Ferðast kring landið at fortelja fólki um grind

Meðan tey, sum eru ímóti grindadrápi, stríðast sítt stríð úti í heimi, stríðist grindamannafelagið sítt stríð herheima. Nú verða almennir fundir um alt landið. Fyrsti fundurin verður í Hvalba í annaðkvøld

 

Aftur í vetur fer grindamannafelagið at halda almennar fundir kring alt landið um grind.

Endamálið við fundunum er at skifta orð um ymisk viðurskifti, sum hava samband við grind, so ella so.


Fýra fundir fyrst

Í fyrsta umfarið verður skipað fyri hesum fundum:

Í Hvalba í annaðkvøld 19. november kl. 19 í Roynhøllini.

Í Sørvági mikukvøldið 26. november kl. 19 í høllini í skúlanum.

Á Oyrabakka mánakvøldið 1. desember kl. 19.30. Fundurin verður helst í Eydnuni, men tað er ikki endaliga gjørt av.

Og í Norðurlandahúsinum í Havn mikukvøldið 3. desember kl. 19.30.

Drápstíð og nýggjur krókur

Á fundum, sum hava verið, hevur verið tosað um ymsan grindareiðskap, um ábyrgdina hjá grindaformonnum og sýslumonnum og tað neyðuga í at læra ungdómin.

Tað hevur verið greitt frá grindareglugerðini og somuleiðis eru onnur átrokandi mál umrødd.

Á fundunum sum nú verða, fara Justinus Olsen, djóralækni og Pál Weyhe, arbeiðsmedisinari at greiða frá.

Djóralæknin fer at greiða frá teimum kanningum, sum eru gjørdar at vita, hvussu langa tíð tað tekur at fáa lívið av einum hvali frá tí, at sett verður á hann.

Eisini fer hann við ljósmyndum og uppvørpu at greiða frá um nýggja kúlukrókin, og um fyrimunirnar við honum, tá ið skorið verður á háls.

Pál Weyhe fer at greiða frá um dálking.

Hann fer eisini at greiða frá kanningunum um árinið á nýføðingar og børn av, at foreldur teirra hava etið mat við nógvum kyksilvuri í.

­ Tey, sum halda seg hava etið serliga nógva grind, fáa høvið at lata inn hár til kanningar at vita, hvussu nógv kyksilvur er í.

Arbeiðsmedisinarin tekur hárroyndirnar og spyr um kostvanar beint eftir fundin.

Tey, sum lata seg kanna, fáa so svar nakrar vikur seinni.