NM-bridge fyri unglingar

.

Norðurlandameistarakapping fyri unglingar í bridge verður spæld í Føroyum í døgunum 29. juni til 04. juli á Handilsskúlanum íTórshavn.


Kapingin er býtt sundur í 2 bólkar, annar bólkurin er fyri unglingar, sum eru yngri enn 26 ár, og hin bólkurin er fyri spælarar yngri enn 20 ár.


Í eldra bólkinum luttaka hesi lond: Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, og Føroyar. Í yngra bólkinum luttaka hesi lond: Danmark, Svøríki, Noreg og Føroyar.


Tveir dystir verða spældir hvønn dag uttan týsdag. Eingin dystur í NM verður týsdagin 01. juli,men ístaðin verður stór almenn barometurkapping á Handilsskúlanum í Tórshavn. Føroya Bridge Samband vónar, at nógvir føroyingar koma at luttaka í hesar kapping. Væntandi verða flestu útlendingarnir við. Stuttligt er at spæla ímóti bridgespælarum úr øðrum londum.