kyknað aftur. Í Klaksvík droyma tey um eina koyribreyt undir Leirvíksfirði, og í Vágunum hevur tað leingi verið tosað um fast samband um Vestmannasund. Klaksvíkingar hava havt vitjan av íslendingum, sum hava [...] gjølla, áðrenn tað kemur uppá tal at fara undir tunnilin. Kynstrið at áseta rætta gjaldið Búskaparfrøðingar eru samdir um, at ein alment fíggjaður tunnil við ókeypis nýtslurætti er tað, sum samfelags [...] nnil undir Vestmannasund kann bera seg rakstrarliga. Útrokningar eru gjørdar, sum ganga uppá hvat tað kostar at reka ein undirsjóvartunnil, og tá øll hugsandi viðurskifti eru tikin við, verður mett at
AIDS. - Hesir sjúklingar eru farnir heimanífrá, tí tað hevur verið ov torført at siga sínum nærmastu frá teirra støðu. Tað hevur tí heldur ikki verið lætt hjá teimum at siga familjuni í Føroyum frá, um [...] AIDS-sjúkuna, men seinastu árini er minni gjørt á hesum øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur [...] sjúklingar, sum gjøgnum árini hava havt sína gongd á Hvidovre Sjúkrahúsi, ella hava verið innlagdir. - Okkara uppgáva hevur verið at skapa samband millum sjúkling og avvarðandi í Føroyum, og at veita teimum
kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land [...] seta sendarar upp, umframt at so verður hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum. Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum. Eg [...] tíggja til so skitin vápn sum at forða landsins borgarum at fáa objektivan tíðindaflutning, tí tá tað snýr seg um at »stjala« sendingar frá øðrum, liggur hvørki SvF ella ÚF á tí lætu síðuni. Og nú roknar
kvinnur at hoyra í hesum sendingunum? Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan [...] í lagi. »Millum fjals og fjøru« vóru áhugaverdar sendingar, og arvtakarin í ár sær út til at klára tað væl eisini. Óført! Og til endans eina ferð enn: Ber ikki til at kvinnur lesa stuttsøgur ella framhaldssøgur [...] Sortudíki? Styggja tit konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á. Lurtari ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending
kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis góður við Sjónleikarfelagið, tað veit eg, og við sjónleikin. Tú hevur mangan glett okkum á palli og aftanfyri við. Tað var altíð [...] Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur [...] Suðuroy, ella hvaðani tað skuldi vera. Poul Johannes sást ofta ferðamikil við mappu ella gerðabók undir hond. Hann hevur havt so mong álitisstørvini millum ár og dag. Fáur man hava verið kassameistari og
milliónir krónur. Men vit fáa tað ikki. Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Men vit gera tað ikki. Heldur lata vit monnum [...] annað Tað hevur verið ført fram, at hvítingsbróðurveiðan undir Føroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin. Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu. Tað var eisini [...] av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið. Tað sigur seg sjálvt
stigið var sera óheppið, tí tað órógvaði javnvágina í samráðinginum. Hann vísti á, at føroyingar fóru at umhugsa, hvat skuldi gerast í hesum máli. Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið, sum danskir myndugleikar [...] inn í teir blokkarnar ella skila sær rætt til einaferð í framtíðini at gera tað. Árni Olafsson vil heldur ikki avsanna, at tað kann vera nakað um hesi tíðindini, tí slíkt kemur heldur ikki av ongum. Keldan [...] fyri verandi fiskimarksmiðlinju. Hetta hevur so aftur nakað við tað at gera, at partarnir eru ikki samdir um, hvar fiskimarkið og fyri tað undirgrundarmarkið gongur, tí ósemja er um, hvørji grundlinjupunkt
góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar [...] innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan [...] eftir okkum! -Vit frá føroyskari síðu hava lagt prógv fyri, at vit meina tað í álvara. Vit hava slakað, har tað sømir seg, men tað er eingin ivi um, hvar viljin skortar. Báðir partar mugu vísa vilja til
helst í Eydnuni, men tað er ikki endaliga gjørt av. Og í Norðurlandahúsinum í Havn mikukvøldið 3. desember kl. 19.30. Drápstíð og nýggjur krókur Á fundum, sum hava verið, hevur verið tosað um ymsan grin [...] grindareiðskap, um ábyrgdina hjá grindaformonnum og sýslumonnum og tað neyðuga í at læra ungdómin. Tað hevur verið greitt frá grindareglugerðini og somuleiðis eru onnur átrokandi mál umrødd. Á fundunum sum [...] greiða frá. Djóralæknin fer at greiða frá teimum kanningum, sum eru gjørdar at vita, hvussu langa tíð tað tekur at fáa lívið av einum hvali frá tí, at sett verður á hann. Eisini fer hann við ljósmyndum og
Superliguni beinleiðis. Tað gevur átta dystir um mánaðin, og tá tú hugsar um, at tað kostar 99 krónur um mánaðin at hava TVS, so er tað ikki meiri enn 10 krónur fyri hvønn dyst, og tað er ikki dýrt, heldur [...] við DR og TV2, men tað kunnu teir ikki gera. Fyri tað fyrsta eru tær rásirnar ókeypis, og fyri tað næsta venda vit okkum bara til fólk, sum hava áhuga fyri ítrótti, og tí sigur tað seg sjávlt, at færri [...] rásina. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit í løtuni hava eitt undirskot, sigur Preben Elkjær við Ítróttarsosialin. Tipsblaðið, sum hevur verið ein av mest kritisku donsku fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um TVS