skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna toskastovnin so skjótt tað aftur fór at bragda, ístaðin fyri at lurta eftir fiskifrøðingunum. FYRI tað annað selja vit eina [...] men hetta er fríur marknaðarbúskapur, sum flest allir føroyingar hálova. Í 20 ár hevur Sosialurin verið fremsti talsmaður fyri at góðska okkara tilfeingi meira, tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt [...] heldur tí, at fremmandir ? virki og sølur ? fáa millum 10 og 50 prosent av tí, útlendski brúkarin rinda fyri føroyskan fisk. GREIÐ tala, sum stendur meitlað í grót í andsøgn til tað, sum summir ? fiskimenn og
ÚTVIÐ 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í. MIKUDAGIN staðfesti so [...] at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum
innan komandi 20 árini, skulu vit rinda hesa hálvu milliardina aftur. Men verður eingin olja funnin verður henda upphæddin strikað. Uppi í hesum upphæddum er so eisini endurgjaldið fyri bankamálið. Men [...] ber ikki til at síggja, hvussu nógv er fyri endurgjald og annars hevur beinleiðis samband við skuldina. Restin av skuldini uppá góðar 4 mia. kr. skal gjaldast eftir 20 árum við eini rentu uppá 5%. Ein avleiðing [...] at føroyingar hereftir skulu gjalda 323 mill. kr. fyri bæði rentu og avdrátt. Hetta er umleið 100 mill. kr. minni enn vit okkurt árið hava goldið fyri rentur einans. Í avtaluni er eisini ásett, at føroyingar
fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerdum estlendskum [...] dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti.
ØLL tykjast samd um, at valið er týdningarmikið, tí ógvuliga týðandi mál fyri føroysku tjóðina standa fyri framman. Tað veri seg ríkisrættarliga, vinnuliga, búskaparliga, sosialt og mentannarliga. Men [...] gera sær greitt, at bara stívliga ein fjórðingur av fólkinum ynskir at loysa frá Danmark, og minni enn 20 prosent vilja halda fast við sambandið undir heimastýrislógini. Bæði Sambandið og Tjóðveldið hava hildið [...] burturav? Tað er fokið! JAVNAÐARFLOKKURIN byggir sína stevnu á samhaldsfasta samfelagið, har pláss er fyri øll og øll hava javnbjóðis kor, og eina nýggja sjálvstýrislóg innan ríkiskarmin, eina lóg, sum skal
flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv. Helst eru tey tó mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at [...] hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. øld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv millum flokkar, ið standa fyri øktum sjálvstýri, størri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira [...] einsamallur yðst á sambandsvonginginum, taka vit úttalilsini frá fyrsta valevnisfundinum í sjónvarpinum fyri fult. SENDINGIN í sjónvarpinum gav okkum eina ábending um, at valið fer at snúgva seg um, hvar millum
nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum, tá løgmaður gjørdi av at taka málið úr hondunum á [...] EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri allar partar, um tað verður tað landsstýrið, sum skal stýra Føroyum komandi fýra árini, sum tekur [...] áskoðanir um, hvussu væl júst løgmaður hevur dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at honum fyri ikki at hava lurtað nóg væl eftir sakkunnleikanum. MARKNAMÁLIÐ er heilt náttúrliga tengt at einum
at bæði londini hava brúk fyri at kunna áseta markið innan ikki alt ov langa tíð. Hetta er m.a. nær tengt at eini føroyskari útbjóðing. Tað hevur eisini alstóran týdning fyri Bretland at kunna bjóða út [...] sumfundini vestan fyri Hetland hava eggjað oljufeløgunum til at gera íløgur longur vesturi og har eisini í føroyskum øki, kundu fund á eitt nú føroyskum øki havt positiva ávirkan á áhugan fyri at leita á bretskum [...] hevur verið tveitt aftur og fram sum í einum ping-pong spæli millum Bretland, Danmark og Føroyar í 20 ár, má nú fáa eina virðiliga og rættvísa loysn. Í næstu viku fara løgmaður og ráðgevar hansara at brúka
tað er mett til 7.500 krónur. Hósdagin og fríggjadagin millum kl. 16 og 20 kunnu fólk fara í ítróttarhøllina at síggja lutirnir. Fyri 10 krónur kunnu tey keypa eitt yvirlit yvir lutirnar. Og klokkan 13 l [...] lutum verður. - Hetta eru sannaliga góðir lutir, veruligir antikvitetir, sigur Turid Samró, sum skipar fyri uppboðssøluni saman við tveimum donskum antikvitetshandlaram. Fyritøkurnar eita Veirhaven og Kim Anthon [...] at hon keypti innbúgv og annað til Café Natúr. Yvir 300 lutir verða seldir á uppboðssøluni. Umboð fyri donsku fyritøkurnar verða við, og teir kunnu greiða frá lutunum. Turid Samró sigur, at hesir gomlu
Norðurlandameistarakapping fyri unglingar í bridge verður spæld í Føroyum í døgunum 29. juni til 04. juli á Handilsskúlanum íTórshavn. Kapingin er býtt sundur í 2 bólkar, annar bólkurin er fyri unglingar, sum eru [...] eru yngri enn 26 ár, og hin bólkurin er fyri spælarar yngri enn 20 ár. Í eldra bólkinum luttaka hesi lond: Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, og Føroyar. Í yngra bólkinum luttaka hesi lond: Danmark