Tjaldur mundi steðga Kyndli

Tað var um reppið, at Tjaldur skapti eina sensatión, tá teir leygardagin spældu heimadyst móti Kyndli

Tjaldur-Kyndil 26-27 (15-12)


Hondbóltur


At lagið var gott á kyndilsmonnum, tá teir leygardagin fóru aftur til Havnar, er einki at taka seg aftur í.

Teir høvdu júst annar parturin í einum dysti, sum nærum endaði við størstu sensatiónini higartil á árinum.


Hvar fer Tjaldur

Eftir eina heldur trilvandi byrjan, hava kyndilsmenn nevnliga fram um aðrar verið liðið, sum hevur verið mett at hava eitt orð at siga móti vestmenningum, og tí varð ikki roknað við, at Tjaldur fór at geva teimum stórvegis trupulleikar í seinasta dystinum í grundspælinum.

Tað skuldi tó vísa seg, at tað var júst hetta, sum teir hjá Tjaldri megnaðu.

Í hálvleikinum var Tjaldur nevnliga greitt omaná, og tað var ikki fyrr enn seinasta triðingin av seinna hálvleiki, at Kyndil vann seg fram um vertirnar.

Møguliga ein avleiðing av, at Kyndil ikki tók uppgávuna í nóg stórum álvara, men so sanniliga eisini ein ábending um, at Tjaldur ætlar sær annað og meira enn leiklutin sum botnlið hetta kappingarárið.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Jens Martin Knudsen 8(3), Sverri Justinussen 6, Zoran Sarcevic 6(2), Mortan Hansen 4, Svein í Heiðunum 2

Kyndil: Jónleif Sólsker 10(5), Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Heini Bendtsen 3, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2, Regin Petersen 2, Bjarni Wardum 2

Brotskøst: Tjaldur 6, Kyndil 6

Útvísingar: Tjaldur 5, Kyndil 2

Dómarar úr StÍF: Pole Jacobsen og Alexandur Johansen