sum skuldi til, og sum B68 álopið bara hevði ein farra av síðstu løtuna, tá ið Øssur Jacobsen var komin á vøllin. Rógvi og Tór?Ingar megnaðu at temja, varðveita, draga, seta ferð á og at sleppa bóltinum [...] aftastu HB ketuna, sum er mannað við ikki skjótastu spælarunum, men sum oftast hevur staðið seg, tí har eru tryggir bóltspælarar, sum hava nógvar royndir. B68 megnaði so at siga ongantíð at kroysta Jan C. Dam [...] fingu sjáldan tak á støðuni, og miðvallararnir náddu sjáldan fram at stuðla teimum. Sammett við eitt nú ímóti FS Vágum og NSÍ var B68 spælið ein skuggi av sær sjálvum. Fyrsta tíman megnaðu teir ikki so sjáldan
almenna sjónvarpinum. - Vit vilja fegin seta fokus á Klaksvík og okkara mentan. Kommunan skipar fyri einum stórum nýggjártiltaki við posthúsið mitt í býnum, og hetta vilja vit fegin vísa øllum Føroya fólki [...] innihaldi. Eitt annað er vantandi skrivligar mannagongdir í sambandi við útveiting av uppgávum, eitt nú ásetingar um, hvussu farast skal fram, tá ið uppgávur verða útveittar«, stendur at lesa á síðu tvey [...] Eitt slíkt skriv ber bara til at senda út, um tú hevur verið í eini tilgongd áðrenn, har partarnir eru vorðnir samdir um grundleggjandi treytirnar fyri samstarvinum. Og tað vóru partarnir tann 15. november
uppi. Okkara kennskapur stavar heilt frá 1979, tá vit vóru nøkur, sum fóru ein túr til Svínoyar. Onkur kendi Ásmund, son teirra. Og tað endaði við, at vit øll endaðu uppi hjá teimum, og blíðskapuin treyt [...] var ættað úr Hattarvík. Mamma hennara Mia var av Eiði. Hon var dóttir Siggu og Andrass í Pállstovu. Vit høvdu eina frásøgn um tey í røðini í Miðvikuni við Tórhall Andreassen, son Andrias, beiggja Miu. Hesi [...] árini hevur Solveig verið í Klaksvík, men royndi at gera eitt legg út til Svínoyar á hvørjum sumri. Men nú er Solveig eisini farin. Hennara seinasti túrur gjørdist eisini út til Svínoyar, og í dag verður hon
av teim sum lósu og hoyrdu. Flestu lond um okkara leiðir hava fleiri umsetingar av Bíbliuni. Og vit eru so heppin at hava tvær. Tann seinna kom í 1961. Nýggja Testamentið, Sálmarnar, Prædikarin og Orðtøkini [...] okkara er ungt í mun til onnur, og tí hevði leiðin til at fáa Orð Guds á okkara máli eisini verið long. Vit skulu her bert vísa á nakrar mílasteinar á leiðini. Á donskum kom Nýggja Testamentið fyrstu ferð út [...] nær hvørjum øðrum málsliga, at tey kundu metast á leið sum sama málið. Og sum dømi um hetta kunnu vit hóskandi her vísa til tað kenda Jóh. 3.16. frá Odds umseting í 1540: »Því að svo elskaði Guð heiminn
ikki hevur karmarnar í lagi. Vit kunnu bara taka bygdaplanin fyri Haraldssunds bygd. Hann finst ikki, men hyggur tú á heimasíðuna hjá Kunoyar kommunu: www.kunoy.fo, so síggja vit munin. Har sært tú alt økið [...] Eg sat 9 mánaðir og kommunan hevði einans 4 fundir í hesi tíðini, og eg sá ongantíð gerðabókina. Vit hava eina kommunustýrislóggávu, ið sigur: § 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á ko [...] innanfyri kommunuarbeiði tá, so eg gjørdi ikki meira við hetta tá, men legði mær hetta væl í geyma. Tað eru 3 ár liðin síðani tá, og eg eri enn ikki sloppin at skriva undir gerðabókina fyri 2003. So í gerðabókini
Forkunnug vitjan Øll eru hjartaliga vælkomin í Vesturkirkjuna í Havn týskvøldið tann 5. oktober kl. 19:30 í sambandi við at Vassula Rydén vitjar í Føroyum. Í sambandi við vitjanina er fyrsta bind av b [...] frið, kærleika, og fram um alt, til einleika kirkjunnar. Innblástu handritini av ?Satt Lív í Guði?, nú tøk á fleiri enn 40 tungumálum, hava í túsundatali av hollum og trúgvum lesarum, sum hava tikið orðini [...] hana: ?Eg havi givið tær fyri einki, gev fyri einki.? Áheitan Kæri lesari, Guð er sorgarbundin, tí vit gera uppreistur móti Honum. Hvat er menniskja, at tann Hægsti tekur sær stundir at hugsa um okkum?
