ferðir á rað hevur verið við undirlutan í grannauppgerðini í bestu mansdeildini. Soleiðis var støðan tó undan dystinum mikukvøldið, og einki er at ivast í, at hetta var nakað, sum leikararnir á kyndilsliðnum [...] l stig upp á spæl, man ikki hava gjørt stríðsviljan hjá Kyndli minni, og hetta tóktist eisini sjónligt fyrstu løtuna av dystinum. Bert hepnið restaði Kyndil var nevnliga klárt betra liðið á leið fyrsta [...] ikki var við kyndilsliðnum, tá skjótast skuldi. Í øllum førum man innarasíðan av stólpunum í málinum á Hálsi vera nakað tynri nú eftir dystin, enn hon var undan dystinum. Hitt var, at Ørvur Heimbø í nei
fegnast um, at henda tænasta nú aftur verður á privatum hondum. Lang bíðitíð Løgtingið samtykti á vári í 1997 eina fjarskiftislóg, sum skuldi loyva kapping á økinum, og í hesum sambandi varð Telefonverkið [...] møguleiki at brúka TeleF, sum nýggja felagið eitur. TeleF fer í fyrsta umfari bara at veita tænastur á fastneti, men Billy Hansen vónar, at TeleF skjótt fer at kunna bjóða kundunum fartelefon og internetsamband [...] skulu tey trýsta okkurt annað tal fyrst. Gomlu numrini verða varðveitt. Broytingarnar verða gjørdar á netinum hjá Føroya Tele, sum TeleF brúkar. Fyri at gerast kundi hjá TeleF, skalt tú senda eina umsókn
handlinum »Tubbak« hjá Christian Dahl Restorff, ið var á Áarvegnum, har Flogfelag Føroya er í dag. Tá handilin lat aftur, fór hon í skrivstovuarbeiði á Fiskasøluni. Har var hon fram til 1965, tá hon giftist [...] Alnót sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri, at føroyingar í næstum fara at hava fleiri fjarskiftisveitarar at velja millum. Hann sigur, at Alnót fer at marknaðarføra allar vanligar tænastur á fjarskiftisøkinum [...] egnu GSM-skipan í summar. Navnið »Alnót« kundi eisinin bent á, at felagið eisini ætlar at bjóða út tænastur, ið hava við alnetið at gera. Bjarni A. Bjarnason sigur, at felagið fer í sínum virksemi at tryggja
í Havn Fríggjadagin kl. 20 í KFUM: Opið hús fyri ung. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið verður einki ungdómsmøti. (Næsta ungdómsmøti verður aftan á nýggjár). Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli, Fríðtór [...] 00, Sonja Klein kl. 14.00 Barnajólagudstænasta við Luciugongd, Sverri Steinhólm Nólsoy: kl. 12.00, Bjarni Bæk Kaldbak: kl. 12.00, Manskórið í Meinigheitshúsinum í Havn syngur. Sverri Steinhólm Funningur: [...] Jólahugni fyri tey vaksnu verður í Missiónshúsinum sunnukvøldið kl. 19. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við John Hammer og Johann Thomasen. Øll eru
Ein av mongu smáu felagsskapunum, vit hava her á landi, hevði fingið tað frálíka hugskot at halda aðalfundin á útoyggj ein sunnudag í juni, so her var lag á manni at skifta til Adidas skógvar, fara í Pu [...] vit út í Skúvoynna. Eg hevði eina ferð fyrr verið í Skúvoynni. Verið er kanska so í nógv sagt, steig fótin á land ein kaldan desemberdag í 1964 - so var tann oyggin ikki eftir at vitja. Men tá var talan [...] ferðaleiðara úr oynni, sum tíðindafróður greiður okkum frá bygdini, hann vantar, at tað fer at klára upp út á seinnapartin. Vit fara í kirkju og ein stillur friður kemur omanyvir meg - kenni knappliga henda seigliga
var gott á kyndilsmonnum, tá teir leygardagin fóru aftur til Havnar, er einki at taka seg aftur í. Teir høvdu júst annar parturin í einum dysti, sum nærum endaði við størstu sensatiónini higartil á árinum [...] 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Heini Bendtsen 3, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2, Regin Petersen 2, Bjarni Wardum 2 Brotskøst: Tjaldur 6, Kyndil 6 Útvísingar: Tjaldur 5, Kyndil 2 Dómarar úr StÍF: Pole Jacobsen
hevur víst á, at útlendskur áhugi er fyri at seta pengar í felagið, so um landsstýrið ikki vil verða við til at hækka partapeningin, er vandi fyri, at Smyril Line fer á útlendskar hendur. Bjarni Djurholm [...] og virðiliga, áðrenn hann svarar. Fyri hann hevur tað ikki størst týdning, um Smyril Line kann fara á útlendskar hendur, men um ein íløga í felagið kann loysa seg. Ein kjans afturat Tað eru nú tvær vikur [...] at halda gjaldstreytirnar í byggisáttmálunum um nýggju Norrønu. Skipasmiðjan í Flensburg kravdi upp á stutt skoðbrá størri trygd frá Smyril Line, um byggingin skuldi halda fram, men hesa trygd kundi Smyril
Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk kl. 15: donsk gudstænasta, Bjarni Bæk kl. 17: Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11 og kl. 15, Bergur D. Joensen. Kl. 17: Heri Joensen Argir: kl. 11 og kl. 15, Heri Joensen [...] Joensen, kl. 17: Bergur D. Joensen Hvítanes: kl. 17, Bjarni Bæk Tjørnuvík: kl. 12, Kvívík: kl. 17, Marjun Bæk Haldarsvík: kl. 12, Hósvík: kl. 16, Hvalvík: kl. 17, Martin R. Jacobsen Kollafjørður: kl. 12, Vestmanna: [...] Svínoy: kl. 12, Hvannasund: kl. 12, Viðareiði: kl. 17, Elsa Funding Jóladagur: Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk kl. 18: Sverri Steinhólm Kaldbak: kl. 18, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir:
í einum skógvahandli á hvidovrevej og Bjarni starvaðist hjá Skandinavisk Tobakskompagni, hetta var ein góð tíð, og minnast tey ofta aftur á tíðina á Rebæk Søpark. Palma og bjarni eru nú bæði pensjónistar [...] uppvaksin á Skála og er yngst av 12 systkjum. Foreldur hennara vóru Jóhanna, fødd Gregersen úr Gøtu og Petur Rasmussen, Petur í Uppistovu av Skála. Palma kom longu sum 15 ára gomul til Havnar. Hon gekk á Handilsskúla [...] minnast, hvussu væl alt var fyriskipað hjá henni, hvussu blíð, fyrikomandi og hjálpsom hon altíð var. Bjarni er havnarmaður. Føddur og uppvaksin í Tórsgøtu í Havn, har Restaurant City nú er. Hann er sonur Paulinu
Hann legði í sínari talu dent á, at Gud framvegis ikki hevur slept valdi og ávirkan síni á søguna. Síðani bar eitt lítið kór úr hvítusunnusamkomunum fram lovsong. Tað er ikki á hvørjum degi, at so lívligur [...] at síggja. At enda prædikaði Bjarni Bæk, og Frelsunarherurin spældi horntónleik. Bjarni Bæk segði í prædiku síni, at vit halda fram við óttaleys at tæna Gudi, og at vit líta á, at Harrin fer at fullføra [...] samskipa øll tiltøkini, hevur havt hendurnar fullar, tí sera nógv ymisk tiltøk hava verið á skránni. Krúnan varð sett á verkið í Dómkirkjuni, har skipað varð fyri fagnaðargudstænastu við luttøku frá fleiri