Forkunnug vitjan
Øll eru hjartaliga vælkomin í Vesturkirkjuna í Havn týskvøldið tann 5. oktober kl. 19:30 í sambandi við at Vassula Rydén vitjar í Føroyum. Í sambandi við vitjanina er fyrsta bind av boðskapunum umsett til føroyskt, og hetta eintak verður at fáa ókeypis eftir taluna í Vesturkirkjuni. Útyvir niðanfyrinevndu lýsing fæst nærri at vita á altjóða heimasíðuni www.tlig.org og á føroysku heimasíðuni www.slig.org
Um Vassulu
Vassula Rydén er griksk, fødd í Egyptalandi og hoyrir til tað griksk ortodoksu kirkjuna. Mamma at tveimum synum og kona at einum svenskum ríkisborgara, búði hon meginpartin av lívi sínum í londum í triðja heiminum.
Í 1985, meðan hon búði í Bangladesh, vendi Guð sær til Vassulu gjøgnum hennara verndareingil Daniel, og seinni, eftir eina reinsan og andaligan vøkstur, bjóðaði Guð Vassulu at tæna Honum við at bera Hansara guddómligu orð út til øll fólk. Vassula tekur ímóti hesum innblástri gjøgnum andborin orð og andbornar sjónir. Guð bað hana kalla hesar profetisku boðskapir, ?Satt Lív í Guði?. ?Satt Lív í Guði? er eitt guddómligt kall til okkum øll til at iðra okkum, til sáttargerð, frið, kærleika, og fram um alt, til einleika kirkjunnar.
Innblástu handritini av ?Satt Lív í Guði?, nú tøk á fleiri enn 40 tungumálum, hava í túsundatali av hollum og trúgvum lesarum, sum hava tikið orðini til sín við náði Heilaga Andans og bera ávøkst í tænastum, so sum grundleggjan av vælgerðarheimum til frama fyri tey fátæku, nevnd Beth Myriam (Heim Mariu).
Síðani 1988 hevur Vassula verið boðin at tala í yvir 60 londum og hevur haft yvir 700 framløgur. Vassula fær onga samsýning og ongar persónligar materiellar fyrimunir fyri hennara ómak. Harrin segði við hana: ?Eg havi givið tær fyri einki, gev fyri einki.?
Áheitan
Kæri lesari,
Guð er sorgarbundin, tí vit gera uppreistur móti Honum. Hvat er menniskja, at tann Hægsti tekur sær stundir at hugsa um okkum? Og tó, tað ger Hann. Sum ein burturgloymdur faðir, óttafullur um børn síni, kemur hann at leita eftir okkum. Guð hellur seg allan vegin niður frá trónu Síni fyri at frelsa okkum. Guð kemur til okkum øll, sjálvt til tey mest neyðarsligu, lat tí ikki hurðina aftur fyri Andliti Hansara.
Guðs ríki kemur ikki so sum menniskja hevur spátt, og offurið, sum Guð biður okkum um í dag, er ein broyting innanífrá. Frá hvørjum einstøkum av okkum biður Harrin okkum um eitt iðrandi hjarta, tí vit kunnu ikki halda okkum vera gudrøkin og falsleys, uttan so at ein ber ávøkst í iðran. Lat okkum opna hjørtu okkara og lurta eftir tí, sum Andi Hansara sigur okkum.
Viðmæli frá teologi
LJUDEVIT RUPCIC, OFM, teologur, lærari í eksegesu í Sarajevo
Vassulu?sa royndir (erfaringar) við Guði er ein varandi og ótømandi kelda av vísdómi, kærleika, eldhuga fyri Guði og frelsu heimsins. Av hesi orsøk er vitnisburðurin sannførandi, stimbrandi og fullur av gleði. Fyriuttan umvending og eitt kall til mannaættina um at svara kærleika við kærleika, er eisini umsorgan fyri einleika kirkjunnar. ?Kærleikin elskar teg? (3/7-92) merkir - í Vassulu?sa samrøðum og sameining við Guð - at hvør einstakur av okkum kann seta seg í Vassulu?sa stað. Guð elskar ein og hvønn á henda hátt. Allastaðni í hennara skrivibókum merkja vit Anda Kærleikans. Náðin streymar í øllum støðum; Heilaga Andin er til verka allastaðni og gevur í yvirflóð. Allastaðni hoyrir ein fótafet Harrans.
Hinvegin átti ein at grunda yvir, hvagar Guðs boðskapur gjøgnum Vassulu vil føra, um hesin verður settur í verk. Um fólk vendu eygu síni móti kærleikanum í Guði og menniskjum, vildu tey verðið leidd til at elska Guð og hvønn annan. Um fólk svaraðu áheitanini um at biðja, vildi boðskapurin breitt út um allan heimin ein takksemisnóta til Guð. Um ein góðtekur, at einleiki má vera millum kristnu kirkjurnar, vildi ein vón longu verið fyri at uppfylla Jesu lyfti ? ?eitt seyðafylgi, ein hirði? (Jóh. 10,16). Um fólk góðtóku Guð á tann hátt sum Vassula mælir til, vildi Hann longur verið ?alt í øllum? (1 Kor. 15,28). Um fólk tóku Vassulu?sa ávaring móti Sátan í álvara, vildi Sátan longu verið burturrikin úr menniskjunnar hjørtum og úr heiminum. Um fólk vildu givið gætur eftir Guðs kalli gjøgnum Vassulu, vildu allir menn og allar kvinnur longu verið halgimenni. Um øll gjørdu royndirnar hjá Vassulu til sínar, vildi tann persónliga søgan hjá hvørjum einstøkum, og tessvegna søgan hjá allari mannaættini, verið ein sangur kærleikans.