keyparar til somu last. Á Landingarmiðstøðini skilja vit fiskin, soleiðis sum møguligur keypari vil hava hann og syrgja fyri, at virkini fáa fiskin. Ella vit kunnu pakka fisk, sum kanska skal av landinum. [...] skipini skuldu fingið hámarksprís fyri hvørt fiskaslag og hvørja støddm heldur enn sum nú, at summi fiskasløg, sum eru uppí eini last, fara fyri lítið og lætt, tí virki, sum keypir, hevur bara áhuga í einum [...] fiskin so góðan, sum tilber. Men vil eitt virki hava okkum at skilja fiskin í serligar støddir, gera vit eisini tað fegin. Hann sigur, at tað ber bæði til at skilja í kør og at skilja í smærri kassar og til
limur í bólkinum. Uppskotið hevur verið til ummælis síðani apríl í ár, og innkomnu viðmerkingarnar eru samanvið uppskotinum samanskrivað til hetta nýggja uppskotið umferðavinnupolitikk. Síðani heuvr ein [...] vera sjálvberandi. Ætlanin er, at leikluturin hjá tí almenna skal vera at tryggja karmarnar við eitt nú at betra um infrastrukturin. Sjálvt uppskotið leggur ikki upp til nakran ávísan málbólk, men heldur [...] ímoti, er at skapa Føroyum meiri viðurkenning uttanlands. Sjálvur er Bjarni Djurholm ikki í iva: -Vit mugu hava ferðafólk handavegin, sum hava nógvan kapital. Tað snýr seg um at vinna so nógvan pening
í Sambandsflokkinum byggir á sínámillum virðing og álit. Tað er framferðarhátturin, sum vit eru ímóti, og sum vit vilja tryggja okkum ikki verður brotin, segði Lisbeth L. Petersen. Hon var kortini trúgv [...] gjørt eitt klokkuklárt lógarbrot, og tað kann eitt lóggevandi ting ikki lata fara aftur við borðinum. Nú má handlast. Bæði fyri Danmarkar og Føroya skuld og fyri Ríkið, um tað er tað, man vil, segði Tórbjørn [...] løgtingið. ? Fyri okkum er prinsippið um, at løgtingið skal kunnast, tað avgerandi í hesum máli, og vit vilja, at heimstýrislógin skal virðast. Heimastýrislógin er ikki bara løgfrøði. Hon er eisini ein politisk
svaraði hon, at møguleikin altíð er har. ? Vit hava eitt sera ungt men gott lið. Ungu leikararnir síggja út til at fella væl til, so tað sær gott út. Fáa vit glið á okkara spæl, og eydnan verur við okkum [...] av leikarunum, sum vóru við til at vinna heimsmeistaraheitið í Týsklandi fyri tveimum árum síðani, eru givnir at spæla. Men Jan Pytlick landsliðsvenjari mann uttan iva halda, at hansara lið er einastandandi [...] kend andlit Fleiri kend hondbóltsandlit vóru at síggja millum áskoðaranar í Kolding týskvøldið. Eitt nú fyrrverandi landslisvenjarin, Ulrik Wilbek, sum legði frá sær eftir heimasmeistarakappingina fyri tveimum