familju á skíggjanum. Vár greiðir okkum frá, at tað endaði við at gerast Glóa, tá tey settu nøkur hugskot saman. Tað er tó heldur bara sum at siga tað. Hetta við at gera barnatilfar krevur rættiliga nógv arbeiði [...] einum av teimum fýra, fimm... seks húsunum, sum sjónvarpið hevur at ráða yvir, er rúm fyri at gera barnasendingar. Tað er eisini her, at vit fara inn, eftir eitt sindur av rennan aftur og fram. Eitt rúm [...] vegginum. Um tað er av tilvild ella ikki, er ikki gott at vita, men í øllum førum leggur leiðslan eisini leiðina framvið lítlu húsini fyri at hyggja nærri at umstøðunum. Í løtuni er tað bert Vár Jacobsen, ið
síðstu viku hava víst, at nú eru tað fleiri um boðið at vera ímillum teir fyrstu ellivu, enn tað frammanundan hava verið. Allan Simonsen hevur fleiri ferðir sagt, at honum líkar best at hava spælarar, ið eru [...] avboð, og venjarin duldi ikki, at hann harmaðist um hetta. Allan Simonsen plagar ikki at siga so nógv um sínar ætlanir, men ta ferðina segði hann, at hann hevði umhugsað at latið Fróða Benjaminsen verið [...] ferð í altjóða skrásettum landsdysti. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er møguleiki fyri, at hann ? sum tann fyrsti ? fer at runda teir fimti landsdystirnar seinni í ár. Um hetta skal gerast veruleiki
sigur Egi. Um orsøkina til tiltakið sigur Egi, at tey vilja minnast William og vóna eisini, at fólk fara at lesa bøkur hansara. Egi minnist í hesum sambandi, at tá hann var á skúla í Danmark í 1966, so spurdi [...] helviti, men høvundurin spyr, hví og roynir at finna orsøkina til, at hetta er so, greiðir Egi frá. Hann undirstrikar lyndi høvundans við at greiða frá, at tá grannin frá barnaárunum, Gamli Sloan, doyði [...] Olsen - Vit hugsaðu, at vit skuldu gera okkurt í samband við 100 ára dag Williams, sigur Egi Dam, sum umframt at hava skrivað leikin, eisini leikstjórnar. - Tað var av tilvild, at tað bleiv bókin »Móðir
frá. Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað. Eg eri sannførdur um, at heimurin er í holt við at flyta seg inn í eitt nýtt [...] Føroyum eigur tað at snúgva seg um at gera tað rætta. Og vit eiga at taka okkara egnu støðu. Nýtt handilspolitiskt tíðarskeið Vit eru á einum vegamóti. Í nýggjársrøðu mínari gjørdi eg greitt, at vit mugu siga [...] fyritøkum, men hesin prísur er verdur at rinda fyri tryggleika, stabilitet og mótstøðuføri. Nýggja handilspolitiska tíðarskeiðið fer helst at krevja, at vit í felag leggja um. At okkara dugnaligu útflytarar troyta
okkum sjálvi ? Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð. Tá er neyðugt, at vit fáa í lag aðrar avtalur [...] fekk vopnamegi til at leypa á Russland. Tann, sum er í verjustøðu, hevur einki at tingast við, men um tú hevur megi til at leypa á og flyta landamørk, tá kann bjørnin kroystast til at setast við borðið [...] alt ov langa tíð at geva Ukraina neyðugu vápnini og heimildarnar at leypa á frá luftini. Hetta hevur givið Russlandi nógmikið av tíð at styrkja sína støðu í hertiknu økjunum, og tíð til at styrkja síni f
markleyst, at eisini Smyril hevur verið noyddur at gevast at sigla tí at tey, sum binda, og loysa Smyril, eru limir í arbeiðarfeløgunum. Í seinastuni hava tey kortini givið Smyrli undantak at sigla hóast [...] koma upp í, kann tað benda á, at tey hava verið heldur størri enn tey plaga at vera. Og arbeiðarafeløgini hava eisini boðað frá, at tey hava kravt eina lønarhækkan, »sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut [...] ásanna, at tað bar ikki til at finna semju. Sostatt sendi arbeiðsgevararnir boð eftir semingsmanninum og fyribils hevur hann útsett eitt verkfall í eina viku. Hetta er fyrstu ferð í eini átta ár, at tað hevur
Hansen ikki verður førur fyri at spæla, er tað sannlíkt, at Pætur Hentze verður vongverji. Magnus Olsen var ikki á listanum í fyrstu deild ígjár. Tað bendir á, at hann er ætlaður at eiga leiklut á besta liðnum [...] Undan kappingarbyrjan vórðu NSÍ og KÍ roknað at vera millum upplagdu FM favorittarnar. Stigatalvan sigur, at KÍ er næstfremst – trý stig aftanfyri HB – og at NSÍ er á fimta plássi – seks stig frá toppliðnum [...] vann KÍ 1-0 við Løkin. Tá varð hildið, at leikliga avrikið hjá klaksvíkingum var á einari leið, og at leikliga avrikið hjá NSÍ ikki var, sum NSÍ spælið annars plagdi at vera. Seinnapartin hittast særdu liðini
misskilt atlit at siga, at øll skulu hava sama tilboð. At koyra børn við autismu í ein stóran skúlaflokk er als ikki tað rætta fyri tey, sigur Malan Mohr í samrøðu við Skúlablaðið - At hava sum mál, at øll børn [...] At hava sum mál, at øll børn, sama hvørjar avbjóðingar tey hava, skulu vera partur av einum vanligum skúlaflokki, er heilt av leið, tí tað avdúkar, at tú hevur ikki skilt, hvat til dømis autisma er fyri [...] Mohr vísir á, at hjá nógvum børnum við autismu er tað ógvuliga strævið at vera partur av einum vanligum skúlaflokki. - Tey gerast strongd, og strongdin kann elva til angist. Tað verður mett, at 80 prosent
verið við í arbeiðinum at verja landið ímóti ólógligum innflutningi av rúsevnum. Í eini frágreiðing í morgun sigur Taks, at tað var fyrst í áttatiárunyn, at tollarar vístu á tørvin at fáa ein narkohund, tí [...] skal vera forvitin og leikin. Hann skal nevniliga taka uppgávuna at finna rúsevni sum eitt spæl. Frá tí at hann var hvølpur er hann vandur at finna ávísar luktir, og hvørja ferð, tað eydnast honum, verður [...] førara sínum. Tað skal nógv venjing til fyri at varðveita samstarvið ímillum hund og førara, og hvørt ár skulu teir til roynd at kanna, hvussu evnini hjá hundinum at finna rúsevni, eru, og hvussu samstarvið
ferðafólki og borgarstjórarnir ivast ikki í, at vinnulívið í Suðuroy hevur framvegis sera stóran áhuga í eini rutu sum hesari. Tað er lítið at ivast í, at hendan leiðin framvegis er ein sera áhugaverd [...] møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroy, og í øllum Føroyum, við sær. Tað tekur 10-12 tímar at sigla úr Suðuroynni til Scrabster í Skotlandi og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági sigur, at í roynd og [...] verður fluttur við Smyrli, vaksin so nógv, at tað knípur mangan hjá vanligum fólki at fáa bilin við. Sostatt heldur hann, at verður eitt skip útvegað til eina skotlandssigling, kundi tað eisini flutt nakað