Sjónvarp
Hjá teimum, sum hava jólini mestsum arbeiðspláss, byrja jólini oftani lagt áðrenn jóladagarnar hjá hinum pørtunum av verðini. Skalt tú eitt nú geva eina jólafløgu út, so merkir hetta, at nissuhúgvarnar og jólastemningurin skulu finnast fram, meðan tað enn ber til at siga summar og hava skilt tað rætt.
Fyri Vár Jacobsen byrja jólini fyrst í oktober mánaði. Hon ger barnasendingar fyri Sjónvarp Føroya. Hetta hevur verið hennari yrki í skjótt fýra ár. Líka síðani hon og maðurin komu aftur til Føroya úr Danmark, har hon eisini hevur útbúgving innan dramaturgi (leiklistafrøði). Maður hennara hevur starvast sum sjónleikari, so tað liggur mest sum í teimum at framføra. Tey bæði hava í øllum førum síðani starvast við at gera barnatilfar til føroyska sjónvarpi í skjótt fýra ár. Tað er tó eitt sindur skiftandi, hvussu manningin sær út í teirri gomlu lonini, har barnatilfarið verður til. Onkuntíð eru tey bæði tvey, onkuntíð bert og tey hava eisini sita trý fólk í húsunum. Vár sigur seg nýta umleið tríggjar fjórðingar av árinum til at gera barnatilfar.
Glóa
Trygt inni í Eysturbýnum í Havn húsast almenna sjónvarpsrásin í Føroyum. Hetta er fyri so vítt eisini einasta sjónvarprásin, ið føroyingar kunnu kalla teirra egnu. Í einum av teimum fýra, fimm... seks húsunum, sum sjónvarpið hevur at ráða yvir, er rúm fyri at gera barnasendingar. Tað er eisini her, at vit fara inn, eftir eitt sindur av rennan aftur og fram. Eitt rúm við einari teldu og einari rúgvu av bondum, sum standa á hillunum framvið vegginum. Um tað er av tilvild ella ikki, er ikki gott at vita, men í øllum førum leggur leiðslan eisini leiðina framvið lítlu húsini fyri at hyggja nærri at umstøðunum.
Í løtuni er tað bert Vár Jacobsen, ið hevur sína dagliga gongd í húsunum. Hesar seinastu mánaðirnar hevur hon fingist við at gera barnasendingar til jólini. Í ár hevur Sjónvarp Føroya valt at økja um styrkina, og ein føroyskt framleidd barnasending er nú at síggja á skíggjanum annaðhvørt kvøld í allan í desember. Í ár hevur tað verið vætturin Glóa, ið hevur verið á skíggjanum. Vætturin hevur ikki verið einsamøll, tí pláss er eisini fyri einari familju á skíggjanum.
Vár greiðir okkum frá, at tað endaði við at gerast Glóa, tá tey settu nøkur hugskot saman.
Tað er tó heldur bara sum at siga tað. Hetta við at gera barnatilfar krevur rættiliga nógv arbeiði. Vár hevur sjálv arbeitt við hesum síðani oktober mánað. Tað vóru einar tríggjar vikur til at skriva tilfarið og leggja alt til rættis. Síðani hava tey nýtt góðar tríggjar vikur til upptøkur, sum oftani eru gjørdar úti, og her veldst alt um, hvussu tær hægru maktirnar gera við veður og vind. Umframt Vár, so hevur hon eisini havt ein myndamann og ljóðmann knýttan afturat sær.
? Vit valdu at gera okkurt eitt sindur øðrvísi í ár. Vit royndu okkum fyri fyrstu ferð við beinleiðis telefonpráti við børnini, og eftir talinum av børnum, sum ringja inn, so hevur hetta riggað óføra væl, sigur Vár Jacobsen.
Hon leggur afturat, at tey í ár hava havt eitt luksusproblem, tí tey hava havt ovmikið av tilfarið, soleiðis at sendingar oftani kunnu halda á í næstan fjøruti minuttir, og hetta er nýtt føroyskt barnatilfar, sum Vár tekur til.
Undirhald
Tað slepst ikki undan at kalla tað, sum vit rópa fyri barnatilar, fyri undirhald. Hinvegin verður tað oftani sett rættiliga strong krøv til hetta slagið av undirhaldi, tí børnini skulu stimbrast og mennast.
Vár sigur, at hon fór í holt við hetta, tí hon helt hetta ljóðaði spennandi. Sjálv átti/eigur hon smærri børn um hetta mundið, so hon metti seg vera rímiliga væl fyri at taka ímóti hesari avbjóðingini. Umframt, at hon hevur leiklistarliga útbúgving.
Tá hon byrjaði í 1998, vóru tað ikki nógvar barnasendingar í SVF, enn minni á føroyskan. Sjónvarp Føroya hevur seinastu árini gjørt munandi meira við at barnasendingar. Eitt nú hava flestu teknirøðirnar fingið føroyskar røddir.
? Vit gera barnatilfar, ikki ungdómstilfar. Tað er tó eitt sindur ymiskt, hvør okkara málbólkur er. Tá vit gjørdu Likkulikkuleia, var hetta einamest fyri børn í aldrinum 3-7 ár. Við sendingunum um Glóu síggja vit, at tað eru børn, sum eru millum 3 og 14 ár, ið ringja inn, sigur Vár.
Hon heldur, at veturin og serliga jólamánaðurin er ógvuliga væl hóskandi til at barnatilfar. Sjálv hevur hon eisini ein dreym um at gera nógv meira barnatilfar.
? Vit áttu at havt okkurt hvønn dag fyri børn. Hetta eigur at vera so fjøllbroytt tilfar sum gjørligt, sigur Vár.
Stóð til hana, so hevði tað verið ein sending hvønn dag í desember komandi árini. Hon kundi ógvuliga fegin hugsað sær, at arbeiðsorkan var eitt sindur størri.
Í gomlu Hoyvíkini
Sjónvarp Føroya sendir sjálvsagt eisini fitt av barnatilfarið um jólini. Sjálva jólaaftan hava tey í sjónvarpinum sett góðar tríggjar tímar av til barnatilfar. Síðsti parturin um Glóu verður sendur, og tað verður eisini pláss fyri, at børn kunnu dansa um jólatræiið. Munurin er bert tann í ár, í mun til árini frammanundan, at í ár verður tað dansað úti. Jólasendingin í ár er nevniliga tikin upp í gomlu Hoyvíkini, sum samstundis eisini skal verið karmur um jólaaftan í Sjónvarpi Føroya.
Jóladag er eisini barnatilfar sett á skránna, eins og hinar jóladagarnar. Umframt okkurt meira kent, so byrjar eisini ein nýggj raðsending tollaksmessudag. Røðin eitur Markleysa ríkið, og er hetta uppruna eitt italiensk røð, sum snýr seg um lív jesusar.