Í ár eru 35 ár síðan fyrsti narkohundurin kom til Føroya, og síðan hava í alt átta hundar verið við í arbeiðinum at verja landið ímóti ólógligum innflutningi av rúsevnum.
Í eini frágreiðing í morgun sigur Taks, at tað var fyrst í áttatiárunyn, at tollarar vístu á tørvin at fáa ein narkohund, tí tað var vorðið ov lætt at smugla. Hundurin kom í 1983 Asbjørn Fahl, sáli varð settur sum hundaførari, eftir at hava lokið útbúgving frá Statens Hundskola í Sollefteå í Svøríki. Haðani kom eisini fyrsti narkohundurin, Ego. Síðan tá hevur narkohundur verið í Føroyum, men 2007 kom ein afturat, so nú tveir.
Taks sigur, at narkohundar roynast væl og avdúka mangan rúsevni, sum tollarar ikki síggja. Størsta nøgd, ein narkohundur einsamallur er komin framá, vóru stívliga 20 kg av hassji, sum ein ferðamaður royndi at smugla við Norrønu.
Eina aðra ferð komu hundur og førari í felag fram á heilt stóra nøgd av rúsevnum, sum vóru fjald millum skins og hold í einum persónbili. Hundar hava eisini fleiri ferðir gjørt vart við bilar, sum hava verið á veg til Íslands við Norrønu, og síðan eru tiknir har.
– Tað tekur eitt ár at venja ein narkohund. Hann skal eyðvitað hava góðan luktisans, men skal harumframt vera róligur, sjálvstøðugur og samstarvssinnaður, umframtat hann skal vera forvitin og leikin. Hann skal nevniliga taka uppgávuna at finna rúsevni sum eitt spæl. Frá tí at hann var hvølpur er hann vandur at finna ávísar luktir, og hvørja ferð, tað eydnast honum, verður hann róstur og fær okkurt gott afturfyri frá førara sínum.
Tað skal nógv venjing til fyri at varðveita samstarvið ímillum hund og førara, og hvørt ár skulu teir til roynd at kanna, hvussu evnini hjá hundinum at finna rúsevni, eru, og hvussu samstarvið ímillum hund og førara er.
Taks sigur, at rúsevnini eru broytt, síðan fyrsti narkohundur kom til Føroya. Hassj er framvegis tað vanligasta, men nú verður alsamt meira smuglað av syntetiskum rúsevnum sum Ecstasy og tílíkum. Hundarnir venja miðvíst fyri at finna hesi evni eisini.
Hundarnir, sum hava vart skansan higartil, hava verið Ego, Griff, Lasse, Jet, Elliott, Miro, Abbey og Nelly










