Nú kann alt henda

Fyri fyrstu ferð í nógv ár má semingsmaðurin upp í, og enn vilja tey ikki lova at Smyril fær undantak at sigla, skuldi tað enda við verkfalli

Nú kann alt henda. Tað ásannar Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

 

Í fleiri vikur hava tey fimm arbeiðarafeløgini í landinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, samráðst um ein nýggjan sáttmála ímillum partarnar.

 

Øll tey tey fimm arbeiðarafeløgini í landinum samráðast saman, og tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðarafelag. Sáttmálin, sum hevur verið, gekk út tan 1. mai, men um vikuskiftið máttu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið ásanna, at tað bar ikki til at finna semju.

 

Sostatt sendi arbeiðsgevararnir boð eftir semingsmanninum og fyribils hevur hann útsett eitt verkfall í eina viku. Hetta er fyrstu ferð í eini átta ár, at tað hevur verið neyðugt at fáa semingsmannin upp í samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.

 

Og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ásannar, at nú semingsmaðurin er komin upp í, kann alt henda. Hann heldur seg annars ikki til at meta um, hvussu langt tað í roynd og veru er ímillum partarnar. Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvørji lønarkrøv, arbeiðarafeløgini hava, men hann ásannar kortini, at tá ið semingsmaðurin mátti koma upp í, kann tað benda á, at tey hava verið heldur størri enn tey plaga at vera.

 

Og arbeiðarafeløgini hava eisini boðað frá, at tey hava kravt eina lønarhækkan, »sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru«, sum tey málbera seg Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um »órímiliga uppsøgn í sáttmálan«.

 

Eftir reglunum skal eitt verkfall fráboðast við eini freist upp á minst 48 tímar, men verkfallið kann heldur ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

 

Sostatt kann eitt verkfall í hvussu so er ikki byrja fyrr enn mánadagin 21. mai á middegi.

 

Tá ið arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli, hevur tað serliga irritera suðuroyingar markleyst, at eisini Smyril hevur verið noyddur at gevast at sigla tí at tey, sum binda, og loysa Smyril, eru limir í arbeiðarfeløgunum.

Í seinastuni hava tey kortini givið Smyrli undantak at sigla hóast verkfall hevur verið. Men tað vil Georg F. Hansen ikki lova longu nú, áðrenn semingsroyndin byrjar.

– Tað er slett ikki ein spurningur, vit hava tosað um, sigur hann.