á Hamrinum omanfyri býlingin úti á Bø, og tað gjørdi, at tey kundu
roknaður sum socialpolitikkur og lagdur undir socialmál. Tað er alt gott um tað at siga, men tað er eisini tann vansin, sum ofta hevur víst seg, at økið verður so stórt, at okkurt fellur burtur ímillum [...] anninum í almannamálum at hugsa um tað, men hjá ferðslumálaráðharranum. Og tað tykist øllum sjálvsagt, at tað er tekniska umsitingin hjá eini kommunu, sum hevur ábyrgdina av, at ljóð er á ljóskurvunum [...] tey hava við at gera, gerst umsitingin lættari. Um vit nú ímynda okkum, at Strandfaraskip Landsins taka sær av, at allar ferjurnar hava lyftur soleiðis, at ein rullustólur sleppur til og frá, er talan
Vit gingu út frá at málið fór at verða nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum [...] strikuni at gerast jólatrøll í løgtinginum? Ella verður tað soleiðis, sum eg sjálvur og fleiri aðrir tingmenn spáddu, at uppskotið um eina bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar ongantíð fer at koma? [...] um, at tá fólkaflokkurin aftur fekk ábyrgd, skuldi sjálvuppgávan gerast einfaldari í slíkan mun, at pláss fór at verða fyri henni á einum postkorti. Á sumri 1996 fekk fólkaflokkurin aftur ábyrgd. Og m.a
tú fyrimynd hevur verið at bera tann boðskap megi í, Gud gævi tín framtíð beri, vit ynskja alt gott og lukku tí, at orð títt má ljóða við gleði. Nú árið tað líður, fer avstað, og tindarnir hvítna, líðir [...] nær við lið og oman í ósan stevnir, tá sjógvurin ofta speglar tær, og sólin í suðri brennur. Tí tú okkum kallar sunnudag, ja, allar teir dgar stinnar, Gud gevi, so at vit skilja tað, og tá tað hjá okkum [...] fimmti árum. Hon stendur og heldur klettafast, um aldan úr havi brýtur og roynir at geva henni kast, men stinn móti eystri lítur, og henni tá gevi nógv góð ár, um brimið tá máar og slítur. So takka vit fyri
Kristus, og at hugur og sinni okkara enn meira verða vend móti teimum fólkum, ið ongantíð hava hoyt gleðiboðskapin um Jesus. Umframt at Helgi sjálvur spælir uppá harmoniku og syngur, verða tað eisini s [...] hóast evangeliið hevur havt stóra framgongd, so er tað nú vorðið sera trupult at arbeiða har vegna harðan ágang frá muslimunum. T.d. var tað her, at hin danski trúboðarin Janne Petersen varð myrd í vár [...] evakueraðir. Helgi ætlar tó at venda aftur til hetta umráðið til várs. Meinigheitshúsið í Havn, sum hesaferð er stigtakari til at bjóða Helga hendan-vegin, ger tað við vón um at boðskapur hansara má føra
bløðunum og var sera firtin um framgongd tjóðveldisfloksins samb. einari veljarakanning, og segði, at veljarin mundi hava gloymt tað, sum var farið fram í 80? unum. Tí hevði tað verið hóskandi at spurt teg [...] peningur inn í kommunukassarnar, og bygdirnar verða avtoftaðar. Bjørn á Heygum ? ein Sandoyarætlan ella ein Vágaætlan, hvat er tað fyri nakað? Tú situr í samgongu, so tað eigur tú at kunna siga okkum. Hesi árini [...] so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans skulu
fyri, at føroysku virkini fáa meiri fisk til virkingar - við denti á góðsking, so skuldi tað gjørt, at tey verða betri før fyri at standa seg í kappingini um ráfiskin, tí tá verða tey eisini størri og sterkari [...] allan tann fisk, sum fer ótilvirkaður av landinum og um, at føroyingar skapa fleiri hundrað arbeiðspláss í donskum og enskum fiskivinnuhavnum. Tað hevur eisini verið tosað um virkis- og góðskingarmøguleikar [...] óvirkaðan og virkaðan, millum skipini, uppboðssølurnar, virkini og millum einstøku virkini og skipini, sum at enda flyta fiskin av landinum. Slík framleiðsla, har dentur verður lagdur á góðsking og flutni
iftin sigur, at skipið skal í dokk áðrenn keyparin yvirtekur tað, og at ábøtur skulu gerast á skrokki, skrúvu, róður v.m., og at hetta skal umvælast soleiðis, at klassin kann góðtaka tað uttan viðmerkingar [...] fyri at skipið fær so lága deyðvekt, at tað skerjir møguleikarnar at brúka Nólsoyar Páll til vaktar- og bjargingarskip. Hin spurningurin er stabiliteturin í skipinum. Her eigur beinanvegin at verða kannað [...] Partarnir eru samdir um at gera ískoyti, sum sigur, at kostnaðurin av at gera skipið aftur, sambært krøvunum hjá Buerau Veritas, skulu keypari og seljari gjalda líka nógv, og at útreiðslurnar hjá keypara
evnisdøgum fyri politikarunum, at 1. viðgerð kann vera týsdagin 18. november. Tað fer so helst ein dagur til at viðgera uppskotið og fer tað so í nevnd. Tosað hevur verið um at koyra tað í eina serstaka nevnd, [...] heldur ikki at brúka óneyðuga tíð til tað. Um alt gongur sum ætlað og málið fær eina siðiliga og sakliga viðgerð, og har tingmenn semjast at standa saman sum ein maður, nú talan er um eitt so stórt og principielt [...] til uppskotið í tí líki tað er í nú, so verður tað helst í tinginum hósdagin. Har skal tað so liggja í tríggjar dagar, áðrenn tað verður lagt fram. Tvs. at uppskotið kann verða lagt fram á tingi týsdagin