Petur Rouch
Í summar varð eg boðin við til eina útferð út í Skúvoynna sum viðhang hjá konuni. Ein av mongu smáu felagsskapunum, vit hava her á landi, hevði fingið tað frálíka hugskot at halda aðalfundin á útoyggj ein sunnudag í juni, so her var lag á manni at skifta til Adidas skógvar, fara í Puma-draktina og pannuband, og drøna avstað í Eskortinum til Gomlurætt. Tað galt um at fáa tað yvirstaðið sum skjótast.
Fyrsti skelkurin var ávegis til Sands. Bussførarin , sum annars hevði verið óvanliga prátingarsamur og seinførur eftir míni meting, STEÐGAÐI bussinum við Gróthúsvatn og fór undir at fortelja okkum søgur um Kálv-lítla?
Men umsíðir komu vit út í Skúvoynna.
Eg hevði eina ferð fyrr verið í Skúvoynni. Verið er kanska so í nógv sagt, steig fótin á land ein kaldan desemberdag í 1964 - so var tann oyggin ikki eftir at vitja. Men tá var talan um ein annan meg - í posatroyggju, grønari ulpu við hettu, pulshosum og gummistivlum, klæddur eftir umstøðunum.
Vit ganga niðan trappurnar, har lundarnir báðu megin undrandi skoða hesa innrásina úr Havn, koma niðaná og eru í bygdini. Og eg kenni tað eins og eg detti niður í ein tíðarlumma - niður í eitt bygdarlag, sum eg havi gloymt var til.
Vit hava ferðaleiðara úr oynni, sum tíðindafróður greiður okkum frá bygdini, hann vantar, at tað fer at klára upp út á seinnapartin. Vit fara í kirkju og ein stillur friður kemur omanyvir meg - kenni knappliga henda seigliga gráhærda deknin aftur - minnist hann sum ein kimiligan dimmhærdan ungling. Aja, tíðin gongur alla tíðina, sum onkur segði, men hví skunda undir hana?
Vit hava biðið um døgverða, og vertindan hevur gjørt til í skúlanum. Og hetta er døgverði við lít. Stokt oksakjøt við garnering, við hvítum eplum og svartari tjúkkari sós og súltutoyi. Omaná rabarbugreytur við mjólk og at enda kaffi og heimabakaðar kakur. Ikki eitt kinakál ella broccoli í eygsjón á borðinum.
Aftaná døgverðan fara vit ein túr við ferðaleiðaranum til Fagradals. Og her hoyri eg setningar, eg trúði vóru útdeyðir. ?Ansi tykkum fyri kjógvanum, hann kann vera í so naskur?. ?Her átti tvey tjaldurspør í fjør?, og hann peikar . ?Pápi plagdi at siga....?.
Og tað verður sum hann segði, tað kláraði upp, og eg helt at Fagridalur var tann fagrastu dalur, eg nakrantíð havi sæð.
Tá vit um kvøldið fara umborð á Silju, sum skal føra okkum aftur til Havnar, eru fleiri av bygdafólkunum, sum standa og veittra farvæl til okkara. Men áðrenn kósin verður sett til Havnar fer Palli ein túr við okkum rundan um alla Skúvoynna, hann siglir tætt inni við fuglabjørgini, og eg kenni, at tey draga meg inn til sín, kenni meg minka burtur í onki og vera eitt við hesa veldugu náttúru.
Vit eru komnir runt oynna, Palli setur ferðaleiðaran av, setur kós norðureftir og spidar upp - norður til Havnar og til eina heilt aðara mentan.
Petur










